Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2006 7 tíðindi Gágguskipið Varð­ borg hevur ligið bundið við bryggju, tí tað hevur ikki fingið fólk Fiskivinna Árni Joensen arni@sosialurin.fo Í ein heilan mánað hevur gágguskipið Varðborg hjá partafelagnum O.C. Joen­sen á Oyri ligið við bryggju, tí tað vísti seg at vera ógjør­ligt at fáa skipið mann­að. Hans Jákup Johansen, stjóri hjá O.C. Joensen, sigur, at tað skulu helst vera níggju mans við skipinum. Eina tíð vóru bara seks ella sjey við, men tað vísti seg at vera ov strævið, og tá tað ikki bar til at fáa meiri fólk, var einki annað at gera enn at leggja skipið. Eina tíð umhugsaði reiða­ ríið at útvega sær russiskar ella filipinskar sjómenn, men tað er ikki bara sum at siga tað, tí slíkt tekur tíð. Í vikuni valdi reiðaríið so at ganga aðra leið. Av­talað er fingin í lag við manningarfeløgini, soleiðis at manningin á Varðborg kann sigla við fastari mán­ aðarhýru. Talan er um eina minstulønarskipan, soleiðis at fer fiskiskapurin upp um eitt ávíst, fær manningin eisini meiri burturúr. Men kortini hevur tað ging­ið striltið at manna skip­ið, sum so dánt kann fara til fiskarí nú. Hans Jákup Johansen sigur, at teir ætla at royna at fáa einar tveir mans afturat knýttar at skipinum, soleiðis at menn kunnu fáa ein frítúr innímillum. - Menn seta størri krøv um fasta frítíð nú, skulu teir støðast umborð, og vit ætla at royna at ganga teimum á møti, sigur stjórin. Varðborg hevur fyri tað mesta roynt eftir gággu millum grundlinjuna og 12 fjórðingar eystanfyri, men skipið hevur eisini gjørt onkran túr vestanfyri. Tað er eitt ár, síðani skipið byrjaði. Ligið ein mánað fyri fólk Varðborg hevur ligið við bryggju ein heilan mánað Formansval Maskinmeistarafelagið kunnger longu nú, at felagið fer at hava aðalfund í mars næsta ár. Orsøkin er, at nevndarval og formansval eru á skránni á fundinum í vár. Reglurnar hjá felagnum siga, at fyri at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðalfundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot um nevndarlimir innan tann 15. desember. Uppskot til formansvalið skulu eisini vera inni innan tann 15. desember. Sparikassin á íleggjara-portal øroya Sparikassi er frá í dag at finna á tí stóra íleggjara-portalinum, sum er at finna á heimasíðuadressuni www.euroland.com. Euroland er ein svensk fyritøka, sum rekur íleggjara-portalin, sum er eitt sera hent amboð hjá íleggjarum og øðrum áhugaðum. Á heimasíðuni ber til – uttan kostnað – at samanbera partabrøv í fyritøkum tvørtur um marknaðir og vinnugreinar. Sáttmálin millum Sparikassan og Euroland ber í sær, at heimasíðan hjá Sparikassanum nú á ein nýggjan og øðrvísi hátt verður støðugt dagførd við upplýsingum um sparikassa-partabrævið og um gongdina í Sparikassanum. -Tað tykist, sum at menn høvdu skund at skriva undir sáttmálan við íslendingar, heldur stjórin í Pf. Bergfrost, Janus Rasmussen. Samhandil Árni Joensen: arni@sosialurin.fo 2. november sendu Fugla­ fjarðar kommuna og Pf. Bergfrost í Fuglafirði Løg­ mansskrivstovuni bræv, har tey kærdu seg um, at íslendska skipið ”Engey” ikki slapp at leggja veið­ ina upp til frystingar í Fuglafirði longur. Skipið hevði tá verið á Fuglafirði fimm ferðir og lagt veiðina upp har, men tá skipið um hálvan oktober fór í íslendskan sjógv at royna, slapp tað ikki at leggja upp í Føroyum longur, tí íslendsk lóg bannar tí. Í dag hava kommunan og Pf. Bergfrost fingið svar. Í brævinum viðgongur Løg­ mansskrivstovan trupulleik­ arnar og sigur, at hon fer saman við Fiskimálaráðnum at virka fyri, at forðingarnar verða fingnar burtur. Sagt verður, at Fiskimálaráðið hevur vent sær til íslendska fiskimálaráðið fyri at fáa staðfest, hvørjar forðingar eru í íslendsku lóggávuni, og at málið verður tikið upp í felagsnevndini, sum partarnir settu í sambandi við Hoyvíkssáttmálan. At enda sigur Løgmansskrivstovan seg vóna, at forðingarnar verða fingnar burtur um ikki alt ov langa tíð. Hugstoytt Janus Rasmussen, stjóri í Pf. Bergfrost, sigur við Sosialin, at tá hugsað verður um tað, sum bleiv sagt, tá Hoyvíkssáttmálin varð undirskrivaður, so kann svarið frá Løg­ mansskrivstovuni ikki sigast at vera nøktandi. - Støðan er beinleiðis í andsøgn við tað, sum løg­maður og aðrir góðir menn søgdu um teir møgu­ leikar, sum fylgdu við sáttmálanum, sigur Janus Rasmussen. Stjórin í Pf. Bergfrost sigur, at tað er hugstoytt hjá teimum, at íslendsk skip ikki kunnu koma hendanvegin við veiðini, tá tey royna í íslendskum sjógvi. Hann vísir á, at í veruleikanum er ikki talan um nakran handil. Bergfrost keypir ikki veiðina, men avgreiðir skipið og goymir veiðina fyri tað. - Tað er serliga hugstoytt, tá vit vita, at vit kunnu geva skipunum eina betri tænastu, enn tey annars fáa, og at vit eru kappingarførir í prísi. Endurskoðast Janus Rasmussen sigur, at tað tykist, sum at at før­ oyingar vóru ov grammir at sleppa at skriva undir Hoyvíkssáttmálan. Hann heldur, at føroysku um­boðini áttu at sett íslend­ ingum krøv um, at forð­ ingar skuldu beinast av vegnum, áðrenn sáttmálin bleiv undirskrivaður. - Vit áttu at sett hart ímóti hørðum, áðrenn vit skrivaðu undir, sigur stjórin í Pf. Bergfrost. Hann sigur, at fyritøkan í Fuglafirði kann bíða eina tíð eftir broytingum, men ikki leingi, og hann er ikki í iva um, hvat so eigur at verða gjørt. - Hendir einki innan nakrar mánaðir, eiga føroy­ ingar at endurskoða Hoy­ víkssáttmálan, sigur Janus Rasmussen. Nýggj bók um Júst í Túni Helgi Jacobsen hevur skrivað bók um íverksetaran og undangongumannin Júst í Túni. Í morgin kemur út bók um Júst í Túni, sum var ein av okkara sjáldsomu vinnulívsmonnum. Júst var ein íverksetari og undangongumaður. Hann breyt upp úr nýggjum í føroyskari fiskivinnu og sílaaling og legði lunnar undir inntøkur í búskapinum, sum framman undan ikki vóru til. Júst í Túni var føddur í 1919. Í 1956 fór hann sum tann fyrsti til Ný Funnalands, sum gjørdist ein nýggj verð fyri føroyska fiskivinnu. Í eini 20 ár kom útvið ein fimtingur av veiðuni hjá føroyingum frá nýfundlandsbankunum. Fiskurin hjá hesum skipunum varð fyri tað mesta virkaður til saltfisk. Í 1957 kom fyrsta stállínuskipið í føroyska fiskiflotan. Reiðaríið Kimbil, sum Júst sigldi hjá tá, fekk sítt fyrsta stállínuskip í 1958. Frá 1957 til 1967 víðkaðu føroyingar um línuflotan við 60 stállínuskipum og gomlu træsluppirnar vórðu skiftar út við nýmótans fiskiskip. Hesi árini legði Júst eisini grundarlag undir línifiskiskap í Íslandi alt árið. Saman við reiðaríinum Kimbli var Júst í 1962 tann fyrsti at seta kraftblokk í føroyskt fiskiskip. Júst í Túni kendi nógvar framskygdar skiparar og reiðarar í Íslandi, sum í 1960 settu fyrstu kraftblokkarnar í íslendsk skip. Við kraftblokkinum kundi eitt skip fiska tíggju ferðir so stórar nøgdir av sild, enn við nót, og hetta fekk avgerandi týdning fyri føroyska fiskivinnu og føroyskan búskap. Eisini alari Júst í Túni var eisini undangongumaðurin í føroyskari alivinnu. Í 1967 fór hann undir at ala síl. Hann hevði fylgt við fyrstu royndunum hjá norðmonnum at ala síl, bæði á landi og á sjónum. Danskarar og aðrir kendu til sílaaling í feskum vatni á landi, men flógvi Golfstreymurin við Føroyar gjørdi umstøðurnar fram úr góðar at ala síl og laks alt árið á sjónum. Hóast nógvar trupulleikar at byrja við, fekk Júst í Túni prógvað, at tað bar til at fáa vinnuliga síla- og laksaaling í Føroyum. Hansara áhugi og teiskni skaptu grundarlag fyri tí aling, sum kom seinni og føroysku sílini eru enn tann dag í dag undan somu familju, sum Júst innflutti til Føroya í 1967. Í nógv ár hevur útflutningurin av aldum fiski verið nærum líka stórur, sum útflutningurin av veiddum fiski. Júst var sera áhugaður í fiskifrøði og brúkti fleiri ferðir síni skip til fiskifrøðiligar royndir. Tí var hann høgt virdur av fiskifrøðingum. Í ár 2000 valdu lesarar Dimmalættingar Júst í Túni at vera aldarinnar skipara. Sum undangongumaður var Júst í Túni langt framman fyri sína tíð. Hendir einki skjótt má Hoyvíkssáttmálin endur­­skoðast