mánadagur 4. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 234 - 4. desember 2006
tíðindi
Gongur rættan veg
Tað gongur tann rætta vegin hjá rækjutrolarunum. Prísurin á rækjum er hækkandi,
samstundis sum oljuprísurin hevur verið lækkandi. Fiskaríið er eisini í lagi. Arctic Wiking
er júst farin nýggjan túr á leiðirnar við Svalbard. Teir komu á fiskileið fyri nøkrum døgum
síðani, og teir hava ligið um tíggju tons av rækjum um dagin hesar dagarnar. Støddin á
rækjunum er heilt góð, og tí er fiskiskapurin lønandi, sigur reiðaríið.
Vinnufundur
Mikukvøldið 6. desember fáa norðoyingar og onnur áhugað eitt boð uppá, hvønn veg
tann føroyski búskapurin fer at menna seg. Mentanardeildin hjá Klaksvíkar kommunu
hevur boðið formanninum í Búskaparráðnum, Jørn Astrup Hansen, til Klaksvíkar at
halda fyrilestur um spurningin. Eitt nú verður spurt, um gongdin við veksandi privatari
skuld og øktum halli á handilsjavnanum er náttúrlig. Fundurin verður í Tekniska Skúla
klokkan 19.
Gøtu kommuna og
Leirvíkar k ommuna
eru samdar um, at
tørvur er á at gera
stórar íløgur í báðum
kommununum fram
til samanleggingina.
– Men semja er eisini
um, at nettoskuldin
hjá báðum
kommununum skal
verða minni enn 3/4
av eini álíkning, tá ið
lagt verður saman 1.
januar 2009
Kommunur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Gøtu kommuna og Leir
víkar kommuna verða ein
kommuna um tvey ár. Tá
verða øll fíggjarviðurskifti
í samanløgdu kommununi,
sum fer at eita Eystur Kom
muna, eins fyri allar borg
ararnar.
- Men longu nú leggja
kommunurnar seg eftir at
samskipa íløgur, íløgukarm
og ymisk gjøld soleiðis, at
tær gerast líkari hvørji aðrari
fram til samanleggingina.
Tað sigur Gøtu kommuna,
nú fíggjarætlanin fyri kom
andi ár er komin undir
land.
Lagt verður aftrat, at
Gøtu kommuna og Leirvík
ar kommuna eru á einum
máli um, at tørvur er á at
gera stórar íløgur í báðum
kommununum fram til sam
anleggingina.
- Men semja er eisini um,
at nettoskuldin hjá báðum
kommununum skal verða
minni enn 3/4 av eini álíkn
ing, tá ið lagt verður saman
1. januar 2009.
Íløgutørvurin
Gøtu kommuna sigur, at
íløgutørvurin hevur sett sín
dám á fíggjarætlanina fyri
2007, sum javnvigar við
sløkum 42 mió krónum.
- Av hesi upphædd fara
um 23 mió krónur til rak
stur, slakar 3 til rentur og
avdráttir, og 16 mió krónur
fara til íløgur. Inntøkurnar
eru varisliga mettar til 29
mió krónur í 2007.
Skattaprosentið í Gøtu
kommunu
er
óbroytt,
20,5%, og barnafrádrátturin
er framhaldandi 5.000 krón
ur fyri hvørt barnið.
Av størri verkætlanum,
sum liggja fyri framman, er
nýggjur útstykkingarvegur
fram við handils-og vinnu
økinum í Gøtudali fyri 4,5
mió krónur. Hesin vegur
skal verða til reiðar at binda
í rundkoyring, sum Lands
verk ætlar at gera í Gøtudali
komandi ár.
Felags hús
Ætlanin er eisini at nýta
4 mió krónur til fyrsta
byggistig av felagshúsi við
áskoðaraskýli við fótbólts
vøllin í Sarpugerði.
- Ásannast má, at høl
isviðurskiftini kring vøllin
als ikki eru nøktandi, og um
vit skulu lúka tey krøv, ið
FSF og FIFA seta fyri fram
haldandi luttøku í bestu før
oysku fótbóltsdeildini, er
hendan íløga neyðug, sigur
kommunan.
Frítíðarskúlin í Gøtu hev
ur húsast í ymiskum leigað
um hølum, men nú er so
ætlanin at keypa og seta í
stand væl egnaði høli, sum
spælistovan hjá dagrøktini
eisini kann fáa gagn av.
Hendan íløgan kemur at
kosta kommununi 2,4 mió
krónur.
- Eins og Leirvíkar kom
muna, fer Gøtu kommuna
eisini undir at gera nýggja
bygda- og býarskipan, har
ætlanir verða lagdar fyri,
hvussu vit skipa okka
ra kommunu og koman
di Eystur Kommunu í
framtíðini. Hendan verkæt
lanin fer at kosta okkum
umleið 1 mió krónur í kom
andi ári.
Av øðrum íløgum, sum lig
gja fyri framman hjá Gøtu
kommunu í 2007, er íløgur
í útstykking, asfaltering,
kloakkviðurskifti, skúla,
eldraøkið og havnalagið.
Gøtu søga
Gøtu kommuna ætlar eisini,
at nú skal Gøtu søga skriv
ast, og bygdaráðið ásannar,
at hetta verður ein spennan
di verkætlan.
- Bygdirnar í kommununi
hava frá fornari tíð ikki
Gøta og Leirvík
fyrireika seg til
samanlegging
Íløgutørvurin hevur sett sín dám á
fíggjarætlanina hjá Gøtu kommunu
fyri 2007, sum javnvigar við sløkum 42
mió krónum
Áhugavert verður
at síggja, hvat ein
hitabylgja fer at
merkja fyri eitt
nú fiskaprísir og
oljuprísir, um
spádómurin hjá
veðurlagsgranskarum
fer at halda
Hitalag
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Viðurkendi granskingar
stovnurin IRI (The Inter
national Research Institute
for Climate and Society)
ávarar nú um, at tað verður
heitari enn vanligt um alla
jørðina komandi tríggjar
mánaðirnar.
Stovnurin vísir á eina glo
bala hitabylgju, og tosað
verður aftur um veðurlags
fyribrigdi El Niño.
Sum skilst á útlendskum
fjølmiðlum, gevur ávaringin
hjá IRI afturljóð millum
veðurlagsgranskarar kring
um heimin.
Petur ivast
Petur Skeel Jacobsen, veð
urfrøðingur, sigur seg ivast
í, hvat veðurlagsgranskarar
soleiðis kunnu siga við
vissu um hitalagið tríggjar
mánaðir fram.
- Tað gongur ímóti vet
ri, og í øllum førum er í
løtuni líkt til, at vit her
um okkara leiðir fáa kaldari
veður í nakrar dagar, sigur
veðurfrøðingurin.
At jørðin hinvegin gerst
heitari, og at umhvørvisdál
king ávirkar bæði hita og
veðurlag á jørðini annars,
er okkara veðurfrøðingur
als ikki ósamdur í.
Áhugavert
verður
at
síggja, hvat ein slík hitabyl
gja fer at merkja fyri eitt nú
fiskaprísir og oljuprísir, um
spádómurin hjá veðurlags
granskarum fer at halda.
Vænta hitabylgju um allan heimin
Alt er relativt, verður sagt.
Hóast veðurlagsgranskarar
spáa hitabylgju um allan
heimin komandi tríggjar
mánaðirnar, er ivasamt, um
vit í Føroyum kunnu vænta
okkum summarveður á
hávetri
Mynd: Vilmund Jacobsen