Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2006 9 tíðindi Røktarheim má bíða Í 2002 samtykti býráðið í Fuglafirði at byggja nýtt røktarheim, og tey trý næstu árini vórðu pengar játtaðir á fíggjarætlanini til endamálið. Men fyrr í ár fekk kommunan at vita frá almanna- og heilsumálaráðnum, at hon fær ikki stuðul til at byggja heimið í hesum umfari. Tí hevur Fuglafjarðar kommuna ikki sett pengar av til røktarheim á fíggjarætlanini fyri 2007. Annars hevur kommunan 8 mió. krónur á bók til endamálið. Nógv sild Tað hevur gingið væl hjá íslendska verksmiðjuskipinum Engey, síðani tað fór úr føroyskum í íslendskan sjógv at royna fyri hálvum øðrum mánað síðani. Seinasta vikuskifti vóru teir inni á Reykjavík og landaðu. Teir høvdu millum 1.600 og 1.700 tons av frystum sildafløkum, sum fara á russiska marknaðin. Engey er farin útaftur, men tá skipið kemur innaftur, skal verksmiðjan hava nakrar ábøtur, áðrenn skipið fer nýggjan túr. smæð­st burtur millum hin­ ar bygdirnar í Føroyum. Bæði innan vinnulív, ítrótt og annað finst í Gøtu kom­ mu­nu nógv tilfar, sum hev­ ði verið áhugavert at fingið samlað í bók, á­ðre­n­n ov nógv hvørvur í gloyms­kun­ n­ar hav, heldur Gøtu kom­ m­una. Av størri verkætlanum á fíggjarætlanini fyri 2007 er nýggjur útstykkingarvegur fram við handils-og vinnuøkinum í Gøtudali, har Landsverk ætlar at gera rundkoyring komandi ár Sunnukvøldið tendraðu mongu og vøkru ljósini, sum Æðuvíkin er vorðin so kend fyri í jólamánaðinum. Tað var Hans Pauli Højgaard úr Rituvík, sum helt taluna í ár, og Nes sóknar Hornorkestur setti enn einaferð sín serstaka dám á eina slíka løtu Æðuvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Æðuvíkin kann av røttum kalla seg jólabygdin fram um allar – ella hin føroyski Las Vegas, sum onkur hevur tikið til. Aftur í ár er bygdin pyntað til jólar. Øll húski í bygdini taka lut í hesum, og nú mongu og vøkru ljósini tendraðu í sunnukvøldið, sást, at bygdin er vorðin uppaftur vakrari enn áður. Løtan í Æðuvík, tá ið ljósini verða tendrað, savnar nógv fólk til bygdar, og í so máta var sunnukvøldið einki undantak. Nógv fólk var til løtuna, sum fall á turt veður. Annars liggur landnyrðingurin tráur upp á land í Æðuvík, men løtan eydnaðist sera væl, tí veðrið helt sær – og tað fór ikki at regna fyrr enn eftir sjálvt haldið. Tað var nevniliga soleiðis, at lítla løtu eftir, at Hans Pauli Højgaard úr Rituvík hevði hildið jólataluna, fór at regna. Nes sóknar Horn­or­kest­ ur setti enn einaferð sín serstaka dám á eina slíka løtu, og meðan fólk vóru savnaði í Æðuvík, fingu tey, sum hildu seg fram at, gløgg og holukakur. Jólamenn vóru eisini í Æðuvík sunnukvøldið. Bygdarfólkið í Æðuvík hevur í ár sett upp ein kaffiskúr miðskeiðis í bygdini, har fólk kunnu keypa sær kaffi. Sum skilst á æðu­vík­ ing­um, verður skúrurin opin um kvøldarnar fram til jóla. Hópur av fólki plaga at koyra sær ein túr til Æðuvíkar at síggja jólabygdina í desember, og nú kunnu tey so eisini keypa sær kaffi á vitjanini. Æðuvíkin er rættiliga vorðin eitt ferðamál hjá familjum við børnum í jólamánaðinum. Jólabygdin er heilt avgjørt verd eina vitjan. Jólabygdin er tendrað Hans Pauli Højgaard helt jólatalu í Æðuvík sunnukvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen Jólamenn vóru eisini á vitjan í Æðuvík Mynd: Vilmund Jacobsen - Miðalhitin í november hevur seinastu 30 árini verið 4,9 stig, men í november í ár var miðalhitin heili 6,4 stig, sum er hálvt annað stig meira, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur Hitalag Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í greinastubba á hesum síð­unum verður víst á, at veðurlagsgranskarar spáa heitari veðurlag á jørð­ini komandi tríggjar mán­að­ir­ nar. Veðurfrøðingurin hjá Sos­ i­­al­in­um, Petur Skeel Ja­cob­ sen, hevur í morgun hugt at miðalhitanum í Føroyum í november í ár í mun til miðalhitan í november annars. Úrslitið er, at tað hevur ver­ið munandi heitari í ár enn vanligt. Petur Skeel Jacobsen sig­ ur, at miðalhitin í november sein­as­tu 30 árini hevur ver­ ið 4,9 stig, men í ár lá hit­in um heili 6,4 stig, sum er hál­va annað stig heitari enn van­ligt. - Hetta er rættiliga nógv, tá ið havt verður í huga, at hita­mát­ing­ar eru gjørdar í so mong ár, sigur hann. Tað er gran­skin­gar­stovn­ ur­in IRI (The International Re­sear­ch Institute for Cli­ ma­te and Society), sum hev­ur ávarað um heitari veð­ur­lag á jørðini komandi mán­að­ir­na­r. Samstundis, sum hitin hev­ur verið hálvt annað stig hægri í Føroyum í nov­ em­ber í ár enn ein miðal nov­em­ber mánaða, hevur væt­an eisini verið út við hel­min­g­in meira. Hálvt annað stig heitari í november