Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 234 - 4. desember 2006 Hóast tað helst fara at ganga nógv ár, til vit fáa munandi inntøkur frá møguligum oljukeldum - um vit nakrantíð fáa tær - so er kortini rætt at fyrireika seg til tær komandi avbjóðingar, sum inntøkur frá olju- og gasframleiðslu bera við sær. Hetta er júst tað evnið, sum árliga jólatingið hjá Oljutinginum fer at taka upp í kvøld. Undan tinginum sigur nevndin í Oljutinginum, at flestu luttakarar í føroysku oljuvinnuni munnu vera samdir um, at fyrireikingarnar til oljuvinnuna vóru fyrimyndarligar og væleydnðar. Henda leist heldur Oljutingið, at vit eisini eiga at fylgja í framtíðini. Tískil fer Oljutingið at seta hol á kjakið viðvíkjandi einum møguligum føroyskum oljugrunni og hvussu ein slíkur kann skipast. Í hesum sambandi hevur Oljutingið bjóðað Pal Haugerud, stjóra fyri deildini, sum umsitur oljugrunnin í norska fíggjarmálaráðnum til Føroya at greiða frá, hvussu norski oljugrunn­ urin er skipaður og hvønn týdning hann hevur fyri norska samfelagið. Eisini er Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, boðin við at greiða frá, hvørja støðu hann hevur til ein føroyskan oljugrunn. Nú er hetta kanska ikki tann mest ”upp­ muntrandi” tíðin at tosa um komandi inntøkur frá oljuframleiðslu. Tað er bert góður mánaði síðani, at vit fingu at vita, at lovandi boringin á landgrunninum ikki gav nakra olju. Kortini vita vit, at ikki færri enn tveir brunnar standa á skránni komandi tvey árini. Somuleiðis verður enn ein útbjóðing fyrireikað og síðani eru øll tey loyvini, sum vórðu latin í 2. útbjóðing. Vit kunnu tí vænta nógv leitivirksemi við Føroyar komandi árini. Stór boriverkætlan er eisini í gongd hinumegin markið. Umboð fyri Jarðfeingi hava eisini júst verið á ráðstevnu í London, har fleiri stór altjóða oljufeløg vístu Føroyum ans. So tá oljutingið tekur spurningin um oljugrunn upp til orðaskifti má tað sigast at vera í tráð við ynskini hjá føroyingum um, at oljuvinnan, tá og um hon gerst ein stór og týðandi vinna her á landi, er so væl fyrireikað sum til ber. Sosialurin Orðaskifti um oljugrunn Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Nú menn í drúgva tíð hava lov­prísað Lot og samstundis hótt við Sodoma og Gomorra, helt eg tað verða best, at eg enn einaferð fór at lesa um Lot. Lot hevur altíð staðið fyri mær sum ræðumyndin av einum pápa. Í fyrstu Mósubók 19. kap­ it­ul verður greitt frá, tá ið eingl­ar vitja Lot. Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Só­do­ mu; og tá ið Lot, sum sat í borg­ar­liði Sódomo, bar eyga við teir, fór hann ímóti teim­um, lútaði til jarðar og mælti: »Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara«. Men teir svar­ aðu: »Nei, vit vilja sova úti á torginum í nátt«. Men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum; og tá ið teir komu inn í hús hansara, setti hann mat fyri teir, bak­ aði ósúrgaðar køkur, og teir ótu. Men áður enn teir vóru farnir til hvíldar, slógu borg­ ar­mennirnir, íbúgvar Só­d­ omu, ring um húsið, bæði ung­ir og gamlir, hvør maður av húsi. Og teir rópaðu á Lot og søgdu: »Hvar eru menn­inir, sum komu til tín í kvøld? Send teir út til okkara, so at vit mega svala girndarhug okkara á teim­um. Lot fór út í dyr til teirra, lokaði hurðina eft­ ir sær og segði við teir: »Fremji, brøður mínir, fyri alt ongar ósømdir. Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum, geri við tær, sum tit vilja; men latið hesar menninar vera í náðum, tá teir nú eru komn­ir inn undir skuggan av taki mínum! Tá rópaðu teir »Hav teg burtur. Hesin eini maður er komin higar at búgva sum fremmandur, og nú vil hann gera seg til dóm­ara; men nú skulu vit fara verri við tær enn við teim­um«. Og teir løgdu á mann­in, á Lot, og nærkaðust til at bróta upp hurðina. Tá rættu mennirnir hondina út­um, tóku Lot til sín inn í húsið og lokaðu hurðina. Men menninar, sum vóru uttan fyri húsdyrnar, blindaðu teir, bæði smáar og stórar, so at teir góvust at finna inn­gongdina. Og menninir (einglarnir)? søgdu við Lot: Alt skyldfólk títt, mágar tínir, synir tínar og døtur og alt, sum tú eig­ ur í borgini, skalt tú føra burt­ur frá hesum staði, tí at vit ætla at oyða hendan stað­in, av tí at rópið yvir teir er vorðið so mikið fyri Harranum, at Harrin hevur sent okkum at oyða staðin. Tá fór Lot at tala við mág­ar sínar, ið skuldu fáa døt­ur hansra, og mælti: »Standi upp og rýmið hið­ an, tí at Harrin ætlar at oyða staðin«: Men mágar hansara tóku hetta upp fyri gjøldur. Orð til umhugsan Frá barni av, havi eg trú, at einglarnir komu til Lot, men eftir tí, vit her hava lis­ ið, síggja vit, at teir ongan hug høvdu at fara heim við hon­um, teir søgdu enn tá nei at byrja við men hann strongdi so á teir, at teir fóru við honum. Tá hann síð­ani kemur í trongstøðu av hesum monnum, bjóðar hann døtur sínar fram við hes­um orðum. Sí, eg havi tvær døtur, sum ikki hava kent kallmann; tær skal eg fáa tykkum; gerið við tær, sum tit vilja. Tað fer mær kalt niður eftir ryggi bara at lesa henda setning. Vit hava lisið og hoyrt gjøgn­um fjølmiðlarnar, um ein pápa í Tønder, sum gjørdi tað sama sum Lot. Hann situr í fongsli og fleiri við honum. Lot hevði uttan iva sitið undir lið­ini á teimum, um hetta hendi í dag. Tað, sum eisini er áhugavert at lesa er: Tá fór Lot at tosa við mágar sínar, ið skuldu fáa døtur han­s­ara. Tað vil siga, hevur Lot fyrst lovað døtur sínar burt­ur, hevði hann í hvussu er, ongan rætt til at bjóða tær fram. Tá ið skrivað verður í Bíbl­ iuni, verður ofta við smá­ um bókstavum skrivað nið­ an fyri eitt vers, sum vísir til somu umrøddu tekst. Nið­an fyri vers 4 stendur. Dóm. 19,22. Henda søga er ikki minni ótespilig, hon er eisini um ein mann, ið hevur bjóðað fremmandum manni heim at gista. Men með­an teir soleiðis gjørdu sær til góðar, kringsettu borg­ar­menninir húsið - hesi ó­týggi - og teir bardu á hurð­ina og rópaðu á hin gamla mannin, sum átti hús­ið, og søgdu: »Kom út hig­ar við manninum, sum er komin til tín, so at vit mega kenna hann«! Men mað­urin, sum átti húsið, fór út til teirra og segði við teir: »Nei, brøður mínir! Ger­ið nú einki ilt! Maðurin er komin inn í hús mítt; og tit skulu ikki gera tílíka skemd­ar­gerð! Men her hava tit dóttur mína, sum er moyggj; neyðtakið hana, og farið við henni, sum tykk­ um lystir! Men móti hes­um manni skulu tit ikki fremja tílíka skemdargerð«! Men menninir vildu ikki lurta eft­ir honum. Tá tók mað­ ur­in (tann fremmandi) hjá­ konu sína og leiddi hana út á gøtuna til teirra; og teir framdu vilja sín og fóru illa við henni alla náttina og alt út á morgunin og sleptu henni ikki fyrr enn tað lýsti av degi. Í lýsingini kom hon aftur og datt niður fyri húsdurum mansins, har sum húsbóndi hennara var, og har varð hon liggjandi, til tað var alljóst. Men um morgunin, tá ið húsbóndi hennara fór upp og læt húsdyrnar upp og gjørdi seg til at fara av­stað, tá lá konan, hjákona hans­ ara, fyri húsdurunum við hondunum niður á gátt­ina. Hann segði tá við hana: »Rís upp og latum okk­um fara avstað«! Men hon svaraði ikki. Tá tók hann hana upp á asnan og byrj­ aði ferðina heim. Men tá ið hann var heimkomin, tók hann knívin og tók so hjá­ konu sína og skar hana lim fyri lim sundur í 12 lutir og sendi teir um alt Ísraels land. Og monnunum, sum hann sendi, beyð hann at siga við hvønn Ísraelsmann: »Hev­ ur tílíkt hent, síðan Ís­ra­els­ menn fóru úr Egyptalandi? Hug­leiðið hetta og leggið ráð saman og sigið, hvat tit halda«! Og hvør, sum sá tað, segði: »Tílíkt hevur ikki hent, síðan Ísraelsmenn fóru út úr Egyptalandi«! Ein kann ikki siga annað, enn hetta er ein óhugnaligur lesn­aður. Tí undrar tað meg stór­ liga, at annars skilagóðir menn so heilt kunna missa tam­ar­haldið á sær sjálvum, lov­prísa Lot og í sama and­ a­drátti hótta við Sodoma og Gomorra. Vit hoyra um eldgos, jarðskjálvta og vatn­ flóð hvønn dag. Hvat hava hesi fólk gjørt, ið búgva á hes­um støðum? Vit, ið siga okkum trúgva, at Gud hevur lív og anda, vilja nú sjálvi sleppa at lúka og góðskumeta hans­ ara skap­arverk. Hevði tað tá ikki verið betri, um vit, ið halda okkum vera tey útvaldu, hjálptu til, so at øll kundu fingið gleði av teirra foldarlívið. Lot sum fyrimynd Nicolina Jensen Beder