mánadagur 4. desember 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2006
11
tíðindi
Vit mugu leggja tað, sum
farið er aftur um bak, vísa
hvørjum øðrum álit, taka
støðu og síðani í felag seta
dagsskránna
Suðuroy er landafrøðiliga
ein samanhangandi eind
og tí ein arbeiðsmarknaður
fyri seg, eins og vit í stóran
mun eru felags um eitt
nú eldraøkið, skúlaøkið
og mentunarøkið. Tað er
av størsta týdningi, at hesi
viðurskifti verða samskipað
á skilabesta hátt, soleiðis at
sum fragast fæðst burtur úr
givna tilfeinginum. Lands
politiskt eru vit eitt valdømi.
Tí er eisini ógvuliga umráð
andi, at økið stendur saman
út eftir, finnur felags stev,
og fær sum fragast burtur
úr landspolitiskt.
Miðnámsskúlin ein
landspolitisk ræðumynd
Longu við løgtingslóg nr.
62 frá 9. juni 1988 varð
heimilað
landsstýrinum
at fara undir bygging av
miðnámsskúla og næminga
heimi í Hovi. Eisini vóru
ætlanir frammi um at
byggja handilsskúla í Suð
uroynni. Ì dag – 18 ár
seinni - eru tvinni grundøki
gjørd byggibúgvin til Mið
námsskúla, men eingin
skúli er bygdur, meðan
næmingaheimið, sum var
við í upprunaætlanini, er
gloppið okkum av hondum.
Ætlaninar um bygging av
handilsskúla gjørdust av
ongum, eins og lands- og
kommunupolitiskur ófrið
ur framvegis ræður við
víkjandi
byggingini
av
miðnámsskúla og nú eisini
um bygging av ellis- og
røktarheimið. Hóast talan
er um landspolitisk málsøki
burtur av og ábyrgdin tí
fult og heilt liggur hjá
okkara landspolitikarum,
eri eg sannførdur um, at
høvdu vit í 1988 eitt felags
forum, sum vegna oynna
sum heild tók avgerðir og
setti dagsskránna mótvegis
teimum í økinum valdu
landspolitikarunum og mót
vegis landspolitisku mynd
ugleikunum sum heild, var
støðan øðrvísi. Nú er bert
at vóna, at ígongdverandi
ætlan um bygging av
Miðnámsskúla og byggingin
av ellis- og røktarheiminum,
soleiðis sum nakrar av
kommununum ynskja tað,
verða framdar í verki.
Allir landspolitisku flokk
arnir hava gjøgnum árini
so ella so verið við til at
flyta miðnámsskúlan aftur
og fram millum bygdirnar
í oynni. Tí tænir tað ongum
endamáli at gera málið
flokkspolitiskt, soleiðis sum
landspolitikarar og okkurt
valfelag í oynni gera.
Kommunupolitiskar
sólskinssøgur
Tá sagt verður, at kommunu
politikararnir í oynni ikki
kunnu samstarva og ikki
hava álit hvør á øðrum,
er tað ikki veruleikin.
Hettar varð so staðiliga
prógvað, tá báðar tær størru
kommunurnar í oynni, eftir
innbjóðing frá Vágs Býráð,
á fundi í Øravík tann 27.
apríl 2005 samdust um, hvar
ávikavist miðnámsskúli og
ellis- og røktarheim kundu
verða bygd, samstundis
sum kommunurnar vóru til
reiðar at fara saman í eina
kommunu. Á fundinum
bleiv givið og tikið og fingu
vit ikki øll okkara vilja.
Tað týdningarmesta var tó,
at ein semja um eina væl
nýtiliga ætlan varð fingin
í lag. Hóast tað elvdi til
nakað av misnøgd, at báðar
tær størru kommunurnar
vóru í so bráðar, og ikki
savnaðu sær undirtøku
hjá smærru kommunum
í oynni, áðrenn farið varð
norður í landsstýrið, má sam
anumtikið sigast, at talan
var um eina stórhending.
Hugstoytt og niðurbrótandi
var tað hinvegin, at lands
politikararnir dagin eftir
tóku kommunurnar av ræði
og kolldømdu loysnina.
Hettar ítøkiliga dømi um
manglandi stev millum
kommunupolitikarar
og
landspolitikarar í oynni,
elvdi til stóra ónøgd og
misálit á landspolitikararnr,
heldur enn á kommunu
politikararnar í oynni. Lemj
andi ófriðurin um bæði
miðnámsskúla/ellis-
og
røktarheim og um komm
unusamanlegging helt tí
áfram og breiddi seg seinni
til bý- og bygdaráðini.
Umframt at kommunurnar
í oynni samstarva um felags
barnaverndarnevnd,
eru
kommunurnar eisini á einum
málið um eitt nú bygging av
eftirskúla í Hvalba, eins og
kommunurnar eru samdar
um arbeiðsleist og fígging
av Suðuroyarætlanini. Eisini
á øðrum økjum er samstarv
um alla oynna og hava t.d.
bæði svimjifeløgini við
góðum úrslitum samstarva í
longri tíð, eins og samstarv
hevur tikið seg upp millum
bóltfeløgini.
Stevið
er
kanska ikki helt gott enn
– tó munin fragari enn
millum landspolitikararnar
í oynni.
Fyrimunir við at savnað
oynna í eina kommunu
Nakrir av fyrimunum, ið
hava verið nevndir, eru í
høvuðsheitum hesir:
Ein sterk, ógegnig og
munadyggari
kommunal
umsiting, sum, umframt
at røkja verandi uppgávur
betur, hevði verið før fyri
at røkt fleiri og størri upp
gávur, sum í dag skapa
arbeiðspláss í meginøki
num.
Grundarlag fyri størri
serkunnleika á tí tekniska
økinum og innan eitt nú
løgfrøði, grannskoðan og
búskaparfrøði á staðnum,
heldur enn at rinda fyri ser
kunnleika aðra staðni frá,
umframt at hettar hevði
skapt tiltrongd, vællønt
størv í økinum.
Felags stev á landspolit
iskum stigi. Hettar soleiðis
at oyggin sjálv setir dags
skránna og skipar økið sum
eina heild.
Eina munadygga fíggjar
ætlan, heldur enn fleiri
smáar fíggjarætlanir.
Yvirskipaða íløguætlan
fyri økið, heldur enn sum
nú, har smærri eindirnar
hvør sær gera somu íløgur.
Fyrimunirnir, sum eru
ávístir omanfyri, eru yvir
skipaðar, ítøkiligar og eftir
mínum tykki neyðugar
broytingar, um vit skulu
menna oynna aftur.
Vansarnir við at savna
oynna í eina kommunu
Teir vansar, ið hinvegin
hava verið nevndir, eru í
stuttum hesir.
Fyrimunir og vansar eru
ikki nóg væl lýstir fyri borg
arunum.
Politikararnir hava ikki
álit hvør á øðrum og duga
ov illa at tosa saman.
Talan er um nýtt og í
nógvar mátar ókent evni.
Her er talan um heldur
óítøkiligan, kenslubornan
ótta fyri broytingum. Tá
sagt verður, at fyrimunir
og vansar ikki eru nóg væl
lýstir og at talan er um
nýtt - og í nógvar mátar
ókent evni, er talan um
eina ávísa undirmeting av
borgarunum. Tosað hevur
nevniliga verið um komm
unusamanleggingar
nú
í fleiri ár, eins og komm
unur aðrastaðni í landin
um hava lagt saman – og
tað við góðum úrslitum.
Hvat álitinum og tosingar
lagnum millum komm
unupolitikarnar í oynni
viðvíkur, er tað í høvuðs
heitum
landspolitisk
ógreiða, eitt nú viðvíkjandi
ábyrgdarbýtinum millum
land og kommunur, umframt
landspolitisk uppílegging í
kommunal viðurskifti, sum
hevur elvt til sundurlyndi
í oynni. Tíverri er eisini
komið fyri, at einstakir
kommunupolitikarar
í
maktarloysi
ikki
hava
kent sær hógv og tí hava
úttalað seg knortlut og
ógvusliga til fjølmiðlarnar
og harvið borið brenni á
bálið. Eg eri tó sannførdur
um, at langt teir flestu
kommunupolitikararnir
í oynni hava álit hvør á
øðrum og eru til reiðar at
tosa seg til rættis, soleiðis
sum gjørt varð á omanfyri
nevnda fundi í Øravík.
Við
støðugt
fallandi
fólkatali, versnandi inn
tøkugrundarlag, sum gerst
alt meira óstøðugt, eins og
aldurs- og kynsbýtið gerst
alt meira avlagað, eru ikki
stundir at draga málið enn
longur út. Okkara ung
dómur hevur hvørki hug
ella stundir til at bíða – tey
flyta burtur.
Tvær kommunur í einari
oyggj er ikki loysnin
Eydnast tað ikki at leggja
oynna saman í eina komm
unu á hesum sinni, er betur
at
varðveita
núverandi
bygnað, heldur enn at býta
oynna í tvær kommunur.
Verður talan um tvær
kommunur, gleppa omanfyri
ávístu fyrimunir okkum av
hondum komandi árini, eins
og tað í mínum hugaheimi
er lítil ivi um, at óhepnað
kapppingin millum tey
bæði størru plássini í oynni
fer at halda áfram og enntá
økist. Sum støðan er í dag
við 7 kommunum, síggja
vit eisini týðuliga, at valdu
landspolitikararnir verja
borg og gjara út, alt eftir
um teir hava sítt heimabeiti
sunnan - ella norðan fyri
Hovstúgvu. Leggja vit ikki
saman í eina kommunu,
verður oyggin mest sannlíkt
framhaldandi landspolitiskt
sindrað í tvinnar hálvur,
har Suðuroyggin sum heild
verður stórið taparin. Tí er
tað umráðandi, at vit hava
dirvið til at standa saman
og vísa hvør øðrum álit,
fyri síðani at taka avgerðir,
Suðuroynni
sum
heild,
fjøldini og framtíðini til
frama.
Gamlar landspolitiskar
syndir
Tíverri eru enn nøkur,
ið sum undarførslu fyri
samanlegging
í
eina
kommunu, gera tað til ein
kommunupolitiskan trupul
leika, at ávísir landsstovnar,
okkurt virki, sum hevur
verið hálvalment, og onkur
almennur skúli, gjøgnum
árini eru flutt av Tvøroyri
ella úr Vági. Her er enn
einaferð talan um avgerðir,
tiknar í landsstýri, á løgtingi
ella í landsfyrisitingum
í Havn. Tað er tí ikki
rætt og rímuligt at skjóta
kommunupolitikarum
í
Suðuroynni hesi viðurskifti
í skógvarnar. Leggja vit
oynna saman í eina komm
unu og stilla ópolitskt upp,
tá val verður til eitt felags
kommunustýri, vildi eg
mett, at vit í størri mun
sleppa undan slíkum órógv
andi illgitingum.
Lat okkum taka við læru,
lata tað sum farið er liggja
og í felag ganga framtíðini
á møti.
Saman stendur Suðuroy sterkari
Tvøroyri
Jaspur
Vang
Í Dimmu og Sosialinum
28. novembur sigur Sølv
ar Michelsen úr »Sig nei-
bólkinum« soleiðis:
»Ongastaðni vísir søga n
okkum, at samkynd hava
verið fyri happing sum
bólkur…«.
Tíverri er hetta ikki satt.
Í hvussu er ikki, um vit
eru samd um, at happing
í ringasta føri elvir til
harðskap og týning.
Fúlasta dømið um for
fylging av samkyndum
er, sum ikki einaferð, úr
Nazitýsklandi og hersettu
londunum. Í vitloysinum
at reinsa 1000-ára ríkið
fyri spillu, vóru saman
við jødum, sigoynarum,
Jehova vitnum, brekað
um, kommunistum, sosi
aldemokratum og vinstr
ahallum annars, eisini
samkynd savnað í legur.
Har skuldu samkyndu
menninir bera ljósareyð
an tríhyrning seymaðan
á klæðini. Kvinnurnar
bóru svartan tríhyrning.
Eina meting um, hvussu
nógv samkynd lótu lív í
jagstranini ber sjálvandi
til at finna fram.
Men í Amsterdam,
framman fyri Vestur
kirkjuni, er í hvussu
er
eitt
»homomonu
ment«. Tríggir tríhyrn
ingar úr ljósareyðum
granittsteini, til minnis
um tey samkyndu, ið
vórðu jagstrað og týnd
undir nazismuni. Javnan
liggja blómur við minn
ismerkið.
Og lat okkum dvølja í
Amsterdam og í Hollandi.
Tí hagar rýmdu í síni
tíð øll tey, ið talaðu fyri
frælsari hugsan. Eitt nú
John Locke, sum í 1689
gav út bókina »Bræv um
tolsemi«, ið væl er verd
at lesa í dag.
Aftan fyri Vesturkirkj
una í Amsterdam liggur
Anne Frank Huis, húsini
har Anna Frank, saman
við foreldrunum og nøkr
um vinfólkum teirra, ið
øll vóru jødar, goymdi
seg fyri nazistisku út
reinskanini. Uttan fyri
Vesturkirkjuna stendur
standmynd
av
Onnu
Frank. Standmyndin er
sera lítil, og hetta undr
ar í fyrstani, serliga nú
Sigmundur Brestisson
stendur framman fyri
okkara
Vesturkirkju
við útbreiddum ørmun
sum ein annar DiCaprio
í stevninum á Titanic.
Men sum frálíður skilir
tú, at myndin av hesi lítlu
gentuni við boygdum
høvdi
og
hondunum
samanløgdum framman
fyri sær móti kjólanum,
júst er rætta myndin.
Hótti hendan lítla gentan
germansku rasuna?
Men nazistarnir vóru
ikki teir einastu, ið for
fylgdu
samkyndum.
Í
Sovjetsamveldinum
taldust
homoseksuel
ikki imillum homo-sov
jetika (nýggja sovjet-
menniskjað). Samkynd
vórðu mett sum forderv
að og sjúk. Tí varð, við
vísindaligum framferð
arhátti, roynt at grøða
samkynd. Mær vitandi
eru hesar royndir ikki at
finna í lesnaðinum, ið
læknar um okkara leiðir
brúka.
Í frælsa heiminum
var upp móti nýggjari
tíð (60-ini) lógarbrot
at verða samkyndur,
so sum onglendingurin
segði: »Leypst tú úr skáp
inum, so varð tú læstur
inni«. Og í USA metti
McCarthy tey samkyndu
at vera næstan líka stór
hóttan móti tjóðini sum
kommunistar.
Vit kunnu siga ja ella
nei, men at gloyma ella
tiga hesar sannleikar burt
ur er skammiligt móti
minninum um tey, ið rakt
vórðu.
Viðmerking til
Sølvar Michelsen
Herálvur
Jacobsen
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.