mánadagur 4. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 234 - 4. desember 2006
Bókaummæli
Eyðun Joensen,
sálarfrøðingur
Næstseinasta mánaðarskift
ið kom út forvitnislig bók
og sum so helst hin fyrsta
av sínum slagi í Føroyum.
Tað er Tórun Ellingsgaard,
journalistur, sum so gjølla,
hegnisliga og eymt hevur
lýst lív og uppvøkstur hjá
tí nú 40 ára gomlu og frá
føðingini fjølbrekaðu Janu,
einkardóttir teirr a Helenu
og Hanus Samuelsen í Hoy
vík og einkarsystkin Óla
Samró í Hollandi.
Talan er um grípandi,
bersøgnan, hugvekjandi og
samstundis væl frágingnan,
sakligan lestur, sum fevnir
um so mangt annað við
komandi enn søguna um
Janu, eldsálir, slóðbrótarar,
umsorgan og ósvikaliga
kærleika næstringanna.
Bókin
lýsir
nevnliga
eisini væl søguna um tey
menningartarnaðu í Føroy
um og tey veldugu fram
tøk, sum ótroyttiligar eld
sálir saman við Helenu
og teimum hava framt ta
seinastu hálvu øldina frá
tí mannavondu og mangan
tvingaðu
forfjóning
av
menningartarnaðum føroy
ingum niður á Rødbygård
fram til, at tað ikki longur
gjørdist neyðugt at senda
hesi børn við so skerdum
førleikum burtur í fremmant
land til fremmandar um
støður, øðr vísi tungumál og
aðr a siðvenju og mentan
enn ta heimligu.
Og tá tú lesur hesa bók,
ger tað ikki verr i samstund
is at hoyra Jógvan Arge
lesa upp úr søguliga verk
inum hjá Doris Hansen
“Um hini”. Hesar báðar
bøkur supplera sera væl
hvørja aðr a. Hin fyrr a neyv
søgugjøgnumgongd
og
henda seinra somuleiðis
søga, men meira bygd upp
um ítøkiligar mannalagnur
og feskari aktualitet.
Bókin
byrjar
við
tí
truplu avbjóðing, tað er at
muga ásanna sum annars
spillfrísk familja at hava
fingið fjølbrekað barn. Vit
spyrja hví, men fáa einki
svar, og eg veit frá mínum
arbeiðslívi um illa ands- og/
ella sinnisbrekað foreldur ,
bæði tvey, sum kortini bara
hava fingið vælment børn.
Bókin lýsir øgiligar av
bjóðingar hjá næstringum
til menningartarnað og ber
samsvarandi boð um at
loysa úr lagdi og at bróta
upp úr nýggjum hjá eini
vanligari
kjarnufamilju,
sum í lívsins vónríka vári
fær eitt so fjølbrekað barn
sum Janu, og so eru tað
eisini so mangar aðr ar
familjur í líknandi støðu
og summar við enntá fleiri
brekaðum børnum.
Bókin sigur søguna um
familjunnar
ómetaliga
stríð og strev fyri egnar
sakir, men eisini orku og
yvirskot til at taka hend
ur saman við øðr um javn
stillaðum at skora á avvarð
andi myndugleikar í eini
tíð, har samfelagið als
ikki var gearað til at taka
hond um brekað fólk og
teirr a avvarð andi. Bókin
er eisini ein viðkomandi,
um enn stundum bersøgin,
partur av søguni um Javna,
landsfelagsskapin
ands
brekaðum at bata og ikki
minst tað hjá Óla at vera
einkarsystkin til eina so
svárt brekaða lítlasystir,
sum kom at fylla so nógv í
teirr a heimi og huga.
Higartil hava á føroyskum
mest verið skrivaðar lívs
søgur um búskaparlig stór
menni, og gott tað sama,
men bókin um Janu er hóp
in øðr vísi bæði í skapi og
innihaldi. Har eru eingi
hagtøl um so og so nógvar
mettaðar munnar, men bert
tey trý smáu, stetlandi fet
ini, sum síðani tíverr i skjótt
svunnu burtur aftur fyri
well.
Havi sjálvur í undirvís
ingarhøpi javnan skoytt
hetta uppí, at sjálvt sera
truplar avbjóðingar hjá
summum
menniskjum
kunnu elva til víðskygni
og aðr a menning, kveikja
orku, sum ein ikki visti av
og annars geva lívinum
nýtt
og
víðfevndari
innihald.Slíkt er so lætt
hjá okkum øðr um at
siga , og eg fekk eisini
eina ordans ábreiðslu
frá avvarð andi í dýrastu
neyð, tá eg einaferð
hevði fyri munni, at
vit í grundini høvdu
brúk fyri brekðum
meðmenniskjum fyri
reiði liga at fata og
seta prís upp á fríska
tilveru.
Tað hevur verið
sagt, at tað var heppið,
at tað vóru Hanus,
Helena og Óli, sum gjørdust
familja hjá Janu, síðani tey
høvdu ella fingu orku til at
taka sær av henni og síðani
saman við øðr um skorð a
undir Javna, landsfelagið
menningartarnaðum
at
frama.
Ikki tí, tað eru so mong
onnur húski í líknandi støðu,
og tí er bókin um Janu
umframt eitt herð aklapp
til hennara ein uppiborin
viðurkenning til tey mongu
onnur avvarð andi at fjøl
brekaðum fólki, ein viður
kenning til almenn starvs
fólk, sum royna sítt ítasta at
stimbra og veita brekaðum
sum mest av lívsdygd, ein
viðurkenning til øll tey
mongu í Javna umframt ein
viðurkenning til almennu
Føroyar,
sum
seinastu
hálvu øldina hóast alt eru
komnar so langt framá at
veita eisini slíkum skerdum
meðborgarum og teirr a
mannsømilig kor, hóast tað
altíð verð ur at resta í.
Men tað dylist ikki fyri,
at uttan frumpionerar, jarn
brot, gravkýr, buldosarar
og aðr ar eldsálir saman við
hóvligum fólkum við hælin
var ikki vunnið so langt
framá menningartarnaðum
at bata. Eisini hetta stendur
í bókini, stundum í so
bersøgið og privatkent, men
tað ger bara bókina enn
meira spennandi at lesa,
umframt at tann fjølmenti
og landsumfatandi Javni-
felagsskapurin er dynam
iskur heldur enn einstátt
aður.
Ósemjur ella ei innan
felags? Eg havi í mínum
embæti í 3o ár havt nógv
samband við avvarð andi
til menningartarnað fólk
og skiftandi formenn og
nevndir í Javna umframt
verið uttanlands upp á
landsins besta saman við
øðr um embætisfólkum og
fólki frá Javna og havi so
ikki kunnað varnast annað
úteftir enn tryggan sam
róður fyri felags søk.
Tá eg tók hesa annars so
snotuligu og vísti tað seg so
væl skrivaðu bók fram ,fall
tað mær fyri bróstið teir í
mínum føri í so smáu og
bleiku stavirnar umframt
restandi
innihaldsyvirlit
og leitiorð skrá, síðani eg
fyri tað nógva brúki fak
bøkur at sláa upp í, men
ikki bilar, síðani bókin er
kronologiskt skipað og so
fangandi lestur, at ein illa
fær slept bókini fyrr enn
aftaná síðsta stav.
Faktuellar villur havi
eg ikki funnið, tó eg ivist
eitt sindur um málið um
yvirtøkuna av donsku and
veikraverndini, síðani eg
ørminnist um, at Karin
Kjølbro vegna Tjóðveldis
flokkin legði slíkt uppskot
fram á Løgtingi langt
áðr enn Javni fór at strevast
fyri tí málinum.
Og so ørkymlar tað helst
onnur enn meg, at Karin so
ofta og konsekvent verð ur
nevnd Joensen og ikki
Kjølbro, sum vit annars
kenna og ímynda okkum
hana bæði í politikki og
í sínum stóra arbeiði fyri
menningartarnaðum og ikki
minst Javna; men bókin er
fyri tað nógva skrivað út frá
keldutilfari, og Karin var
um tað mundið altso gift
Joensen.
Bókin um Janu er sum
neyðug almenn kunning
eisini væl skikkað til brúks
í øllum skúlaskapi líka frá
framhaldsdeild til yrkis
útbúgvingar innan skúla
skap, heilsurøkt og forsorg.
Men ikki minst er bókin
viðkomandi fyri avvarð andi
til brekað børn umframt
okkum mongu onnur, sum í
okkara fáfongd hildu evnið
vera okkum óviðkomandi
og kanska eisini sluppu
undan.
Brekað fólk og teirr a
avvarð andi eru partur av
samfelagnum og hava sam
haldsfesti frá øðr um so
søtliga uppiborið.
Og allarmest vænti eg
bókina um Janu kunna veita
teimum í Javna stimbur og
áræði til nú og framyvir at
bera førningin enn longur
fram á leið.
Eg vænti og vóni, at
bókin um Janu verð ur
væl fagnað, nógv lisin og
verð ur við til at kveikja
vaksandi samhaldsfesti í
okkum mongu, sum góð
varin bara taka tað sum
eina sjálvfylgju at sleppa
snikkaleys gjøgnum lívið.
P.S. Javni er sum vøkstur
lágur, krýpur fram við og
hevur lyndi at fjala seg,
so vit mugu níga niður at
fáa eyga á hann og tann
vónríka ljósagrøna litin.
Í okkara urtagarð i er
gróðursettur ein føroyskur
pílur. Hann hevur ment seg
líkt vøkstrinum Javna og
hóast nógva fjálgan ikki nær
námind øðr um javngomlum
runnum nærhendis, men eg
vildi treyðugt verið hann
fyri uttan, og tað er ikki
frítt fyri, at tann so følni
pílurin minnir meg á Janu
hjá Helenu, Hanusi og Óla.
Jana – eitt hjartabarn
- Bókin um Janu er sum neyðug almenn kunning eisini væl
skikkað til brúks í øllum skúlaskapi líka frá framhaldsdeild til
yrkisútbúgvingar innan skúlaskap, heilsurøkt og forsorg, heldur
Eyðun Joensen