mánadagur 4. desember 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2006
15
Føroyskur dansur
Her er ein onnur mynd hjá Eli Petersen. Føroyskur dansur
í stovuni f.v.: Ludvík Christiansen á Stykkinum og konan,
Elisabeth, Hanna Nielsen í Kvívík. Myndin er helst tikin í
60-unum í Kvívík.
nøvn
Neytakonur í Kvívík
Hendan myndin et tikin í umleið 1950 av neytakonum í Kvívík saman við nøkrum gentum.
Aftara rað f.v.: Sunneva Petersen og mamman Augusta Petersen og Maria Petersen.
Gentan í miðjuni er Jona Thomasen.
Fremra rað f.v.: Kára Petersen, eisini dóttir Augustu, og systrarnar Sigrun, Marjun og Elin Grønholm, døtur hjá
Hjørdis, f. Thomasen, og Verner Grønholm. Tær búðu í Danmark, og vóru komnar til Føroyar í summarferiu. Mamman,
Hjørdis, er dóttir Tummas Thomasen (Kvívíks Tummas).
Myndaeigari: Eli Petersen
Gamlar myndir:
Leygardagin 2. desember
fylti Hilmar Kass, fyrr
verandi sjómansskúlalærari
og løgtingsmaður, 80 ár.
Hilmar, ið er strandingur,
var í mong ár ímyndin av
Sjálvsstýrisflokkinum.
Hann fór 16 ára gamal til
skips við Austerlitz, sum
pápin førdi. Hann sigldi til
1948, tá hann fór at ganga á
stýrimansskúla og tók prógv
á vári í 1950. Síðan fór hann
til Keypmannahavnar, har
hann tók skipsføraraprógv í
1950 og prógv sum fjarritari
í 1951.
Eftir at hava siglt í fleiri
ár legðist hann upp á land
í 1957. Í 1962 tók hann
læraraprógv
á
Føroya
Læraraskúla og var lærari á
Millum- og realskúlanum í
Havn skúlaárið 1962-63.
Frá 1963 til 1969 var hann
lærari á Føroya Studenta
skúla í Hoydølum, umframt
at hann var próvdómari á
Føroya Sjómansskúla frá
1966-69.
Í 1969 fekk hann fekk
starv á Føroya Sjómans
skúla sum lærari, har
hann var varaskúlastjóri í
20 ár, frá 1973 til 1993.
Hann var settur skúlastjóri
í 1994, tá hann legði frá
sær á skúlanum sum 67 ára
gamal.
Í 1966 var Hilmar vald
ur inn á ting fyri Sjálv
stýrisflokkin
í
Suður
streymoyar vældømi. Hann
var formaður flokksins
og formaður í løgtingsins
marknaðarnevnd frá 1970-
74 og frá 1981-88. Hann
sat á tingi til 1988, tá hann
valdi ikki at stilla upp
aftur.
Umframt at Hilmar var
sjórættarlimur frá 1963-78,
hevur hann sitið í nógvum
ymiskum nevndum sum
t.d. nevndini í Hvíldar
heiminum Naina, Føroya
Barnaheimi
og
Trygg
ingarsambandinum Føroya,
har hann eisini var formaður
eitt langt tíðarskeið.
Hilmar hevur altíð havt
stóran áhuga fyri jarðar
brúki og seyðahaldi. Hann
eigur jørð bæði í Havn og á
Strondum, og honum dámar
framvegis væl at fáast við
jarðarbrúk.
Foreldrini hjá Hilmari
vóru Sanna, f. Lamhauge úr
Lamba, og Bartal Johansen
av Strondum.
Hilmar giftist við Lydiu,
f. Danielsen, úr Porkeri.
Tey eiga tvey børn: Bartal,
sum býr í Danmark, og
Anna sum býr í Hoyvik.
Barnabørnini eru fýra í
tali.
Hilmar Kass 80 ár