Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 234 - 4. desember 2006 SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk útlond – Leingi livi kollveltingin, sum fer at halda fram Hugo Chaez, forseti í Venesuela Stutt sagt Hávur tók beinið Leygardagin var tann 15 ára gamli Zak Gole­ biowski var farin ein túr við vatnbretti saman við einum vinmanni einar 700 kilometrar sunnan fyri býin Perth í Avstralia. Brádliga leyp ein hávur á Zak. Hávurin beit annað beinið av oman fyri knæ, og hitt beinið varð eisini illa bitið. Bjargingarmenn fingu Zak í land bein­ anvegin. Hann hevði mist nógv blóð og varð alt fyri eitt fluttur á sjúkrahús. Leiðin, har Zak varð álop­in, er hávaleið, men myndugleikarnir vita ikki, hvat hávaslag tað var, sum leyp á drongin. Í meðal verða umleið 15 fólk álopin av hávi í Avstralia um árið, men tað er sjáldan, men álopini krevja sjáldan mannalív. Slapp leysur Ein kanningardómari í Kroatia hevur gjørt av, at Branimir Glavas skal latast leysur úr varð­hald­ inum, sjálvt um ill­­gruni er um, at hann framdi krígs­brots­verk und­ir borg­ ara­krígnum á Balkan fyrst í nítiárunum. Branimir Glavas hevur verið í hung­ urs­verk­falli í ein mánað og er sera veikur, og tí hevur dómarin gjørt av at lata hann leysan. Tann 50 ára gamli Glavas hevur alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur, og hann fór í hungursverkfall fyri at mótmæla, at hann var tikin. Hann er annars undir illgruna fyri at hava beint fyri fleiri serbum í Kroatia undir borgarakrígnum. Srasi-filmur bestur Týski filmurin ”Lívið hjá hinum”, sum er um virksemið hjá loyni­ ligu løgregluni í gamla Eysturtýsklandi, Stasi, vann tvær virðis­lønir á evropeiska film­festi­val­ inum í Warszawa um viku­skiftið. Filmurin varð kostin tann besti evro­ peiski filmurin í ár, og Ulrich Muhle fekk virðis­ løn sum besti leik­ari. Tann umstríddi Hugo Chavez heldur fram sum forseti í Venesuela eftir stórsigur í gjár. - Leingi livi kollveltingin, rópti Hugo Chavez, tá val­ nevndin hevði boðað frá, at hann hevði vunnið for­ setavalið. Uppteljingin var ikki liðug, men Chavez var so langt framman fyri mótvalevnið, Manuel Rosales, at sigurin var vís­ ur. Valnevndin kunngjørdi í morgun, at tá 78 prosent av atkvøðunum vóru taldar, hevði Chavez fingið 61 pro­ sent og Rosales 38 prosent. - Vit ásanna, at tey vunnu á okkum í dag, men stríðið heldur fram, segði Manuel Rosales. Hann er guvernørur í tí oljuríka landspartinum Zulia og stillaði upp fyri andstøðuflokkarnar. Eygleiðarar siga, at tann greiði sigurin gevur Hugo Chavez heimild til at halda fram við tí, sum hann sjálvur kallar ”tann bolivianska kollveltingin”, og sum hevur gjørt, at hann er illa lýddur í yvirstættini í Venesuela og í Washington. Harafturímóti er hann sera væl lýddur millum tey fá­tæku í Venesuela, og tað var teimum fyri at takka, at hann vann í 1998 og 2000. Tey hava eisini valt hann hesaferð, og sigurin í gjár var størri enn hinir báðir. Venesuela er eitt av teimum stóru oljulondunum, og Cha­ vez brúkar altsamt fleiri oljupengar til sosialar skip­ anir, heilsumál og út­búgv­ ing, sum serliga koma teim­ um fátæku til gagns. Ein amerikanskur hermaður hevur fingið 40 ára fongsul fyri at hava neyðtikið eina kvinnu í Filips­ oyggjunum Daniel Smith fekk í morgun at vita, at hann skal sita í fongsli í Filipsoyggjunum tey næstu 40 árini. Fyri einum mánað síðani neyðtók Daniel Smith eina filipinska kvinnu í einum bili inni á einari niðurlagdari amerikanskari herstøð. Kvinnan, sum ikki er nevnd við navni í sambandi við málið, var drukkin. Í rættinum viðgekk Daniel Smith, at hann hevði havt samlegu við kvinnuni, men hann helt uppá, at hon hevði ikki sett seg upp ímóti tí. Men Benjamin Pozon, dómari, trúði ikki frá­greið­ ing hansara og dømdi tann unga hermannin 40 ára fongsul. Sambært ákæruritinum vóru tríggir aðrir ameri­ kanskir hermenn vitni til neyðtøkuna, og teir skulu eisini hava eggjað honum til at neyðtaka kvinnuna. Kortini vórðu teir fríkendir. Rættarmálið ímóti amerikonsku hermonn­un­ um hevur fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum í Filipsoyggjunum og hev­ur elvt til stórar mót­mælis­ gongur. Spenningur í Libanon Um vikuskiftið kring­ settu fleiri túsund mót­ mælis­fólk stjórnar­skriv­ stov­urnar í libanska høv­uðsstaðnum Beirut, og tey sýta fyri at fara haðani, fyrr enn stjórnin leggur frá sær. Vesturlendskir eyg­ leiðarar í Beirut siga, at mót­mælið hevur verið friðar­ligt, men at støðan er spent. Í gjár ljóðaði, at Hizbollah fer at royna at taka stjórnarskrivstovurnar, og tað fekk libanska herin at senda hermenn og stríðsvognar at verja bygningin. Herovastin hevur sagt, at herurin fer at svara øllum álopum á stjórnarskrivstovurnar. Mótmælisfólkini hava svarað, at tey fara ikki til hús, fyrr enn stjórnin leggur frá sær. Hann fekk seks ár afturat 40 ára fongsul fyri neyðtøku Daniel Smirh í miðjuni Hugo Chavez verður sitandi sum forseti