mánadagur 4. desember 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
46
1) Tankados Kode: Dan Brown
2) Vi, de druknede: Carsten Jensen
3) Nynnes dagbog: 3 Henriette lind
4) Madame Terror: Jan Gouillou
5) Den ukendte hustru: Leif Davidsen
6) Nobels testmente: Liza Marklund
7) Pigen der legede med ilden: Stieg Larson
8) Skæbnegalleriet: Helle Stangerup
9) De ti herskere: Christian Mørk
10) Hushjælp søges: Sophie Kinsella
Lesið eina góða bók
Hjá nógvum eru jólini bjargað, um ein góð bók liggur undir
trænum. Tá hava vit endiliga tíð til at seta okkum afturá at lesa
til bókin er liðug og rópt verður “ger so væl” til næstu máltíð.
Til tey natúrligu
Føroya NáTTúra
Yrkisbók
Føroya náttúra - Lívfrøðiligt
margfeldni
Anna Maria Fosaa - Eilif Gaard
- Jóannes Dalsgarð
Forlag Føroya Skúlabókagrunnur
350 krónur
270 blaðsíður
380 krónur
Bókin Føroya Náttúra gevur eina mynd av
lívfrøðiliga margfeldinum í føroysku náttúruni, so
vit kunnu lesa um støðuna hjá plantum og djórum
í Føroyum.
Bókin er í fyrsta lagi ein lýsing av Føroya
náttúru fyri einum breiðum lesaraskara, har
20 lívfrøðingar hava skrivað og lýst sín part av
føroysku náttúruni. Hugskotið til bókini kom eftir
at Føroyar í 1992 skrivaðu undir ST-samtyktina
Agenda 21, um varðveitslu og skráseting av
lívfrøðiligum margfeldi.
Til tey samfelagsligu
JaNa - eiTT hJarT-
abarN
Dokumentar
Jana - eitt hjartabarn
Tórun Ellingsgaard
Forlagið Elri
248 blaðsíður
349 krónur
Í seinnu helvt av
sekstiárunum vóru 110
evnaveikir føroyingar
á stovni í Danmark,
harav eini 80 á Rødbygaard. Sorgarleikurin er, at
nógv teirra, sum vórðu send á stovn í Danmark,
ikki áttu at verið goymd burtur á slíkan hátt. Við
einum sindri av stuðli, høvdu nógv teirra klárað
seg væl í Føroyum. Men, her vóru umstøðurnar
ymiskar og fordómarnir stórir. Jana var so heppin
at hava foreldur, sum vildu geva henni ein góðan
uppvøkstur her heima, og tað er millum annað hetta
stríð vit lesa um í bókini.
Til tey sunnu
LæTT & LeskiLigT
2’ariN
Matgerð
Lætt & Leskiligt 2’arin
Jóhanna á Tjaldrafløtti
- Elisabeth Akursmørk
Forlagið Elri
Egið forlag
164 blaðsíður
290 krónur
Hetta er framhaldsbók av Lætt & Leskiligt, ið
kom út í oktober 2003. Aftur hesaferð er talan
um eina leskiliga kókibók við heilsugóðum og
vælsmakkandi mati. 2’arin avspeglar matrákið í
nútíðarsamfelagnum við nýggjum og spennandi
uppskriftunum og við meira fjøltáttaðum
rávøruúrvali. Bókin hevur eins og tann fyrra,
einfaldar uppskriftir uppá lættan og leskiligan.
Talan er um soltnan og heilsugóðan mat, ið er
ætlaður øllum, eisini teimum, ið hava diabetes og
hjarta- og aðrasjúkur.
Til tey listaligu
MikiNes
List
Mikines
Aðalsteinn Ingólfsson
Nesútgáfan í Íslandi
315 blaðsíður
695 krónur
Bókin
um
lívið
og listina hjá S.J.
Mikines er mest umfatandi verkið um listamannin
higartil. bókin kastar nýtt ljós á lívið hjá Mikines
og hevur hon eisini eina sera umfatandi savn av
myndum. Nógv av verkunum, ið verða víst í bókini
eru ikki áður almannakunngjørd. Harumframt er
eitt yvirlit yvir allar sýningar, ið Mikines luttók á.
Bókin kemur út á føroyskum, donskum og enskum.
Aðalsteinn Ingólfsson hevur skrivað størsta partin
av verkinum, tó hava eisini Bárður Jákupsson og
Bent Irve staðið fyri nøkrum tekstum.
Til tey klaksvíksligu
ZiskaTrøðbrekkaN
Fólkaminni
Ziskatrøðbrekkan
Christoffer Jensen
Egið forlag
282 blaðsíður
240 krónur
Barnaminni úr Klaksvík
í fimmtiárunum. Tað er
klaksvíkingurin Chris-
toffer Jensen sum fortelur frá hesi turbulentu
broytingartíðini við politiskari frustrasjón, sosialari
ónøgd, arbeiðsloysi og læknastríði, soleiðis sum
hann sjálvur upplivdi hetta tíggjuára skeiðið.
Bókin ber heitið “Ziskatrøðbrekkan”, við tað
at snúningsásin í frásøgnini er “brekkan”, har
høvundurin vaks upp í Klaksvík. Forsíðumyndin
er av børnum í fimmtiárunum á Biskupsstøð.
Til tey forvitnu
aLi babba – og 49 aðrar
bLaðgreiNir
Greinasavn
Ali babba
Høgni Mohr:
Egið forlag
298 blaðsíður
350 krónur
Greinasavnið hjá viðurkenda
tekstsmiðinum Høgna Mohr
er á tremur við ærligum
menniskjum. Har eru 65 kend
fólk, sum øll í samrøðu við Høgna Mohr hava nektað
seg, so onnur kanska kunnu læra. Opinskáraðu
tekstirnir á teimum mongu myndprýddu síðunum
spenna heilt frá greinini um forfylgda formannin
í búskaparráðnum til raskar vinnulívsrisar og
síðan yvir til veingjaðu hetjuna, sum summi í
einskæraðari øvundsjúku kallaðu Kamikaze-Hans.
Og ímillum hetta eru mangar aðrar spennandi
lagnur og lívssøgur.
bestseljaralisti yvir danskar bøkur – vika 47 (Rit og rák)
Lagt til rættis: Rigmor Dam