Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2006 21 tíðindi Fleiri stór oljufeløg vístu framtíðar leiting við Føroyar áhuga, tá umboð fyri Jarðfeingi herfyri marknaðarførdu komandi 3. útbjóðing, sum letur upp næsta heyst Marknaðarføring Jan Müller jan@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð hevur Jarð­ feingi luttikið á stórari al­tjóða framsýning um olju­leiting og útbjóðing av nýggjum leitiøkjum. Og tað er ein væl nøgdur stjóri í Jarðfeingi, sum út­talar seg um tiltakið. Sigurð í Jákupsstovu sigur við Sosialin, at føroyskir oljumyndugleikar hava oft­ani verið við til altjóða framsýningar og ráðstevnur, men hetta er so fyrstu ferð, at Jarðfeingi hevur havt sín egna bás á stórari oljuframsýning. Talan er um ráðstevnuna ”Petroleum Exploration”, eisini kallað PETEX 2006, sum verður hildin á øðrum hvørjum ári í London, har flestu av heimsins oljufeløgnum vórðu umboðað sum lut­tak­ arar ella vitjandi umframt allur oljuídnaðurin eitt nú seismikkfeløg. Sigurð í Jákupsstovu sigur, at teir hava leitað eftir einum hóskandi stað og er hann sera fegin um at hava verið við á PETEX. Við á føroyska básin­ um vóru umframt Jarð­ feingisstjóran eisini Súsanna Sørensen, Petur Joensen og Heri Ziska. Teirra uppgáva var at lata vitjandi fáa tilfar um Føroyum og her serstakliga um komandi 3. útbjóðingina, sum verður um eitt lítið ár. Nøgdur Sigurð í Jákupsstovu er nøgdur við luttøkuna. Har vóru umboð fyri fleiri olju­ feløg, sum løgdu leiðina forbí føroyska básin og fingu tilfar. Hann vil ikki upplýsa, hvørji feløg talan var um, men Sosialurin veit frá vælvitandi keldum, at gamlir kenningar so sum ExxonMobile vístu áhuga fyri komandi útbjóðing. Hetta heimsins størsta olju­ felag var upprunaliga mill­ um feløgini, sum gjørdu kanningar í Føroyum undan 1. útbjóðingini í 2000. - Fyri okkum var tað av­gjørt eitt positivt upp­ livilsi at hitta umboð fyri fleiri oljufeløg sigur Sigurð í Jákupsstovu og vísir aftur, at turri Brugdubrunnurin hevur lagt Jarðfeingi í eina ”coma”støðu. -Tað er okkara uppgáva at royna at selja føroysku undir­ grundina og í hesum førin­ um vístu vit útlendsku oljufeløgunum á tey øki, sum kunnu væntast at vera við í komandi útbjóðing. - Vit fara longur vestur eftir sunnan fyri Føroyar og nakað longur norður eftir eystan fyri framvið mark­ inum. Síðani eru eisini øll tey økini, sum eru boðin út áður, men sum ikki eru vorðin til loyvi. Eisini eru økini frá 1. útbjóðing, sum eru latin inn aftur. Kapping Kappingin við onnur umráði hevur eisini týdning fyri eina komandi útbjóðing. Á onkrum økjum eru okkara treytir betri og á øðrum verri enn onnur útbjóðingarøki. - Vit halda tað hevur týdning alla tíðina at bjóða nýggj øki fram. Nú eru øki latin aftur til okkum, sum vórðu latin í fyrstu útbjóðing. Vit halda tað vera rætt at bjóða hesi út aftur til onnur oljufeløg, sum kanska hyggja eftir teimum við øðrum brillum. Feløgini arbeiða so eisini miðvíst við loyvunum í 2. útbjóðing. At tey ikki hava gjørt av at bora enn er ikki løgið, tí tey royna fyrst at gera sítt heimaarbeiði til lítar. - Hetta var so okkara fyrsta veruliga marknaðartiltak. Nú taka vit samanum og fara at fyrireika okkum væl til marknaðarføringina næsta ár sigur ein varisliga bjartskygdur Sigurð í Ják­ ups­stovu, sum so av­gjørt ikki hevur mist vón­ina at finna olju og gass við Før­ oyar, nú tann fimti brunn­ urin var turrur. -Vit mugu gera tað smidligari og lættari hjá oljufeløgunum at arbeiða í Føroyum. Í hesum sambandi er vigtugt at fáa dupultskattaavtalu við Bretland uppá pláss heldur stjórin á Jarðfeingi Oljuvirksemi Jan Müller jan@sosialurin.fo Áðrenn Jarðfeingi fer í løgtingið við 3. útbjóðing skulu treytirnar, sum verða settar oljufeløgunum endurskoðast, og tilmæli skulu gerast til nýggju treytirnar. Sigurð í Jákups­ stovu, stjóri á Jarðfeingi sigur, at tey til ta tíð fara at taka upp til viðgerðar, um nakað skal broytst í sambandi við eitt nýtt útbjóðingarumfar. Sjálvur er hann av teirri fatan, at skipanin vit hava er sum heild nokk so góð, men tað eru kanska viðurskifti, sum áttu at verið broytt, so skipanin bleiv meira praktisk at umsita. - Men slíkt sum keikantur og skattareglur, síggi eg ikki fyri mær verður broytt. Men kanska slíkt, sum ger tað smidligari hjá olju­feløgunum at virka her. Eitt slíkt mál er manglandi dupultskattaavtalan við bretar sigur Jarðfeingis­ stjórin. Tað undrar hann, at hetta málið ikki er komið longuri. Jarðfeingi ætlar sær at tosa við Fíggjar­ málarráðið um henda spurn­ ingin. - Øll, sum arbeiða á palli rinda skatt, men kemur ein persónur til Føroya og er her í tveir dagar, so skal hann rinda skatt. Tað er slíkt, sum vit fegnir vilja broyta. Ikki misnøgd Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki sjálvur, at oljufeløgini eru misnøgd við avtalurnar og verandi skipanin. Tað er meira hetta, at tað skal vera lættari at arbeiða her. Man kann so kanska seinni meta, um tað er neyðugt at gera broytingar í skatta- og øðrum viðurskiftum, tá olja verður funnin. Í løtuni verða fleiri met­ ingar- og avmark­ingar­ brunnar boraðir hinumegin markið. Tá tað gjørdist greitt, at her varð gjørt eitt stórt fund gjørdist undir­ tøkan fyri 2. útbjóðing á føroyska landgrunninum stór. Vit hava spurt stjóran í Jarðfeingi, hvønn týdning núverandi boriætlanin á Rosebankfundinum hevur fyri eina komandi 3. útbjóðing á landgrunninum. Hann váttar at Rosebank­ fundið hjálpti til í 2. út­bjóðing, og hann sigur, at tað ger tað ikki verri, um stóra boriverkætlanin nú á Rosebankfeltinum verður væleydnað. Herfyri segði Bjarni Djur­ holm, landsstýrismaður í oljumálum, at brunnarnir, sum Chevron og onnur oljufeløg bora hinumegin markið í løtuni kunnu fáa alstóran týdning fyri framtíðar leitivirksemi á føroyska landgrunninum. Marknaðarføra føroysku undirgrundina Oljufeløg mugu fáa betri arbeiðstreytir Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi: -Vit mugu gera umstøðurnar hjða oljufeløgunum at virka í Føroyum lættari og smidligari Kortið, sum varð víst fram á oljumessuni í London, vísir økini, sum jarðfrøðingarnir á Jarðfeingi skjóta upp verða við í 3. útbjóðingarumfari. Hetta skal tó fyrst leggjast fyri bæði fiskivinnu- og umhvørvismyndugleikarnar, sum skulu góðkenna økini eins og tað í síðsta enda er løgtingið, ið skal samtykkja, hvørji øki verða boðin út. Kelda Jarðfeingi