Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 234 - 4. desember 2006 tíðindi Eitt flótihotel uppá 558 fermetrar, við 30 kømurum og stórari matstovu fer at prýða Vágsbotn, tí uttan fyri Skeiva Pakkhús skal Atlantic Hotel liggja. Tað verður veruleikin, um verkætlanin hjá Restorff-feðgunum, Martin og Jóhan, og Petur H. Jacobsen kemur ígjøgnum HOTEL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Seinnapartin fríggjadagin varð kallað inn til tíðinda­ fund í Müllers Pakkhúsið. Orsøkin var, at teir báðir feðgarnir, Martin og Jóhan Restorff, saman við Petur H. Jacobsen hava ætlanir, um at byggja eitt hotell í býnum. Hetta er sjálvandi spennandi í sjálvum sær, men tað sum ger hesa verk­ ætlan rættiliga sermerkta, er at talan er um eitt hotell á sjónum. Á sjálvari vánni skal Atlantic Hotel, sum hotellið eitur, liggja. Í løtuni verður arbeitt við tveimum møguleikum – norðan fyri og sunnan fyri Kolkeiina uttan fyri Skeiva Pakkhús. Sambært fólkunum aftanfyri verk­ætl­ anina, er tað serliga loysnin millum Skeiva Pakkhús og har sum Rættará kemur út, sum er áhugaverd og arbeitt verður við. Teir tríggir, Martin, Jó­han og Petur, hava arbeitt stigvíst við ætlanini, og við ymsum møguleikum. Eina tíð spældu teir við hug­ skotinum, um eitt hotellskip, men tað vísti seg skjótt at gerast ov kostnaðarmikið, og tí valdu teir leistin við einum flótihotellið. Eisini til rørslutarnaði Flótihotellið hevur fyribils fingið navnið Atlantic Hotel. Tað kemur at hava 30 dupultkømur, eina stóra matstovu til 60-80 fólk og so eitt minni og eitt størri høli til fyrilestrar, tíðindafundir, veitslur og onnur endamál. Fyrireikararnir leggja stóra dent á, at hotellið eisini er vælegnað hjá rørslu­ tarnaðum, og at tvey kømur eru serliga til rørslutarnaði fólk. Onki rull Menninir aftanfyri verk­ætl­ anina hava sett seg í samband við fólk, við servitan innan økið. Aquadomi er ein donsk fyritøka, sum byggir á sjónum burturav. Stjórin, Henning Majgaard Nielsen, var við á fundinum í Müllers Pakkhúsið. Sambært honum verður onki at merkja til rull ella at hotellið fer at “liva” av sjónum. Hetta tí, at hotellið verður fest við einum serligum elastikki, sum gevur seg og lagar seg eftir veður, vindi og sjóvarfalli. Heldur ikki um nøkur ógvuslig alda kemur, fer hetta at merkjast á hotellinum. Ein sonn perla Men hvat er so hugskotið við einum hotellið á sjó­ num, er lætt at spyrja, og Martin Restorff hevur sjálvur svarið. – Økið er ein sonn perla í býnum. Ímynda tykkum at kunna sita millum skip og bátar og njóta ein góðan bita og tann stemningin, sum er á vánni. Tað uppskotið, sum nú fyriliggur er ein ófatiligur møguleiki, segði Martin Restorff, og vísti á fleiri fyrimunir við einum tílíkum hotellið. Millum annað greiddi hann frá, at ætlanin er at skipa fyri pakkaloysnum fyri ferðafólk, har tey kunnu búgva á hotellinum, leiga sær ein túr við báti og fiska, og síðani fáa fongin til matna um kvøldið. Eitt annað hugskot fyri­ reikararnir nevndu var, at leiga útlendskar kokkar heim til Føroya at gera mat í eina viku, so føroyingar kundu koma at uppliva øðrvísi mat, enn vit vanliga gera. Fer at prýða vánna Spurdir um, teir ikki vóru bangnir fyri, at hotellið fór at misprýða Havnarvág og økið rundan um, søgdu fyrireikararnir, at tað vóru teir ikki. – Økið er ein sonn perla, og hotellið fer at fríðka upp­ aftur meiri um økið, søgdu teir, og vístu eisini á, at teir sjálvandi tóku tey atlit fyri, sum vóru neyðug. Tí er tað eisini, at teir arbeiða mest við uppskotinum norðan fyri Kolkeiina, soleiðis at Müllers Pakkhús framvegis kemur at standa sjónligt í býarmyndini. Onki varð sagt um kostna av hotellinum, og tá spurt varð um hetta, vildu fyrireikararnir ikki svara. Kortini søgdu teir so mikið sum, at hetta hotellið ikki kostar stórt meiri, enn tað hevði kostað at bygt eitt vanligt hotell á landi. 30 hotellkømur á Havnarvág Soleiðis kann eystara vág koma at síggja út, um ætlanirnar hjá Restorff-feðgunum og Petur H. Jacobsen gerast veruleiki Hetta eru teir báðir møguleikarnir, ið arbeitt verður við í løtuni – norðan fyri og sunnan fyri Kolkeiini. Serliga er tað norðan fyri, ljósi fýrakanturin, ið arbeitt verður við