Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 234 - 4. desember 2006 23 tíðindi Heðin Mortensen, borgarstjóri: Spennandi nýhugsan Borgarstjórin í Havn heldur, at Atlantic Hotel er ein spennandi nýhugsan. – Býurin tørvar hotellkapasitet og tað er kærkomið við virksemi á havnaøkinum, heldur Heðin Mortensen HOTEL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Á middegi fríggjadagin høvdu stigtakararnir til flótihotellið fund við býráðið í Havn, har ætlanir teirra vóru lagdar fram, og ein umsókn um økið varð latin inn. Sambært Martin Restorff vóru reaktiónirnar frá býráðnum positivar. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var sjálvur við á fundinum, og hann sær ætlanina sum eina spennandi nýhugsan. – Eg haldi at her er veruliga talan um nýhugsan. Býurin tørvar hotelkapasitet, og vit hava eisini kjakast nógv um, hvat vit kunnu gera við økið á Skálatrø. Nú er man komin við einum heilt øðrvísi uppskotið, har man fer heilt út á sjógv, og tað haldi eg vera spennandi, sigur Heðin Mortensen og vísir á, at her er talan um kvalitet. Uppskotið er nú farið víðari til byggi- og býar­ skipanarnevnd býráðsins, har tað verður viðgjørt politiskt. Og nakrir spurningar eru at viðgera. Millum annað tann sannroynd, at onki matrikkulnummar er at finna á vánni. Her skal so ein loysn finnast so ella so. Eisini skal uppskotið til viðgerðar hjá Havnanevndini, síðani henda verkætlan umfatar havnaøkið. Og júst tað, at uppskotið umfatar havnaøkið, heldur Heðin Mortensen vera spennandi. – Eg haldi tað vera kærkomið við aktiviteti á havnaøkinum, sigur hann. Nú er uppskotið farið víðari til byggi- og býarskipanar­ nenvdina. Har skal tað viðgerast væl og virðiliga, áðrenn tað verður lagt fyri býráðið. Heðin Mortensen dugir ikki heilt at siga, nær hetta verður, men tað verður so neyvan fyrr enn fyrst í komandi ári, metir borgarstjórin. Forkvinnan í Gistingarhús- og matstovufelagnum: Tørvur á slíkum hotellið Ása Johnsdóttir er forkvinna í Gistingarhús- og matstovufelagnum og hon sigur, at tørvurin á kømurum er stórur summarhálvuna, og tí heldur hon ætlanina um nýggja flótihotellið vera spennandi. – Frá mai til juni og august til september er stórur tørvur á kømurum, og tí er tað sjálvandi gott við einum hotellið aftrat. At tað so verður flutt út á sjógv ger tað bara meiri spennandi, og í føroyskum samanhangi er talan um nýhugsan á økinum, sigur Ása Johnsdóttir. Ása Johnsdóttir sigur, at hon ikki sær nakran vanda ella vansa við hesum hotellinum. Hon heldur hinvegin, at tað áhugavert at tað verður hugsað í øðrvísi banum, enn vit vanliga gera í Føroyum. -rwd Leivur Hansen heldur tað ljóðar sum ein áhugaverd ætlan, at eitt flótihotell møguliga kemur at liggja á eystaru vág. Hann sigur tó, at uppskotið skal viðgerast sera væl og at flótihotellið ikki má órógva núverandi virksemi á økinum HOTEL Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá Byggi- og býarskip­ an­arnevndin er liðug at við­gera uppskotið um bygg­ingina av einum flóti­ hotellið á eystaru vág, skal tað til Havnanevndina til ummælis. Formaður har er Leivur Hansen, og hann heldur eins og borgar­ stjórin, at talan er um eina spennandi ætlan. – Eg haldi ætlanin í sjálv­ um sær er áhugaverd. Tá tað er sagt, so mugu hyggja nærri at, hvussu ætlanin passar inn í umhvørvið, og tað er greitt, at ætlanin má lýsast út í æsir, áðrenn nøkur niðurstøða verður gjørd, sigur Leivur Hansen. Hann vísir á, at tað er ógvuliga umráðandi, at flóti­hotellið ikki kemur at nerva nakað av verandi virk­ seminum á havnaøkinum. Leivur Hansen, formaður í Havnanevndini Má ikki órógva virksemi á havnaøkinum Teir tríggir menninir aftanfyri verkætlanina. Frá vinstru eru tað Jóhan Restorff, Martin Restorff og Petur H. Jacobsen Mynd: Rólant Waag Dam Soleiðis sær 1. hædd út í upp­skot­ inum hjá Aquadomi, um nýggja flótihotellið, Atlantic Hotel