mánadagur 4. desember 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 234 - 4. desember 2006 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf. 341800
ítróttur
Craig Bellamy
skeyt Liverpool úr
mótrákinum, tá hann
skeyt tvey mál í fyrsta
útisigrinum hjá
siðvanda Merseyside-
liðnum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Er tað nakað, sum Liverpool
hevur havt trupulleikar av
hetta kappingarárið, so
eru tað dystirnir á útivølli.
Undan vikuskiftinum hevði
liðið roynt seg í sjey av
slagnum, men við bara ein
um máli og tveimum stig
um kundi úrtøkan verið
nakað væl betri.
Tað hevur eisini havt
hvassar atfinningar móti
venjaranum, Rafael Benitez,
sum annars gjørdist stóra
hetjan, tá hann fyri góðum
ári síðani leiddi liðið til
sigurs í Champions League.
Tann sigurin skuldi verða
lopfjølin til eina nýggja
stórtíð hjá liðnum, men síð
ani hevur ikki gingist heilt
so væl.
Millum annað hevur verið
funnist at keypunum hjá
Benitez, og fleiri hava eisini
rist á høvdinum at Craig
Bellamy, sum í summar
varð keyptur úr Blackburn.
Men sami Bellamy var
leygardagin maðurin, sum
skeyt Liverpool úr vána
útivøllarhagtølunum.
Dysturin móti Wigan var
ikki meira enn 9 minuttir
gamal, tá walisiski áleyparin
skoraði fyrstu ferð, og stórt
korter seinni hevði hann
økt um munin.
Tað gav Liverpool trúnna
uppá, at uppgávan kundi
loysast, og longu undan
steðginum var Bellamy aft
ur upp á spæl. Hesa ferð
var hann leysur í vinstru,
men tá vinkulin var nakað
spískur, valdi hann heldur
at senda tvørturum, og har
kundi somuleiðis nýkeypti
Dirk Kuyt senda í netið.
Og tá Lee McCulloch beint
undan steðginum gjørdi
sjálvmál, vóru teir reyðu
í óvandu støðuni at hava
fimmfaldað talið av úti
vøllarmálum eftir bara ein
um hálvleiki.
Og so var at kalla leyst
og liðugt. Wigan royndi at
trýsta eftir steðgin, men
uppgávan var vónleys, og
uttan stórvegis dikkedarir
kundi
Liverpool
koyra
fyrsta sigurin á útivølli
heim.
Ein nýggjur spælari
Eftir dystin var Rafael Beni
tez sjálvandi ovurfegin. Ikki
minst um Bellamy, sum
hevur havt tað alt annað
enn lætt seinastu tíðina.
Millum annað tí hann hevur
verið partur av rættarmáli,
har hann tó varð fríkendur
fyrr í vikuni.
- Eg sá Craig undir skot
venjing hósdagin, har hann
tóktist sera skarpur. Og
eg segði við hann, at eg
vónaði, at hetta eisini stóð
við leygardagin.
- Hann hevði eisini tørv
á at prógva, hvussu góð
ur spælari hann er, og
heldur hann fast um hetta
støðið, kann hann geva mót
støðuliðum okkara hópin
av trupulleikum.
Sigurin leygardaign lyfti
Liverpool upp á fimta
plássið í Premier League,
men enn tykist Rafa at
hava bæði beinini væl og
virðiliga á jørðini.
- Eg ætli mær ikki at rokna
upp á nakað sum helst, fyrr
enn nýggjarsdagur er farin
aftur um bak. Vit hava eina
rúgvu av hørðum dystum,
og tað eru hesir, sum gera av,
hvar vit enda. Mín ætlan er,
at vit framhaldandi arbeiða
knallhart, og so mugu vit
síggja, hvussu støðan er,
tá komandi mánaðurin er
farin aftur um bak.
Kamal er funnin
Mustapha Kamal Ndaw, sum í tveimum umførum er
rýmdur frá føroyskum feløgum í úrtíð, er nú funnin. Í 2003
spældi Kamal í B71, men hann rýmdi í summarsteðginum,
og søgan var tann sama á Toftum í ár, har Kamal bara
hvarv mitt í tí heila. Nú hevur heimasíðan hjá B71 funnið
mannin. Hann spælir fótbólt á Kypros, og tað ger hann
fyri felagið AEK Larnaca, sum liggur á fimta plássið í
kappingini. Á heimasíðu felagsins www.aekition.com ber
til at síggja nøkur stutt videobrot úr dystum teirra.
Craig Bellamy er stungin avstað, og so fær hann lagt bóltin fram við Chris Kirkland til 0-1 á JJB Stadium hjá Wigan
Mynd: Scanpix
Úrslit, Premier League
Arsenal-Tottenham
3-0
Blackburn-Fulham
2-0
Portsmouth-Aston Villa 2-2
Reading-Bolton
1-0
Sheffield Utd.-Charlton
2-1
Wigan-Liverpool
0-4
Middlesbr.-Man Utd.
1-2
Everton-West Ham
2-0
Aðalfundur
Ársaðalfundur fyri 2005 verður í HB-húsi-
num fríggjadagin 8. december 2006 kl.
19.00.
Tosað verður um 2005, og annars alt leyst
og fast kring 12. mann.
Øll kunnu møta og limir kunnu tekna seg.
Loksins vann Liverpool