Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 234 - 4. desember 2006 ] Claus víðari í steypakappingini Um vikuskiftið spældu liðini í lægru deildunum í Onglandi dystir í steypakappingini. Blackpool, har Claus Bech Jørgensen, er ein av spælarunum, var á útivølli ímóti Milton Keynes Dons, har Christian Høgni Jacobsen og Gunnar Nielsen vóru og royndarvandu herfyri. Blackpool vann dystin 2-0, og Claus Bech Jørgensen spældi við allar 90 minuttirnar. Í triðja umfari av FA Cup skal Blackpool spæla ímóti Aldershot ella Basingstoke. Vestmenningar gloymdu at binda kjaftbandið um posan. Men teir megnaðu tó í evstu løtu at fáa sigurin, tá Neistin annars tóktist hava loyst ógjørliga setningin Manshondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At 73 mál verða skotin mill­ um tey bæði liðini, sum eftir stigatalvuni eru tey sterkastu, ber greið boð um verjumanglar í føroyskum manshondbólti. Og satt at siga, so var verjuspælið ikki tað, sum Neistin og VÍF løgdu mest í leygardagin. Hinvegin var undir­halds­ virðið høgt. Partvíst tí bæði liðini støðugt royndu at spæla hondbólt við høg­ ari leikferð, og part­víst – og ikki minst – tí vest­ menningar seinastu løtuna mundu tveitt eitt annars gott dagsverk fyri borð. Alt tóktist avgjørt Tí við bara trettan minuttum eftir á talvuni, tóktist allur ivi vera bendur burtur. Reg­in Joensen hevði enn eina ferð sent eitt av sínum mongu skotum í netið hand­ an Jacob Larsen, og við sjey málum á muni skuldi alt verið avgjørt. Tað mundu vestmenn­ing­ arnir eisini halda sjálv­ir. Partvíst tóktust spæl­ara­rnir nú taka sær meira av løtt­um, og partvíst valdi Dia Mid­ jord eisini at senda nakrar av yngru spælarunum inn, so hesir kundu vinna sær nakað av rutinu. Hvørki spælarar ella venj­­arar hjá VÍF høvdu tó roknað við, at Neistin fram­­vegis ikki hevði givið. skarvin yvir. Og tá mót­ støð­an nú gav teimum lítla fingur, fóru teir eftir øll­um arminum. Áðrenn vestmenningar høvdu hugs­ að tvær ferðir, var munurin av álvara farin at minka, og tá so er, er trupult at venda gongdini. Og tað máttu vestmenn­ ingar eisini ásanna. Hóast teir aftur koyrdu við sterk­ astu ketuni inni, so hjálpti hetta lítið. Sálarliga tóktist liðið ikki megna at toga seg uppaftur, og spentu nervarnir komu eisini til sjóndar í verjupartinum, har Neistin fekk fýra brotskøst seinasta lítla korterið. Útvísing bjargaði VÍF Og so mundi gingið heilt galið. Bara góðar tveir minuttir undan dystarloki tóktist annars avgjrøt, tá Sámal skoraði til 36- 33, men Neistin gav ikki upp. Langt ífrá. Trý mál á rað góvu javnvág í, og tó at Ingi skoraði enn eina­ferð, so megnað teir bláu aftur at javna. Bara fimm sekund vóru eftir á talvuni, tá Neistin fekk seinasta málið, men tá Áki G. Olsen samstundis fekk tveir fingrar, gjørdist hetta at kalla bjargingin hjá VÍF. Tað merkti nevnliga, at tíðin skuldi steðgast, og so kundu vestmenningar byrja seinasta álopið av miðjuni. Hvat teir bláu tá hugsaðu, er ilt at gita. Men í øllum før­ um stillaðu teir seg við fýra monnum uppi á miðjuni, og so megnaði VÍF at spæla somikið tunt seinastu sekundini, at Neistin gav brotskast burtur. Hetta sendi Áki Olsen í kassan, og so vendi hann einum nyttuleysum javnleiki til sigur hjá VÍF. Áki er trumfurin Júst afturkomni Áki Olsen tykist annars hava allar fortreytir at gerast avgerandi trumfkortið hjá VÍF í ár. Serstakliga gav hann í fyrra hálvleiki dømi um framúr skotteknikkin og –styrkina, tá hann av bakkinum hølvaði einar fýra perlur á rað inn. Enn er orkan kanska ikki til heilan dyst, men hetta fer at koma við miðvísari venjing. Og stendur VÍF við eini baklinju av Áka Olsen, Inga Olsen og Sámali Joensen, so verður trupult hjá mótstøðuliðunum at verja. Ikki minst, tá hinir tríggir á ideal-uppstillingini eita Regin Joensen, Agnar Joensen og Sjúrður Poulsen. Eitt lið, sum veruliga kann hótta frá øllum plássum. Hjá Neistanum var dyst­ urin enn ein av slagnum, har liðið í allar seinastu løtu misti javnleikin. Hetta var eisini støðan, tá Neistin tapti á Skála, og tað kann geva ábendingar um, at lið­ num enn restar nakað av royndum at stuðla seg at í tættastu uppgerðunum. Hinvegin sýndu teir enn einaferð framúr hugburð við at berja seg aftur, og tá tað ræður um orku, so tykjast fá lið standa teimum kurl. At teir so eisini máttu vera leikbannaða Áka Mørk fyriuttan, sigur eisini, at liðið hevur enn onkran strong at spæla uppá, og tí skulu teir so langt ífrá avskrivast enn. Neistin-VÍF 36-37 (17-20): Seinasta sekundi bjargaði VÍF Neistin-VÍF 36-37 (17-20) Málskjúttar Neistin: Roar Dalsgarð 9(3), Jugoslav Djumic 7, Carl Herup 6(1), Blagoje Buha 5(1), Tróndur Kragesteen 5(1), Dann Thorleifsson 3, Birgir Poulsen 1, Jón Ludvig 1 VÍF: Agnar Joensen 11(3), Áki Olsen 9(1), Sámal Joensen 7, Ingi Olsen 6, Regin Joensen 2, Áki G. Olsen 1, Sjúrður Poulsen 1 Brotskøst: Neistin 6, VÍF 5 Útvísingar: Neistin 5, VÍF 6 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Liverpool ímóti Arsenal í FA Cup Lutakast hevur verið til triðja umfar av ensku steypakappingini FA Cup, og í øllum førum ein stórdystur verður á skránni. Eingin styrkismeting verður gjørt í sambandi við FA Cup, og tí kunnu øll verða drigin ímóti hvørjum øðrum. Stóri dysturin í triðja umfari, sum verður spælt fyrst í januar, verður dysturin millum Liverpool og Arsenal á Anfield Road. Chelsea skal spæla á heimavølli ímóti Macclesfield, og Manchester United og Aston Villa hittast á Old Trafford. Einki er at ivast í, at vest­ menningar eru fegnir um, at Áki Olsen eftir nøkur skaðaplágað ár tykist vera á veg aftur. Seinastu báðar dystirnar hevur hann gjørt nógv um seg, og soleiðis hevur hann verið viðvirkandi til, at VÍF hevur skrætt seg leyst í oddinum. Leygardagin var tó um har gjørt, at sigurin varð tveittur burtur, og sjálvur ásannaði Áki eftir dystin, at hann helt at stigini vóru farin. – Vit hava jú ein javn­ leik í skjáttuni, so ein afturat fáa vit als ikki brúkt til nakað. Og tá teir javnaðu, so helt eg altso, at teir høvdu tikið sær stig. Men fimm sekund eru kanska nóg so leingi í hondbólti? - Tað kunnu tey vera. Og í hesum førinum var tað so akkurát nokk. - Men tað nertir fram­ vegis ikki veruleikan, at vit eru um reppið at tveita alt burtur. Kanska byrja vit ov tíðliga at slappa av mentalt, og so er skjótt, at tað kann ganga galið. Nú gjørdist tað so tú, so fekk ábyrgdina at skjóta seinasta brotskastið. Ivað­ ist tú onga løtu. - Nei. Eg roknaði sjálv­ andi við, at eg skuldi skora. Nú skal eg ikki standa her og avdúka nak­að loyndarmál, men eg havi sæð handan mál­ mannin staðið, og eg ivaðist ikki í, at hann fór skeiva vegin, tá eg skeyt, var seinasta viðmerkingin, sum varð fylgd av einum speiskum smíli. Áki Olsen kundi anda nakað lættari, tá tað kortini eydnaðist VÍF at taka sigurin, sum teir annars tóktust hava tveitt burtur Mynd: Álvur Trúði vit mistu tað Ingi Olsen og VÍF tykjast ræðandi sterkir í løtuni. Leygardagin høvdu teir leingi trygga leiðslu, men móti dystarenda hildu tey flestu, at sigurin var tveittur burtur Mynd: Álvur Haraldsen