Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 234 - 4. desember 2006 ] Trygvi er spentur til uppgávuna í Klaksvík Fríggjamorgunin skrivaði Trygvi Mortensen undir sáttmála við KÍ. Trygvi skal næsta kappingarár venja næstbesta liðið hjá KÍ, og dentur verður lagdur á arbeiðið við ungu spælarunum - Eg havi, at hendan ætlanin, sum KÍ hevur lagt, er púra røtt, og eg eri sera spentur til at sleppa í gongd við arbeiðið, segði Trygvi Mortensen, tá ið hann skrivaði undir sáttmálan við KÍ. - KÍ hevur nógvar góðar ungar spælarar, og tað er rætt av felagnum at leggja enn størri dent á arbeiðið við 1. deild og unglingum, segði hann. Trygvi Mortensen, sum er 39 ára gamal, vandi í fjør Formulaliðið hjá NSÍ. Hann hevur eisini vant ungdómslið í NSÍ í nógv ár, og hann hevur somuleiðis vant bestu liðini hjá B68 og EB/Streymi. Uttan at imponera vann VB tryggan sigur í Sunset deildini hjá kvinnum, tá tær vitjaðu hjá StÍF á Skála. Við sigrinum halda tær fast í oddinum. KVINNU­HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo VB fekk eina heldur keðiliga byrjan upp á kappingina í ár. Eftir trý umfør høvdu tær bert fingið tvey stig, men eftir hetta hevur gingið strúkandi. Undan dystinum ímóti StÍF høvdu tær vunn­ ið tveir dystir á rað, og tær tykjast hava funnið rætta stevið. Hjá StÍF hevur ikki hilnast so væl. Undan dystinum lógu tær næstniðast við trim­­um stigum, og tær høvdu eisini tapt sínar síðstu tveir dystir. Seinast hesi bæði liðini møttust var StÍF tó omaná. Tann dystin vunnu strandakvinnur við 8 málum, so kanska tær kundu leypa ein hvøkk a VB en einaferð. VB var oman á Sjálvt um StÍF vann seinast, so var tað VB, sum legði betur fyri hesu ferð. Ikki gekk long tíð, so høvdu tær vunnið seg fram um 4-8. Eftir hetta gekk heldur javnt á, og liðini skiftust um at skora mál. Serliga verjurnar stóðu væl í fyrra hálvleiki, og liðini høvdu ikki so lætt við at spæla seg fram til opnar møguleikar. Síðstu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki valdi StÍF so at fara út a mansverja Daivu. Hetta tók Daivu úr spæl­ inum, men nú fingu hinir VB-leikararnir betri pláss at spæla. Mansverjingin broytti ikki tað stóra í fyrra hálvleiki, tí VB megnaði at halda fýra mála leiðsluna, og tá liðini fóru til hálvleiks, var støðan 8-12 til VB. Asta vísti stórspæl Leikferðin var einki serliga høg í fyrra hálvleiki, og kanska var hetta grundin til, at liðini høvdu ilt við at leika seg fram til møgu­ leikar. Í seinna hálvleiki var tó betri. Her legði VB aftur betri fyri, og skjótt høvdu tær vunnið seg upp á 10-16. Sjálvt um VB fór frá StÍF fyrstu løtuna, so var tað ikki endiliga tí at VB leikti betur. StÍF leikti nevniliga væl fyrstu løtuna, og tær fingu eisini fleiri mótálop. Men ferð aftaná ferð megnaði Asta í VB- málinum at bjarga, og hetta tók at enda mótið frá StÍF leikarunum. Tær royndu tó at kempa, og einaferð komu tær upp á 16-20, men so blivu tær raktar av tveimum býttum útvísingum upp í slag. Hetta gjørdi VB sær dælt av, og løtu seinni høvdu tær lagt seg á odda 17-24, so nú vóru heili sjey mál á muni. Hesa leiðslu megnaðu strandakvinnur ongantíð at fanga aftur, og tá dómarin bríkslaði síðstu vísti talvan 22-29. Við hesum fingu vágs­kvinnur sín triðja sigur á rað, og nú eru tær bert tvey stig aftanfyri odda­ liðið, Stjørnuna. Í hinum endanum liggur StÍF fram­ haldandi á næstaftast við trimum stigum, og tær hava nú tapt tríggjar dystir a rað. StÍF-VB 22-29 (8-12) VB heldur fast í oddinum Brenna upplagdar møguleikar Eftir dystin fingu vit orðið á venjaran hjá StÍF, Jústines Justinussen. Hann var skuffaður av úrslitinum, men helt, at hansara leikarar brendu ov nógv henda dagin. - Vit gera fyrst og fremst ov nógvar tekn­ isk­ar, og hetta kost­ar hjá okkum. Har­aftur­at brena vit ov nógvar upplagdar mál­møgu­leik­ ar í seinna hálvleiki, og tá kunnu vit ikki vinna dystin. Í verjuni royna vit at mansverja Daivu, men tá fáa vit ikki ordi­ liga fatur á Ivanu, tí vit megna ikki ordiliga at takkla í gjøgnum. Hetta var ikki heilt gott í dag, men tað verður betri. Sera lág leikferð Eftir dystin fingu vit eisini orðið á ein av leikarunum hjá VB, Rannvá Augustinussen. Hon var ikki heilt nøgd við innsatsin, sjálvt um tær vunnu. - Sjálvandi er tað gott at vinna dystin, men vit spæla ikki serliga væl í dag. Leikferðin hjá okkum er alt ov lág í dag. Vit hava at kalla eingi mótálop í dystinum, og til tíðir eru vit ikki nóg skjótar aftur. Tíbetur bjargar Asta teirra opnu møgu­ leikan, so hon var sera týdningarmikil í dag. Vit hava nógvar heilt ungar leikarar, so tí kann vera eitt sindur upp og niður. Eg haldi tó, at tær eru ótrúliga rask­ar, og duga væl at taka ábyrgd tá á stand­ ur, og tað gera tær eis­ ini í dag. StÍF-VB 22-29 (8-12) Málskjúttar: StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 6, Bára B. Danielsen 3, Poula D. Olsen 3, Sólfríð Christiansen 2, Malan Petersen 1 VB: Ivana Ljubicic 9 (2), Daiva Tuomaite 8 (2), Teresa Joensen 4, Rannvá Augustinussen 3, Bára Mortensen 2, Jona Thorsteinssin 2, Ruth Lisberg 1 Brotskøst: StÍF 2, VB 4 Útvísingar: StÍF 4, VB 1 Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum FAKTA VB vann tryggan sigur á StÍF í bestu kvinndeildini, men sigurin hevði ikki verið so tryggur uttan eina vælleikandi Astu í málinum. Mynd: Álvur Haraldsen