Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 234 - 4. desember 2006 ] Verjan kom í gongd Eftir dystin fingu vit orðið á ein av leik­ar­ unum hjá StÍF, Leivur Justinusen. Hann var sera glaður fyri sigurin og helt, at verjan var avgerandi í dystinum í dag. - Teir byrjaðu við ein­ um sera ungum liðið í dag, og eg helt, at hesir kláraðu tað sera væl. Vit megna ikk i at steðga teirra skjótu mótálopum fyrstu løtuna, men sum dysturin leið kemur verj­an hjá okk um í gongd, og tá fara vit veruliga frá teimum. Síðstu løtuna kemur sjálv­sálitið hjá okk um eisini veruliga fram, og tá royna vit nøkur ting. Men sum heild eri eg sera væl nøgdur við innsatsin hjá okk um í dag. Royna nøkur ting av Eftir dystin fingu vit eis­ini orðið á Esbern Patursson hjá H71. Hann var sjálvandi ikk i nøgdur við tapið, men sigur, at liðið roynir nøk­ ur ting av. - Hetta var sjálvandi ikk i tað besta. Men vit byggja liðið upp, og í dag royna vit nøkur ting av. Vit byrja til dømis við einum blað ungum liðið, og eg haldi, at hesir kláraðu tað sera væl. Men sum sagt, so royna vit nøkur ting í dag, og eg haldi, at vit læra nakað hvønn dyst. Sum oftast hanga vit væl í mótstøðuliðnum, men móti endanum kiksar ofta hjá okk um. Vit ætla okk um tó at koma sterkt aftur í enda­ spælinum. Southgate illur inn á Ronaldo Venjarin hjá enska felagnum Middelsbrough er illur inn á Cristiano Ronaldo, sum spælir fyri Manchester United. Tey bæði feløgini spældu ímóti hvørjum øðrum leygardagin, og fyrra málið hjá United kom eftir brotsspark, sum var dømt, tá ið málmaðurin skuldi hava felt Ronaldo. Tað tóktist tó verða rættiliga ivasamt, um brotssparkið skuldi verið dømt. - Málmaðurin hjá okk um royndi at sleppa undan at fella hann, men hann tveitti seg bara og fekk brotsspark. Hann er kendur fyri hatta, og hann gjørdi tað eisini seinni í dystinum, sigur Gareth Southgate. Íslendska gleðin ov stokkut Nýggi íslendski eigarin av enska felagnum West Ham fekk góða byrjan í sínum fyrsta dysti, sum West Ham vann 1-0. Í gjár spældi West Ham aftur í Premier League, og hesaferð gekk ikk i heilt so væl. West Ham var á útivølli ímóti Everton, og hóast West Ham leingi var vandamiklara liðið, so vann Everton dystin 2-0. Leon Osman og James Vaughan skoraðu málini hjá Everton. Við tapinum er West Ham av álvara farið at nærkast botninum í Premier League. StÍF vann stórsigur í Atlantic Airways deildini, tá H71 vitjaði sunnudagin. Serliga góða verjan hjá strandingum gav H71 stórar trupulleikar. MANSHONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Toppur og botnur møttust í høllini á Skála sunnudagin, tá StÍF tók ímóti H71. Gongdin hjá strandingum hevur verið góð í ár. Undan dystinum lógu teir á triðja plássi, og síðsta vikuskiftið fingu teir sítt fyrsta tap í hesum kappingarárinum, tá teir møttu VÍF í Vestmanna. Hevur tað gingið væl hjá strandingum, so hevur ging­ ið minni væl hjá hoy­vík­ ingum. Teir lógu nevniliga á aftasta plássið við trimum stigum, og teir høvdu tapt fýra teir síðstu dystirnar und­an dystinum ímóti strand­ingum sunnudagin. Seinast teir fingu stig var nevni­liga ímóti StÍF, tá hesi bæði liðini møttust í Hoy­ víkshøllini fyri nøkrum vik­ um síðani. Lítil munur fyrstu løtuna Sjálvt um liðini liggja í hvør sínum enda av stigatalvuni, so var einki fyrstu løtuna, sum bendi á, at strandingar fóru at vinna stórt. H71 hevði valt at byrja heldur ótraditionelt ímóti StÍF, og í byrjunaruppstillingini vóru sjey blaðungir mans at finna. Allar fyrstu løtuna var eisini týðiligt, at hesir ungu menn líka skuldu finna seg til rættis, tí StÍF legði heldur betri fyri, og eftir eini løtu høvdu teir lagt seg á odda 5-2. Men so tóktust ungu hoyvíkingarnir hava funnið rætta stevið, og ikk i gekk long tíð, so høvdu teir bart seg upp aftur á javnleik 6-6. Næstu løtuna fylgdust liðini væl at, og um miðjan fyrra hálvleik megnaði H71 at leggja seg á odda á fyrsta sinni, tá teir skoraðu til 7- 8. So gekk aftur ein løtu, har liðini fylgdust at, men knappliga hevði verjan hjá strandingum fingið nokk . Eftir 22 minuttum skoraði Tróndur Vatnhamar til 10- 11, men eftir hetta fingu hoyvíkingar einki mál aft­urat í fyrra hálvleiki. Hesar síðstu átta minutt­ irnar skoraði StÍF fimm ferðir, so tá liðini fóru til hálvleiks var støðan 15-11 til strandingar. Strandaverjan tók yvir Í øðrum hálvleiki vóru tað hoyvíkingarnir, sum fingu betru byrjanina. Teir megnaðu at halda StÍF frá málinum í seks minuttir, og hesa løtuna minkaðu teir um munin niður í 15- 13, men so tók verjan hjá strandingum aftur yvir. Næstu 10 minuttirnar skor­aði StÍF heili 9 ferðir, meðan H71 bert fekk tvey mál. Teir høvdu týðiligar trupulleikar at leika seg fram við sera ágangandi StÍF verjuni, og júst í hesi løtu bleiv dysturin í roynd og veru avgjørdur. Støðan var nú 24-15 til stradingar, og eftir hetta kom H71 ong­ antíð fyri seg aftur. Síðsta korterið skiftu bæði liðini nógv út, og nú gjørdist spælið heldur javnari, men til tíðir eisini sera rótut. Hesa løtuna skiftust liðini um at skora, og endaliga úrslitið gjørdist 35-24 til StÍF. Sigurin hjá strandingum var ongantíð í vanda í seinna hálvleiki, tí H71 gjørdi ov nógvar tekniskar feilir. Strandingar vístu gott spæl til tíðir, og serliga verjan stóð ótrúliga væl í hesum dystinum. Stuttligt var tó at síggja, hvussu væl ungu hoyvíkingarnir kláraðu seg fyrstu løtuna av dystinum, og ein av teimum, sum ikk i hevur leikt so nógv á fyrstu deild, er Janus Sørensen. Hann spældi á miðjuni hjá H71 í dag, og spældi ein sera góðan dyst. Við sigrinum eru strand­ ingar komnir upp á annað plássið, bert tvey stig aftan fyri VÍF, meðan H71 enn liggur niðast við trimum stigum. StÍF-H71 35-24 (15-11) StÍF vann stórsigur StÍF-H71 35-24 (15-11) Málskjúttar: StÍF: Finnur Hansson 9 (3), Bárður Danielsen 5, Andre Danielsen 5, Bent Djurhuus 4, Regin Didriksen 3, Leivur Justinusen 3, Artur Johansen 3, Rúni Niclasen 2, Mortan Hansen 1 H71: Janus Sørensen 7, Esbern Patursson 4 (1), Poul K. Dam 4, Tróndur Vatnhamar 4, Dánjal Tórgarð 3, Hans K. Hansen 1, Bjarni Sørensen 1 Brotskøst: StÍF 4, H71 2 Útvísingar: StÍF 8, H71 3 Diskvalifikatión: StIF 1 (3x2 min) Dómarar: Uni Wardum & Hannis Wardum FAKTA Verjan hjá strandingum vísti vegin, tá StÍF vann tryggan sigur á H71 í bestu mansdeildini Mynd: Álvur Haraldsen