mánadagur 4. desember 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 234 - 4. desember 2006 ]
Eftir tvey tap á rað
eydnaðist aftur
Drátti at vinna í
meistaradeildini
hjá kvinnum. Tað
leikaði tó hart á hjá
oddaliðnum, tá KÍF
vitjaði á Giljanesi.
KVINNUFLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Dráttur skuldi royna at
koma aftur á røttu kós í
meistaradeildini
hjá
kvinnum, tá KÍF vitjaði
á Giljanesi. Dráttur hevur
ligið heilt frammi í odd
inum at kalla alt árið, men
síðstu tveir dystirnar var
tað blivið til tvey tap á rað
hjá oddaliðnum. Tí skuldu
tær fáa liðið í gongd aftur.
Hjá KÍF hevur gingið
betur síðstu dystirnar. Eftir
sjey tap á rað eydnaðist
teimum at vinna á Mjølnir
seinast, og tí hevði teirra
sjálválit fingið eitt slag
rætta vegin. Tí var lagt upp
til ein spennandi dyst á
Giljanesi leygardagin.
Vunnu eitt sett í part
At sjálválitið hjá Drátti ikki
var heilt í topp sást væl í
fyrsta setti. Her fylgdust
liðini væl fyrstu løtuna,
og mitt í settinum stóð á
jøvnum 13-13. So vann
KÍF tó fim bóltar á rað, og
nú var støðan knappliga 13-
18 til kollfirðingar. Dráttur
royndi at kempa seg aftur í
settið, men her vóru KÍf ov
sterkar. Tær vunnu nevni
liga fyrsta settið 18-25. Ser
liga móttøkurnar hjá KÍF
vóru góðar í fyrsta settið,
og Dráttur hevði til tíðir
stórar trupulleikar at fáa
bóltarnar niður í gólvið hjá
KÍF.
Í øðrum setti var tó vent
í holuni. Her legði Dráttur
fyri sum eitt ódnarveður, og
tær førdu beinanvegin 8-3.
Her var týðiligt, at Dráttur
ætlaði sær hetta settið, og
løtu seinni høvdu tær økt
um leiðsluna upp í 16-7. Nú
var settið í roynd og veru
avgjørt, og KÍF megnaði
heldur ikki at fáa Drátt
aftur. Endaliga úrslitið av
øðrum setti gjørdist 25-18
til heimaliðið. Hetta sett
ið var spælið hjá Drátti
nógv meir fjølbroytt, og nú
megnaðu tær eisini at sláa
bóltarnar í gólvið hjá KÍF.
KÍF nærkaðist
sigrinum
Triðja settið byrjaði ógvu
liga javnt, og liðini fylgdust
upp til 8-8. So tók KÍF sær
tó um reiggj og legði seg
á odda 8-12. Løtu seinni
høvdu tær økt um leiðsluna
upp í 10-17, og nú sá út til,
at kollfirðingar eisini fóru at
vinna tirðja sett. So byrjaði
Dráttur tó eitt flott come-
back, og fáar bóltar seinni
hevði heimaliðið lagt seg á
odda 20-19. Nú sá ikki gott
út hjá KÍF, men leikararnir
blivu við at kempa, og móti
endanum av settinum stóð á
jøvnum 23-23. So tók KÍF
tó eitt ordans hál til síðst,
og endaliga úrslitið gjørdist
24-26.
Nú hevði KÍf lagt seg á
odda 1-2, og ein óvæntaður
sigur lá og lúrdi. Hjá Drátti
lá triðji ósigurin á rað líka
sum í luftinu, og um tær
ikki vunnu síðstu tvey sett
ini, so gjørdist hetta til veru
leika.
Dráttur vendi
dystinum
Men í fjóðra setti fann
Dráttur aftur rætta spælið
fram. Tær løgdu hart út, og
ikki gekk log tíð, áðrenn
tær høvdu lagt seg á odda
9-4. Hesa leiðslu bara økti
Dráttur um, og løtu seinni
vísti talvan 18-7 til heima
liðið. Hetta settið var nú so
gott sum avgjørt, og úrslitið
av fjórða setti gjørdist 25-
16 til Drátt. Nú skuldi ein
altavgernadi janbrótari til
fyri at finna ein vinnara.
Her tóktist Dráttur sterk
ari, og mitt í settinum førdu
tær 9-6. Løtu seinni høvdu
tær øktu um leiðsluna til
13-9, og nú tóktist sigurin
skula fara til Vágarnar.
Men so tók KÍf eitt ordiligt
hál. Tær vunnu nevniliga
fýra bóltar á rað, og nú
stóð á jøvnum 13-13, og
knappliga var KÍf heldur
oman á. So hevði Dráttur tó
fingið nokk, og tær vunnu
síðstu tveir bóltarnar, og
sostatt vann Dráttur henda
spennandi dystin 3-2.
Við sigrinum hevur Drátt
ur fingið gongd á aftur
spælið, meðan KÍF mátti
taka til takkar við sínum
fjórða tapi í ár eftir javn
brótara.
Landsliðið til Århus
Danska fótbóltslandsliðið fer næsta summar at spæla
vinardyst ímóti Írlandi sum fyrireiking til avgerandi EM-
dystirnar um heystið. Danska fótbóltssambandið hevur
gjørt av, at hesin dysturin verður ikki spældur í Parkini í
Keypmannahavn.
- Vit spæla fimm landsdystir í Parkini næsta ár, og tí
hildu vit tað var natúrligt at leggja dystin ímóti Írlandi
onkra aðrastaðni, og valið stóð ímillum Århus, Odense og
Herning, sigur Lars Berendt, aðalskrivari í DBU.
Landsdystur millum Danmark og Írland verður spældur
22. august næsta ár.
Wenger keypir ikki meira
Hóast úrslitini hjá Arsenal hava verið misjøvn í
Premier League í ár, so ætlar venjarin, Arsene Wenger,
ikki at styrkja hópin, tá ið feløgini aftur hava kjans at
keypa spælarar í januar mánaði.
- Vit keypa ikki fleiri spælarar í hesum
kappingarárinum.
Hesin
hópurin
skal
spæla
kappingarárið liðugt, sigur Arsene Wenger.
Hann hevur annars verið undir trýsti frá fleiri fyri at
styrkja liðið. Millum annað skal liðformaðurn, Thierry
Henry, hava roynt at sannføra Wenger um, at liðið má
styrkjast.
Tað eydnaðist ikki fim
leikafelagnum Gefion,
har Helgi W. Olsen er
venjari, at vinna donsku
2. deild í fimleiki, tá teir
leygardagin
dystaðust
móti Nakskov fyri aðru
ferð.
Nakskov vann fyrra
dystin tepurt, men ætlandi
skuldi Gefion verið betri
mannað leygardagin, enn
teir vóru tað ta ferðina.
Hetta
eydnaðist
tó
ikki. Stutt undan dystin
um máttu tveir av fim
leikarunum geva avboð
- teirra millum Uni Mikk
elsen úr Klaksvík - og so
skuldi tað verða tungt.
Hóast mannfallið end
aði kappingin tó aftur
hesaferð sera jøvn, og
tá ið avtornaði, gjørdist
Nakskov endaligi vinnarin
við 322,00 stigum. Gefin
fekk 319,80 stig. Hetta er
sera lítil munur, og tí var
tað harmligt at tað ikki
eydnaðist at fáa sigurin
heim.
Føroyski
venjarin,
Helgi W. Olsen, væntar,
at Gefion fer at seta lið til
kappingina aftur næsta ár,
og at málið verður at fáa
fleiri donsk lið at kappast
í hesari kappingini. Við
skiftinum hjá føroyska
reiðskapsfimleikinum
til at brúka altjóða fim
leikareglurnar framsettar
av FIG (Fédération Inter
nationale de Gymnast
ique) liggur tað tó eisini
væl fyri at lata føroysk
lið kappast við í tílíkari
kapping, til dømis før
oyska landsliðið. Har
skal tó eitt sindur til
enn áðrenn tað ber til, tí
kappast verður í øllum 6
reiðskapum (gólv, boga
hestur, ringar, hestur, barr
og rekk), meðan tað enn
bert verður kappast í 3
reiðskapum (gólv, ringar,
hestur) í føroysku kapp
ingini. Nakað sum Helgi
átti at verið sera góð
orsøk at skipa umstøð
urnar soleiðis, at vant og
kappast verður í øllum 6
reiðskapum í Føroyum.
Tað eydnaðist akkurát ikki hjá Helga W. Olsen at vinna
donsku 2. deild við Nakskov, har føroyski fimleikarin
virkar sum venjari
Helgi og Uni
ov stuttir
Dráttur-KÍF 3-2 (18-25, 25-18, 24-26, 25-16, 15-13)
Dráttur aftur á røttu kós
Dráttur er komið aftur á røttu kós í meistaradeildini hjá kvinnum. Tað leikaði tó hart á ímóti KÍF, sum var um reppið at taka
bæði stigini við til Kollafjarðar