mánadagur 4. desember 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 234 - 4. desember 2006 ]
Mjølnir-SÍ 0-3
(21-25, 23-25,
16-25)
SÍ nærkast
oddinum
SÍ vann tryggan
sigur í meistara
deildini hjá
kvinnum, tá tær
vitjaðu hja Mjølni.
Við sigrinum eru
tær nú heilt nær
oddinum.
KVINNU
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Leygardagin var dystur
í millum topp og botn
í meistaradeildini hjá
kvinnum, tá Mjølnir
tók ímóti SÍ. Gongdin
hjá SÍ hevur verið sera
góð síðstu dystirnar,
og tær hava støðugt
hála inn á oddaliðini.
Hjá Mjølni hevur eisini
gingið hampiligt síðstu
dystirnar, men undan
dystinum mátti SÍ metast
at vera favorittur.
SÍ fekk eisini betru
byrjanina upp á dystin.
Sjálvt um munurin ikki
var stórur í fyrsta setti,
so megnaðu sørvágs
kvinnur at vinna hetta
21-25.
Var
fyrsta
settið
javnt, so var annað sett
ið enn javnari. Her var
at kala eingin munur
á liðunum, og settið
kundi fari báðar vegir.
At enda var SÍ tó enn
einaferð oman á, og
úrslitið av øðrum setti
gjørdist 23-25 til SÍ.
Nú tóktist Mjølnir
missa móti, og í triðja
setti var stórur munur.
Her var SÍ betra liðið
allan vegin, og hetta
settið megnaðu tær
eisini at vinna 16-25.
Við sigrinum heldur
SÍ góðu gondini, og nú
eru bert tvey stig upp
til oddaliðini.
Bendtner er flúgvandi
Danski álosspælarin Nicklas Bendtner hevur
fingið rættiligt gjøgnumbrot í enska felagnum
Birmingham. 18 ára gamli Bendtner er
sáttmálabundin við Arsenal, men felagið hevur
leigað danska framherjan til Birmingham í hesum
kappingarárinum. Brimingham flutti niður í
næstbestu deildina í summar, men nú er liðið aftur
á veg í Premier League. Ein orsøk til tað er Nicklas
Bendtner, sum hevur skotið átta mál fyri felagið og
er millum bestu málskjúttarnar í deildini.
Avgerandi dystir í
Champions League
Týskvøldið og mikukvøldið verða seinastu dystirnir í
bólkaspælinum í Champions League spældir. Átta dystir
verða spældir hvørt av kvøldunum. Í fleiri av bólkunum
er avgerðin um, hvør fer víðari í kappingini, longu fallin,
men í fleiri bólkum er eisini stórur spenningur um, hvørji
lið koma víðari. Ein av bólkunum, har spenningurin er
stórur, er hjá Barcelona, sum má vinna seinasta dystin ímóti
Werder Bremen fyri at koma víðari saman við Chelsea.
ÍF gav TB teirra fyrsta
tap á heimavølli
í ár, tá tær vunnu
toppdystin í
meistaradeildini
hjá kvinnum
í Trongisvági
sunnudagin
KVINNUFLOGBÒLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt var upp til satt brak í
oddinum av meistaradeildini
hjá kvinnum, tá TB tók
ímóti ÍF í Trongisvági.
Undan
dystinum
lógu
bæði liðini jøvn á fremstu
rók við 12 stigum, og tí
kundi vinnarin leggja seg á
odda í meistaradeildini hjá
kvinnum.
Gongdin hjá hesum báð
um liðunum hevur verið
heldur øvugt síðstu vikurnar.
Síðsta dyst hølvaði TB
oddaliðið, Drátt, av suðuri
í Trongisvági, og í sama
umfarið bleiv ÍF hølva av
á heimavølli ímóti SÍ. Tí
kundi kanska roknast við,
at TB fór at vera oman á í
dystinum sunnudagin. Men
so bleiv ikki.
ÍF legði hart út
Tað vóru nevniliga gestirnir
úr Fuglafirði, sum løgdu
betur fyri. Tað tóktist, sum
tær høvdu nakað at prógva
eftir ósigurin á heimavølli
síðsta vikuskiftið. Munurin
á liðunum var ikki stórur
í fyrsta setti, men ÍF var
heldur drúgvari. At enda
megnaðu kvinnurnar hjá ÍF
at toga seg fram við TB, og
fyrsta sett endaði við 22-25
sigri til ÍF.
Var fyrsta settið spenn
andi, so bleiv annað settið
ein sannur gysari. Bæði
liðini stríddust manniliga
alt settið, og munurin á
liðunum var at kalla eingin.
Liðini máttu spæla væl
forbí tey 25 stigini, áðrenn
ein vinnari bleiv funnin,
og enn einaferð megnaðu
gestirnir frá ÍF at draga
longra stráðið. Tær vunnu
annað sett 27-29, og nú
sá ikki gott út hjá TB,
sum ongan dyst hevði tapt
á heimavølli í ár undan
hesum dystinum.
Hetta skuldi tó ikki vera
dagurin hjá TB. Í triðja setti
var ÍF enn einaferð oman
á, og í hesum settinum
var munurin størri enn í
teimum báðum undanfarnu
settunum.
ÍF
megnaði
nevniliga at vinna tiðja sett
20-25, og sostatt vunnu tær
dystin 0-3.
Við sigrinum hevur ÍF
lagt seg á odda saman við
Drátti, meðan TB misti eitt
fet í oddastríðnum.
Mjølnir vann tepran
sigur á heimavølli
í meistaradeildini
hjá monnum, tá teir
møttu botnliðnum,
SÍ. Leingi sá tó út til,
at SÍ kundi fara at
vinna dystin.
MANSFLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Bert ein dystur var á skránni
í meistaradeildini hjá monn
um í vikuskiftinum. Her tók
oddaliðið, Mjølnir, ímóti
SÍ, sum liggur á aftasta
plássi í bestu mansdeildini.
Gongdin hjá Mjølni hevur
verið stak góð í seinastuni,
og undan hesum dystinum
høvdu teir vunnið fýra dyst
ir á rað. Hjá SÍ sær hinvegin
ikki so gott út. Teir hava
nevniliga bert vunnið ein
dyst, men síðstu dystirnar
hava teir fleiri ferðir verið
nær við.
Mjølnir legði tó betri fyri
í heimadystinum ímóti SÍ.
Í fyrsta setti var snøgt sagt
klassamunur, og her hevði
SÍ einki at skula hava sagt.
Mjølnir vann heili 25-9, og
nú lá eitt sorl í luftini.
SÍ svaraði aftur
Var nakar, sum væntaði, at
Mjølnir nú bara fór at hølva
SÍ av, so fóru tey øll skeiv.
SÍ kom skjótt yvir keðiligu
byrjanina, og í øðrum
setti vóru teir klárt oman
á. Mjølnir fekk slett ikki
gongd á sama spælið, sum
í fyrsta setti, og hetta gjørdi
SÍ sær dælt av. Sørvingarnir
megnaðu at vinna annað
settið 17-25.
Gongdin í triðja settið
var júst tann sama. Enn
einaferð var SÍ oman á,
og enn einaferð megnaðu
sørvingarnir at vinna 17-
25. Nú høvdu teir vent dyst
inum, og knappliga vóru
teir á odda 1-2.
Mjølnir dró
longra stráðið
Nú sá ikki gott út hjá odda
liðnum, og nú skuldu teir
vinna síðstu tvey settini.
Fjórða settið var sera javnt.
Her fylgdust liðini at kalla
allan vegin, men at enda
eydnaðist Mjølni at draga
longra stráðið. Teir vunnu
hetta settið tepurt 26-24, so
nú skuldi javnbrótari til.
Her legði Mjølnir betri
fyri, og teir vóru tóktust
vera heldur betri enn SÍ
hetta síðsta settið. Mjølnir
megnaði eisini at vinna
síðsta sett 15-11, og sostatt
kláraðu teir at venda einum
hótandi tapi til ein týdn
ingarmiklan sigur.
Mjølnir-SÍ 3-2 (25-9, 17-25, 17-25, 26-24, 15-11)
Mjølnir heldur fyrsta plássi
TB-ÍF 0-3 (22-25, 27-29, 20-25)
ÍF vann í Trongisvági
TB var ósigrað í heimavølli undan hesum dystinum. Men ÍF vísti við einum 0-3 sigri, at TB kann
vinnast í Trongisvági.
Mynd: Áki Bertholdsen