fríggjadagur 11. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Niclas Johannesen
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Óneyðugur mystikkur
Tá hetta landsstýrið varð skipað, boðaði
Anfinn Kalsberg, løgmaður, frá, at lands-
stýrið skuldi hava gott samband við før-
oyska almenningin. Gjøgnum fjølmiðlarnar,
sjálvandi. Hann boðaði frá opinleika. Øðr-
vísi kundi tað ikki skiljast.
Í hesum døgum verður framtíðarstøða Før-
oya viðgjørd. Í landsstýri. Í uttanlandsnevnd
Løgtingsins. Í fjølmiðlunum. Og manna mill-
um. Í undirhúsum. Í egningarskúrum. Á
fiskavirkjum. Og við døgurðaborðið.
Men Føroya fólk skal bara ikki hava at vita,
hvat Føroya Landsstýri skal samráðast við
donsku stjórnina um. Hóast varaløgmaður
í yvirskriftum hevur tosað um »greiðar linj-
ur« og "»demokratiskar mannagongdir« frá
fyrsta deg í Tinganesi.
Øll skilja væl, at landsstýrið ikki fer at
almannakunngera tann taktikk, sum lands-
stýrið ætlar at brúka í samráðingunum við
donsku stjórnina. Hinvegin átti landsstýrið
at kunngjørt uppritið - grundarlagið - fyri
samráðingunum.
Tað er sagt fleiri ferðir, at einki nýtt er í
uppritinum. Uppritið byggir á løgtingssam-
tyktina og tað, sum kom fram í Hvítubók.
V.ø.o. skuldi hetta verið nóg góð grund til
at almannakunngera uppritið.
Vit minnast tá Hvítabók skuldi kunngerast.
Boðað varð frá langt frammanundan, at
bókin skuldi leggjast fram á almennari sam-
komu á Parnassinum. Bólkar løgdu fram
síni arbeiði og seancan við amboðskassa
og stórum smíli varð send beinleiðis.
Men nú er vent í holuni, og júst hetta, at
uppritið er stemplað »í trúnaði«, ger ætlan
landsstýrisins óneyðuga mystiska. Hvat
liggur nú aftanfyri? Hvat ætlar landsstýrið,
sum ikki má koma út?
Talan er jú ikki um marknasamráðingar við
eitt fremman land sum t. d. Bretland! Í slík-
um samráðingum má einki leka út. Tað
sigur seg sjálvt, men nú er ikki talan um
eitt fremmant land, og málið er um fram-
tíðarlagnuna hjá hvørjum einasta føroyingi.
Tað skerst ikki burt, at landsstýrið hevur
ikki havt tað hepnastu hondina at handfara
hetta málið í seinastuni. Ikki fyrr enn í vikuni
kom undan kavi, at uttanlandsnevndin við-
ger eitt upprit, men at landsstýrið hevur
harafturat gjørt eitt uppskot til sáttmála, sum
landsstýrið skal leggja fyri stjórnina í sam-
ráðingunum. Neyvan gagnar hesin duldi
leikur ætlan landsstýrisins um fullveldi, og
gott tað sama, halda óivað mangir føroy-
ingar, tá ætlanin skal haldast loynilig og
fara fram í duldum.
Viðmerking:
Í Dimmalætting hósdagin
verður á síðu 7 prentað við-
merking frá Rógva Thom-
sen við yvirskriftini »Rætt-
ing og treytaleys umbering
til Hergeir Nielsen«.
Greinin er ein sera álv-
arssom ákæra móti Sosial-
inum, har tað m. a. verður
sagt, citat:
»Tað, sum Sosialurin vísti
móti Hergeiri Nielsen var
skaðafrøði og skaðavirk-
semi av ringasta slag og
verður harðliga átalað, av-
víst og samstundis verður
ein treytaleys umbering
veitt Hergeiri Nielsen fyri
mín leiklut, ið var ein
samrøða við Sosialin,
sum eg á ongan hátt kann
kennast við hvørki í inni-
haldi,
uppseting
ella
prenti.«
Undirritaði skal gera vart
við, at umrødda bræv varð
eisini sent Sosialinum. Men
tá eingin undirskrift fylgdi
við, eiheldur bústaður hjá
innsendaranum, gjørdu vit
- sum vit eisini meta okkum
eiga - av at ringja til Rógva
Thomsen, sum lá á sjúkra-
húsi á Tvøroyri.
Frá honum fingu vit at
vita, at hann hevði ikki
skrivað hetta brævið. Hann
segði seg heldur ikki kenn-
ast við innihaldið í tí. Hann
bað okkum um ikki at seta
brævið í blaðið, og hesum
eftirlíkaðu vit honum sjálv-
andi í.
Eisini segði hann, at hann
fór at ringja til Dimmalætt-
ing fyri at tryggja sær, at
brævið ikki fór í tað blaðið
heldur.
Upplýsast kann, at bjálv-
in, brævið er sent í, er
stemplaður í Havn, helst
mánadagin 7. februar.
Blaðið metir hetta málið
so mikið álvarsligt, at sein-
asta orð er ikki sagt frá okk-
ara síðu.
Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri
Følsk rættleiðing
í Dimmalætting
Greinin, sum stóð á síðu 7
í Dimmalætting í gjár,
varð skrivað upp á nakkan
á Rógva Thomsen
Brævbjálvin varð stemplaður í Havn mánadagin. Helst
er tað falsarin, ið eigur áskriftina á brævbjálvanum
Ingi Olsen á ting
Kendi hondbóltsleikarin úr Vest-
manna, Ingi Olsen, tók á tingfundi-
num týdagin á fyrsta sinni sæti á tingi
JOHN JOHANNESSEN
Tá Fólkaflokstingmaðurin,
Jákup Suni Joensen, á ting-
fundinum týsdagin bað um
farloyvi frá tingarbeiðinum,
merkti hetta, at kendi hond-
bóltsleikarin úr Vestmanna,
Ingi Olsen, fyri fyrstu ferð
skuldi taka sæti á tingi.
Jákup Suni Joensen bað í
skrivi dagfest 5. februar
2000 tingið um at fáa far-
loyvi úr tingarbeiðinum frá
8. februar, og at næsti mað-
ur á lista Fólkafloksins í
Norðurstreymoyar valdømi
skuldi taka við sessinum á
tingi, meðan hann var burt-
ur.
Næsti maðurin á lista
Fólkafloksins í Norður-
streymoyar valdømi var
Ingi Olsen, og var tað so-
stætt hesin, ið tók sæti á
tingi fyri Jákup Suna Joen-
sen.
Ingi Olsen fekk til valið í
1998 114 persónligar at-
kvøður. Jákup Suni Joensen
fekk 144 atkvøður. Tann, ið
fekk triðj mestar atkvøður
á lista Fólkafloksins í Norð-
urstreymoy
var
Niels
Thomas Pedersen, og fekk
hesin 71 atkvøður.
Umframt
hondbóltin,
starvast Ingi Olsen vanliga
sum
deildarleiðari
fyri
deildirnar hjá Føroya Banka
í Vestmanna og í Vágum.
Ingi Olsen hevur tvær ferðir
stillað um til løgtingsval,
báðar ferðir á lista Fólka-
floksins.
Ingi Olsen var næstur á
listanum hjá Fólkaflokki-
num í Norðstreymi við 114
persónligum atkvøðum
»American Empress«
kemur tann 22. februar
Stóri trolarin
»American Em-
press« verður
gjørdur klárur í
løtuni og miðað
verður móti at
hann verður í
Føroyum tann 22.
februar. Mann-
ingin telur 75
kvinnur og menn,
har tey 15 eru m.
a. norðmenn, jap-
anar og amerik-
umenn
ÓLAVUR Í BEITI
Áhugin fyri tíðarvendu ætl-
anunum hjá JFK Trol og
Norway Seafood at fiska
svartkjaft at virka til surimi
við stóra Røkke-trolaranum
»American Empress« er
rættiliga stórur, ikki bert her
á landi, men eisini yviri í
Noregi. Sum skilst er talan
um eina sera áhugaverda
verkætlan, sum kann leggja
lunnar undir einum nýggj-
um og sunnum svartkjafta-
ævintýri, um alt gongst eftir
ætlanunum hjá JFK Trol.
Í løtuni eru fleiri av før-
oysku manningini yvir í
Noregi og rigga stóra trol-
aran til, og verður alt klárt
til tíðina, verður »American
Empress« í Føroyum tann
22. februar, og so ganga
tvey døgn at trolarin verður
klárur at fara til fiskiskap
eftir svartkjafti at virka til
surimi.
60 føroyingar við
75 kvinnur og menn verða
við »American Empress«,
har 60 av manningini eru
føroyingar. 15 útlendingar
m.a. bæði úr Noregi, Japan
og Amerika verða eisini við
trolaranum, men hetta verð-
ur helst bert at byrja við sum
ein partur av verkætlanini.
Í stuttari viðmerking við
Sosialin, sigur Hanus Han-
sen, stjóri í JFK Trol, sum
er á veg yvir til Noregs, at
alt gongst eftir ætlan í løt-
uni, og kemur einki í vegin,
verður trolarin í Føroyum til
ásettu tíð.
Leygardagin 12. feb. kl.
16.00 letur upp málninga-
framsýning hjá Victor Cilia,
úr Íslandi. Victor er føddur
í Reykjavík. Mamma hans-
ara er íslendsk, og pápi
hansara er av Malta.
Victor Cilia er føddur í
1960 og fekk útbúgving
sína á Myndalista- og hand-
íðskóla Íslands 1978-81 og
1990-92. Hann hevur arbeitt
nógv síðani 1978 á sjón-
leikarahúsi, við film og í
sjónvarpi. Tey síðstu árini
hevur hann tó fyri tað mesta
arbeitt við lýsingum og upp-
seting, umframt at hava ar-
beitt eitt sindur við søgu-
ligum framsýningum yms-
astaðini í Íslandi.
Victor Cilia hevur fleiri
framsýningar bæði einsa-
mallur og saman við øðrum.
Framsýningar
saman við øðrum:
Art Festival í Reykjavík
1992
Listasavnið í Laugardalur,
Reykjavík 1992
Á Kjarvalstøðum 1995
Á Keltilhúsinum í Akureyri
1996
Í Mokka, Reykjavík 1997
Á Galerie in Airport Hotel,
Hamburg, Týsklani
Á Gallery Sævars Karls,
Reykjavík 1999
Framsýningar
einsamallur:
Museum og Modern Art,
Reykjavík, 1993
Götugrillið,
Reykjavík,
1993
Gallery Greip, Reykjavík,
1994
Á Gallery Sævars Karls,
Reykjavík 1995
Gallery Greip, Reykjavík,
1996
Gallery Sýnibox, Reykja-
vík, 1996
Hafnarborg, Hafnarfjørður,
1998
Málningarnir hjá Victor eru
við atliti til listasøguna, sum
byggir á eina gamla mynst-
urtraditión, og hevur mynst-
ur leingi verið nýtt at tulka
náttúruna, Keltararnir tulk-
aðu tað guddommiliga við
sínari skreytlist sigur Auður
Ólafsdóttir, íslendskt lista-
søgufólk í eini grein um list-
ina hjá Victor Cilia. Hesi
semitrisku
systemini
í
málningunum hjá honum
eru symbolið upp á veru-
leikan í síni heild. „Líka
sum líkamikið í listini frá
endurburðartíðini – ella
príðingararbeiðið í barokk-
tíðini. Men hóast málning-
arnir hjá Victor Cilia hava
støði langt aftur í listasøg-
una, hava hesir eisini nógv,
sum vísir til nútíðar eyð-
kenni“. Soleiðis broytast
keltiski „meginsniglilin“ og
„solarsymbolið“ ella flætt-
ingamynstrið í víkingatíðini
seg lættliga til parabolar,
horn, lampur og til nógv
onnur teknisk móttøkutól.
Sjálvur sigur Victor, at
hann sær tekniska útstýrið í
heiminum sum eina víðari
uppfatan av náttúruni – eitt
slag av menniskjligari,
skaptari náttúru. „Málning-
arnir eru útførdir sum myst-
ur, sum seinni verða til org-
aniskar formar. Formarnir
kunnu líka so væl verða liv-
andi skapningar ella slags
mekanisma. Tankarnir fáa
vit frá menniskjalikami-
num, t.d. oyrunum, og
kunna tey sppfata og taka
ímóti ljóði.
Á framsýningini, verða
16 oljumálningar.
Victor Cilia kom til Før-
oyar í gjár og býr í Norð-
urlandahúsinum.
Tit eru vælkomin at seta
tykkum í samband við
Norðurlandahúsið og spyrja
eftir Victor, um tit hava á-
huga í hesum.
Vinarligar heilsanir
Noðurlandahúsið í
Føroyum
Íslendsk málningaframsýning
Í løtuni eru fleiri av føroysku manningini yvir í Noregi og rigga American Empress til, og verður alt klárt til tíðina, verður »American Empress« í
Føroyum tann 22. februar