fríggjadagur 11. februar 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
Minsta krav er at Jákup
Mørkøre fær uppreisn
ÁKI BERTHOLDSEN
–Vit arbeiða enn við málin-
um. Men vit vilja heldur
hava eina semju enn eina
rættarsak.
Enn er tað ikki greitt, um
uppsøgnin av Jákup Mørk-
øre, fyrrverandi leiðara á
Landssjúkrahúsinum, endar
í rættinum, ella ikki.
Fakfelag hansara, Verk-
frøðingafelag Føroya, ar-
beiðir framvegis við málin-
um.
Men formaðurin í felag-
num, Suni Joensen sigur, at
eitt rættarmál er avgjørt
síðsti útvegur.
– Vit vilja heldur royna at
– Er Jákup Mørkøre skeivt viðfarin er tað minsta krav, at hann fær uppreisn, sigur Suni Joensen,
formaður í Verkfrøðingarfelag Føroya
Varð Jákup Mørkøre upp-
sagdur av órøttum má
hann mist fáa uppreisn,
sigur formaðurin í Verk-
frøðingafelagnum
loysa málið við eini semju
við Landsstýrið, so í fyrstu
syftu verður ikki stevnt,
sigur hann.
Men hann sigur, at fyri-
varni fyri at royna málið í
rættinum stendur framvegis
við, skuldi tað miseydnast
at funnið eina semju.
– Men vit halda, at tað er
frægari loysn at royna at
finna eina semju í málinum.
– Men miseydnast tað,
stendur hin møguleikin
framvegis opin.
Suni Joensen sigur, at
verkfrøðingafelagið hevur
gjørt av at arbeiða víðari við
málinum.
Felagið hevur eina kæru-
freist uppá ein mánað, frá tí
at uppsagnin er latin Jákupi
Mørkøre og tann tíðin er
ikki farin fyrrenn um tríggj-
ar vikur.
Nú verður alt tilfar savn-
að saman, sum felagið hev-
ur brúk fyri, og so fer Verk-
frøðingafelagið at biðja um
fund við Almanna- og
heilsumálastýrið.
Má fáa uppreisn
Suni Joensen sigur, at
minstakravið er, at Jákup
Mørkøre fær uppreisn í
hesum máli.
– Er skeivt farið fram í
hesum máli, má hann í
minsta lagi fáa uppreisn,
sigur formaðurin í Verk-
frøðingafelagnum.
Men hann leggur afturat,
at, at verkfrøðingafelagið
hevði ikki arbeitt víðari við
málinum, um nevndin ikki
metti, at tað varð skeivt farið
fram.
Formaðurin í Verkfrøð-
ingafelagnum sigur, at fel-
agið tekur hetta málið í
størsta álvara.
– Tað er blivið eitt gjøgn-
umgangandi fyribrigdi í al-
mennu umsitingini, at leið-
arar verða sagdir úr starvi.
– Vit hava fleiri dømi um
leiðarar, sum eru sagdir upp,
uttan at grundgevingin altíð
hevur verið líka góð.
Formaðurin í Verkfrøð-
ingafelagnum sigur, at hetta
tekur felagið í størsta álvara
og tað er helst galdandi fyri
onnur feløg við, tí tað eru
ikki bara limir í Verkfrøð-
ingafelagnum, sum verða
uppsagdir.
Hann sigur, at í longdini
kann hetta fáa álvarsligar
avleiðingar fyri almennu
umsitingina, tí so leingi við-
urskiftini eru so ótrygg, fer
tað uttan iva at fáa fólk at
aftra seg við at søkja almenn
leiðarastørv
fyrrenn
leiðararnir fáa tryggari kor.
Hann heldur eisini, at al-
menna umsitingin skuldi
gingið undan sum góðar
fyrimyndir á hesum øki.
–Men tað sær tvørtur-
ímóti út sum um at mynd-
ugleikarnir mugu halda, at
tað eru ógvuliga fáir før-
oyingar, sum kunnu brúkast
í leiðandi størvum, leggur
Suni Joensen turrisliga aft-
urat.
Sosialurin - 311820
Seld eru
1.600
atgongu-
merkir
Í ÍTRÓTTAR-
HØLLINI
Á HÁLSI
leygardagin
19. februar
kl. 17.00
Atgongumerkir fáast
í flest øllum Statoil-
støðum kring landið og
á Kunningarstovuni
í Tórshavn
KONSERT
VIÐ CREAMY
CREAMY
OG KULAR R
OG KULAR RØTUR
JÁKUP BOGI JOENSEN
Nógv fólk høvdu leitað sær
niðan í Eysturskúlan í Havn
týskvøldið, har skipað varð
fyri stórum upplýsandi
fundi um royking. Fundurin
var fyrst og fremst ætlaður
foreldrum at næmingum í
Eysturskúlanum.
Eysturskúlin hevur sum
hin fyrsti skúlin í landinum
tikið stig til at koma royk-
ingini til lívs. Hetta skal ger-
ast við miðvísum upplýs-
andi arbeiði.
Átta fólk sum øll arbeiða
innan heilsuøki vóru boðin
við á fundin.
Heðin Thomsen yvirlækni
á
landssjúkrahúsinum,
Hjalti Gunnarstein apotek-
ari, Lynn Reveal avvenjari
og Sanna Hansen ljósmóð-
ur, løgdu fram og greiddu
okkum frá um vandarnar, ið
standast av tubbakki.
Heðin Thomsen yvir-
lækni vísti millum annað á,
at tað í Danmark doyggja
umleið 13.000 fólk árliga av
royking. So svørt síggja tøl-
ini tó ikki út her hjá okkum,
men tey eru tó rættiliga
skakandi. Okkurt um 86 ella
fimti hvør føroyingur doyr
av royking.
Eisini landsstýriskvinnan
í almanna og heilsumálum,
Helena Dam á Neystabø,
var við á fundinum.
- Royking er ein vaksandi
trupulleiki í skúlunum runt
um landi. Tí eri eg sera feg-
in um, at Eysturskúlin tekur
stigið fult út, og setur sær
sum mál at gerast roykfríur,
segði Helena Dam á Neyst-
abø millum annað. Tølini
vísa heilt greitt, at tey allar
flestu byrja at roykja um 14
ára aldur.
Tí hevur Eysturskúlin
gjørt av at venda sær serliga
til júst hendan aldursbólkin,
tá talan er um upplýsandi
arbeiði.
Ein av stigtakarunum til
fundin
týskvøldið
var
Manne Persson, ið eisini er
lærari á Eysturskúlanum.
- Royking hevur verið ein
stórur trupulleiki her á skúl-
anum í nógv ár. Vit hava
roynt ymiskt fyri at koma
roykingini til lívs, men ong-
Eysturskúlin skal gerast roykfríur
Eysturskúlin í Havn er farin í hernað.
Virkast skal soleiðis fyri, at skúlin
gerst roykfríur
antíð er tað eydnast. Eina-
ferð var fullkomið bann sett
fyri at roykja í Eyturskúla-
num, men hetta datt niður
fyri aftur. Nú royna vit so
aftur, og vóna at vit upp á
henda hátt kunnu forða fyri
at ung fólk byrja at roykja,
Í § 2 stk. 1. stendur:
„Tá ið avgerandi broyt-
ingar verða gjørdar í ar-
beiðsgongdini ella umsit-
ingini á einum stovni,
skal starvsfólkið hava
boð um hetta í góðari tíð
fyri at fáa høvi til at vera
við í tilrættaleggingini.
Krevja tílík tiltøk eftirút-
búgving, skulu starvs-
fólkini hava høvi til at fáa
neyðuga eftirútbúgving,
so tey kunnu røkja hesi
arbeiði“
Sum dømi uppá avgerðandi
broytingar kann nevnast at
1. januar ár 2000 kom nýggj
pensiónslóg í gildi.
Sosialráðgevarafelagið á-
sannar, at ein nýggj lóg vil
viðføra ymiskar trupuleikar.
Í sambandi við nýggju pen-
siónslógina, hava sosialráð-
gevarar á pensjónsdeildini
merkt hetta sera týðuliga og
er hetta serliga orsakað av,
at lógin var ov illa umhugs-
að og kanska eisini tí at ong-
in av teimum, sum arbeiða,
við hesum dagliga, vórðu
hoyrd.
Sosialráðgevarafelagið
harmast um, at tað lóg-
gevandi valdið ikki hevur
nøktandi innlit í avleiðing-
arnar, tá avgerðandi lógar-
broytingar verða framdar.
Tann 3. Januar ár 2000
stóðu sosialráðgevarnir á
Almannastovuni við á-
byrgdini av fylgjunum av
broytingunum, sum Al-
manna- og Heilsumálastýr-
ið tók ein av síðstu døgu-
num í Desember. Soleiðis
varð ábyrgdin flutt frá Al-
manna- og Heilsumanna-
stýrinum yvir á Almann-
astovuna.
Talið av pensjónistum í
Føroyum er í dag: fólka-
penjónistar 5577, avlamis-
penjónistar 2089 íalt 7666
pensjónistar.
Á pensjónsdeildini eru 11
starvsfólk. Harav eru 3 sos-
ialráðgevarar,
umframt
deildarleiðaran sum eisini
er sosialráðgevi. Síðan
nýggja pensjóslógin varð
sett í verk, hevur verið tele-
fonstormur á Almanna-
stovuni, og hevur starvs-
fólkið á pensjónsdeildini
ikki gjørt annað seinasta
mánaðin enn at greiða fólki
frá pensiónsútgjaldingum
og hevur ongin tíð verið til
annað arbeiði.
Tað at fleiri broytingar
eru gjørdar aftaná at lógin
varð sett í gildi hevur
viðført, at sosialráðgevarnir
á pensjónsdeildini, sum um-
sita lógina hava kent seg
ørkymlaðar og máttleysar,
og vóru boðini til viðskift-
afólkini tí ymisk frá degi til
dags. Hetta viðførir so aftur,
at viðskiftafólkini missa ál-
itið á okkum sum sosialráð-
gevarar.
At Almanna- og Heilsu-
málastýrið setir eina slíka
lóg í verk, uttan at fylgja
mannagongdini sambært §
2 stk. 1 í Starvsmanna-
lógini, fær avleiðingar. Tað
setir stór krøv til sosialráð-
gevarnar, tá grundarlagið
(lógir og siðvenja) í dagliga
arbeiði teirra broytist av-
gerandi og sum í hesum føri
talan er um eina nýggja lóg,
ið vísir seg ikki at vera nøkt-
andi. Avleiðingarnar eru at
sosialráðgevararnir vera ov-
byrjaðir og viðførir hetta, at
tænastustøðið lækkar mun-
andi og tí eisini okkara um-
dømi sum fakbólkur.
Áðrenn avgerðandi broyt-
ingar viðvíkjandi arbeiðs-
gongd, umsiting ella lóg-
gávu fara fram, eiga við-
komandi fakbólkar at verða
hoyrdir. Sosialráðgevarafel-
agið metir, at vit við okkara
innliti og vitan innan al-
mannaøkið, kunnu verða
ein stuðul tá ið fyrireikingar
og broytingar skulu fremj-
ast á almannaøkinum.
Vinarliga
Sosialráðgevarafelag
Føroya
segði Manne Persson, í
stuttari viðmerking við Sos-
ialin.
Á fundinum týskvøldið
kom annars fram, at Eyst-
urskúlin eisini fer at gera
nakað fyri tey sum longu
eru byrjað at roykja. Skúlin
fer nevnliga at bjóða næm-
ingum, sum vilja leggja av
at roykja, serkøna og ókeyp-
is hjálp.
Uttan iva ein sera góð
hugsan sum aðrir skúlar áttu
at tikið til sín.
Í hvussu so er vísti Helena
Dam á Neystabø landsstýr-
iskvinna, málinum stóran á-
huga og segði, at hon vil
gera sítt til, at arbeiði móti
royking verður gjørt til fuln-
ar.
Broytingar innan
almannaøkið
Viðmerkingar til avleiðingar í sambandi við broytingar
innan almannaøkið í Starvsmannasáttmála
Páll Horn, umboð fyri næmingaráðið, Eyðdis Baldvinson, skúlastjóri, Manni Persson og Jógvan Martin Mørk, lærara
Alt til dreingin, tann unga og meira tilkomna mannin
Givið verður 25% eyka
í avsláttri av útsøluprísinum
Restútsøla
Restútsøla
Sosialurin 311820
Vágsbotnur • Tel. 31 62 06
Kallkyn