Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 29 - 11. februar 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 29 - 11. februar 2000 Nýggjar barnabøkur og sangbók Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tvær barnabøkur og endurútgvið Starabókina, sum upprunaliga kom í 1965 DAGFINN OLSEN „Nert og føl kettlingin“ er bók til smærru børnini, ið er sansamennandi. Í bókini úr pappi, kunnu børnini kenna og kína mjúka skinninum, hvøssu tunguni ella merkja hørðu skálina og ruflutu kurvina. Óivað eitt gott gávuhug- skot til børn, ið annars eru ovurviðkvom fyri kettuhár- um. Pauli Hansen týddi bók- ina úr enskum. Álvur Enn ein bók í røðini um Álv er komin. „Lumpar tú pápa tín, Álvur“. Heimskendi 5 ára gamli Álvur vil sleppa at spæla við amboðskassan hjá páp- anum. Hvussu skal hann fáa pápan at spæla við seg, og ikki bert sita og lesa í einum blað. Børn og vaksin kenna seg aftur í søgunum um Álv. Fleiri flimir eru eisini um Álv. Niels Jákup Thomsen hevur týtt bókina, sum er í litum og við stívari permu. Hon er 28 blaðsíður. Starabókin Sámal Petersen og J. Sím- un Hansen, lærarar í Klaks- vík, løgdu fyrstu útgávuna av „Sangbók til Skúla- brúks“ tilrættis. Hon kom í 1965. Fridtjof Joensen teknaði staran á permuni, ið gav bókini navnið „Starabókin“. Sami stari er enn á permuni. Onnur økta útgáva kom í 1989. Knút Olsen skipaði fyri sangunum, sum eru afturat í 2. útgávuni. Regin Debess prýddi við smá- myndum. Bókin hevur verið vælumtókt og hevur verið útseld. Nýggja útgávan er endur- prent av av 2. útgávuni. Í Starabókini eru 78 sang- ir, eldri og nýggjari. Í bókini finna vit mangar av kend- astu barnasangum okkara. Stórir listamenn hava pinkuframsýning í Lítluvík Teir teljast millum stóru listamenn okkara og ofta seta vit teir í samband við stórar málningar. Men í dag lata teir upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við smáum myndum DAGFINN OLSEN Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni lata nú upp fram- sýning í Smiðjuni Lítluvík. Teir 3 húsast allir dagliga í bygninginum, har Frants Restorff hevur barkarí. Har hava teir á hvør síni hædd arbeiðshøli síni. Nú hava teir gjørt av at sýna fram saman, men talan er ikki um vanliga framsýn- ing, tí hugskotið er serstakt. Hóast teir eru millum størstu nøvnini innan nútíð- arlist okkara, so gjørdu teir av at hava eina framsýning við smáum myndum. Hugskotið Amariel hevði nakrar myndir, ið hann nevnir skravumyndir. Tær eru mál- aðar á lítlar og ofta avlangar plátur. Síðani er skravað í, fyri at fáa formin fram og ávirkan. Har hómast Nólsoyggin, Kúrberg og Vestaravág. Eyðun hevur gjørt nakrar málningar, sum ikki eru so øgiliga stórir og Kári sýnir fram myndir, har hann hev- ur lagt olju á pappír og handlitað litografi. Ein dagin, teir starvaðust í hølunum hjá Restorff, fall prátið á lítlu myndirnar, og hugskotið um framsýning kom fram. Náttúrulýsingar Felags fyri allar myndirnar hjá Kára, Amariel og Eyð- uni er, at tær eru náttúru- lýsingar. Skravumyndirnar hjá Amariel hava myndevni sum land og fjørður ella morgun. Eyðun málar ikki ávíst motiv, men heldur er tað spennandi vetrarljósið og ljósskiftið, sum hugtekur hann. - Pappírsmyndirnar tykj- ast onkrum at mynda okkurt kinesiskt tekin, sigur Kári skemtandi, men eisini her eru náttúrulýsingar og tað er ljósið, ið hevur givið í- blástur. Sýningin í Smiðjuni í Lítluvík við lítlu myndu- num hjá stóru listamonnu- num er opin tann 12. og 13. februar frá klokkan 15 til 19. Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni lata nú upp framsýning við smáum myndum Mynd: Jens Kristian Vang støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálabotni tel. 44 12 00 The Faculty VIKA 6 1 Arlington Road 1 Arlington Road 2 The Waterboy 3 Når godtfolk kommer til byen r godtfolk kommer til byen 4 Forces of nature 5 Bride of Chucky 6 Familie terapi 6 Familie terapi 7 Universal Soldier 7 Universal Soldier 8 Mumien 8 Mumien 9 Lokkeduen 10 Notting Hill 10 Notting Hill Wild Wild West k e m u r t ý s d a g i n 1 OSLO: JÓGVAN HUGO GARDAR Thorbjørn Jagland, sum hevur staðið á odda fyri norska Javnaðarflokkinum síðani Gro Harlem Brundt- land legði frá sær, boðaði seinnapartin ígjár frá, at hann ikki longur er floksins boð uppá ein komandi stjórnarleiðara. Thorbjørn Jagland letur nú uppí hendurnar á Jens Stoltenberg at føra flokkin víðari í Stórtinginum. Tað var seinnapartin hósdagin ikki klárt, um Jens Stolten- berg tekur yvir, men tað er lítil ivi um, at so verður. Jens Stoltenberg er sera vælumtóktur millum norsk- ar veljarar. Thorbjørn Jagland segði á einum tíðindafundi í gjár, at hann framvegis ynskir at halda fram sum floksfor- maður, og at hann fegin heldur fram í hesum sessi- num aftan á landsfundin í november í ár. Jens Stoltenberg gertst formaður fyri tingbólkin hjá norska Javnaðarflokkinum áí Stórtinginum og er eisini floksins boð uppá ein kom- andi stjórnarleiðara frá Ar- beiderpartiet. Nær Javnaðarflokkurin aftur kann gerast stjórnar- flokkur er í løtuni óvist, men fleiri mál eru á veg, sum kunnu fella stjórnina. Fyrsta stóra málið er so- kallaði nýggi teldubýurin á Fornebu, har ein meiriluti í Stórtinginum er ímóti loysnini hjá stjórnini. Hetta málið verður viðgjørt í løt- uni, og avgerðin fellur í mars. Thorbjørn Jagland gerst ikki aftur forsætisráðharri Thorbjørn Jagland Enn eitt incestmál í rættinum JOHN JOHANNESSEN Í gjár var grundlógarforhoyr fyri dupult læstum durum í Føroya Rætti. Sum Sosi- alurin skilir, er talan um enn eitt álvarsamt mál, har skyldfólk hava verið ónær- islig móti børnum. Uni Vestureið, kriminal- ovasti, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, men tó váttar hann, at kriminal- løgreglan hevði eitt álvar- samt mál fyri í rættinum í gjár fyri dupult læstum dur- um. Ábendingar eru um, at talan er um eitt mál, ið løg- reglan brádliga er komin fram á. Fyri stuttum varð eitt par dømt tvey ára langa fong- sulsrevsing fyri at hava ver- ið ónærislig móti egnum børnum. Tey kærdu bæði dómin fyri landsrættin, og sita tey nú varðhaldsfongsl- að, meðan bíðað verður eft- ir, at landsrætturin fær stundir at viðgera málið. Kolvetnisskattalógin kom samtykt til triðju viðgerðar á tingfundinum í dag Skatligar avskrivingar samtyktar Skráseting av motorakførum samtykt Aldurin fyri barnarfrádrátt hækkaður JOHN JOHANNESSEN Uppskotið til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skattligar avskrivingar við meira, sum Annfinn Kalsberg, løgmaður, legði fyri tingið 21. januar, varð undir aðru viðgerð á tingfundinum týsdagin samtykt við 28 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari. Sostætt, fór uppskotið, sum er tingmál nummar 41/1999, samtykt til triðju viðgerðar. Á tingfuninum í gjár var hetta sama mál til triðju viðgerð, har tað varð endaliga samtykt. Kolvetnisskattalógin samtykt JOHN JOHANNESSEN Sokallaða kolvetnisskatta- lógin varð samtykt við triðju viðgerð á tingfund- inum í gjár, har fýra mál skuldu endaliga avgreiðast við triðju viðgerð. Fyrsta av teimum fýra triðju viðgerðinum var av tingmáli nummar 28/1999, sum var uppskot til løg- tingslóg um álíkning, inn- krevjing, eftirlit og annað í sambandi við skatting av inntøku av kolvetnisvirk- semi. Hetta uppskot varð lagt fyri tingið av Karsteni Hansen, fíggjarmálaráð- harra, 22. desember í fjør. Uppskotið verður eisini kallað kolvetnisskattafyri- sitingarlógin. Uppskotið varð samtykt við broytingum við 28 at- kvøðum fyri ongari ímóti og ongari blankari undir aðru viðgerð á tingfundi- num týsdagin og kom so- leiðis samtykt til triðju við- gerðar á tingfundinum í dag. JOHN JOHANNESSEN Tingmál nummar 43/1999, sum var uppskot til løg- tingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting- argjald á motorakførum við meira var eitt av málunum, ið endaliga skuldi avgreiðast á tingfundinum í gjár. Uppskotið, sum Karsten Hansen, fíggjarmálaráð- harri, legði fyri tingið 21. januar, varð samtykt undir aðru viðgerð á tingfund- inum seinasta týsdag við 28 atkvøðum fyri, ongari ímóti og ongari blankari. JOHN JOHANNESSEN Seinasta málið, ið var til triðju og endaligu viðgerð á tingfundinum í gjár, var tingmáli nummar 44/1999, ið var uppskot til løgtings- lóg um broyting í løgtings- lóg um áseting av skatti. Uppskotið legði Kristian Magnussen vegna Javnað- arflokkin fyri tingið 20. jan- uar. Uppskotið hevði til enda- máls at hækka aldurin fyri barnafrádrátt, so foreldur kunnu fáa frádrátt í skatti- num fyri børn síni, til tey fylla 18 ár. Frammanundan er frádráttur bert veittur, til børnini fylla 16 ár. Uppskotið varð samtykt undir aðru viðgerð á ting- fundinum týsdagin og fór sostætt samtykt til triðju viðgerðar. Við atkvøðu- greiðsluna undir aðru við- gerð fekk uppskotið 29 at- kvøður fyri, onga ímóti og onga blanka.