Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. februar 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 29 - 11. februar 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 29 - 11. februar 2000 it eru fiskivinnutjó›in Før- oyar. 98 % av okkara útflut- ningi er fiskur. Ogn alra føroyinga. Ta› ver›ur sagt, at fiskurin heldur hesum landi uppi, og at fiskivinnan er álit okkara. Sambært hagtølunum hava vit tó ikki meira enn 3.000 fiskimenn. Strí›i› hjá hesum monnum útvegar 2000 fólkum á fiska- virkjum arbei›i og megna hesir bólkar í felag eitt útflutningsvir›i yvir 2 MIA. Hvørki á tingi ella í landsst‡rinum er ídag nakar aktivur fiskima›ur. Fiskimenn fáa ein skattalætta uppá 15 % av brutto. Í seinastuni hevur sjónvarpi› roynt at sáa iva um henda skatta- frádrátt og nú mælir eisini Bú- skaparrá›i› til at avtaka henda frá- drátt. Hví ? má ein spyrja. Lat meg ver›a tann fyrsti at siga, at hesin frádráttur er okkara fiski- monnum so hjartaliga uppiborin. Hann átti at veri› størri um naka›. Vit eru øll eins fyri Gu›i, men tó er munur á monnum. Ein fiskima›ur er meira verdur fyri føroyska sam- felagi› enn vit skrivstovukalar í Havn, undirrita›i írokna›ur. Ta› hev›i veri› rættvíst, at eis- ini flakakvinnan og tey sum starv- ast á fiskavirkjunum fingu ein skattalætta fyri teirra mangan strævna arbei›i. Ta› er ein sannroynd, at ta› er fiskima›urin á Munkagrunninum og flakakvinnan á Kósini, sum skapa tey sonnu vir›ini í hesum landi og sum vit øll onnur njóta gott av. Táttast skal í búskapin ver›ur sagt, javel. Um tú fer heim á Sand, nor›ur til Klaksvíkar, su›ur á Tvøroyri ella vestur til Sørvágs so sær tú ikki naka› marglæti ella yvirhita›an búskap. Dagliga lívi› hjá fólki á hesum plássum er tengt at, hvat havi› gevur. Her er ikki ney›ugt vi› nakrari dogmatiskari, tvangsneurotiskari búskaparspeki. Hevur ta› hepnast væl á hesum plássum so at fólk fáa rá› at keypa sær ein n‡ggjan bil, eitt surround ljó›tól, ella ein ma›ur hevur hug at fara vi› konu og børnum til Gran Canaria, so er hetta ikki yvir- forbrúk, men ein partur av lívs- vir›unum og nøgdseminum. Um naka› er gali›, so er ta› í Havnini. Eitt pláss, sum so at siga onga framlei›slu hevur og kortini heldur veit- slu hvønn dag. Har menn vi› risalønum mæla van- ligum fólki til afturhald og a›rir spinna gull av at selja dubiøs fisk- iloyvir flei- ri fer›ir. Har børn nærum fara at gráta um tey síggja ein arbei›s- mann í ketildrakt, tey halda hetta er eitt trøll, von sum tey eru vi› at síggja páparnar í slipsi ! Hví ver›ur onki gjørt at tálma í mi›sta›arøkinum sum td., at lati› 50 % av almennu stovn- unum út á bygdirnar. Ella hvat vi› at krevja bummgjald av bilum sum skulu til Tórshavn ? Føroyski búskapurin er ikki yvirhita›ur. At ta› onki arbei›s- loysi er í løtuni kann ein bert frø›- ast yvir. Hetta kann so skjótt broytast. Ta› er rætt at minka bæ›i persónligan skatt og partafelags- skattin sum núverandi landsst‡ri hevur sett sær fyri. Eg dugi ikki at síggja, at ein skal ver›a so bangin fyri, um meira gongd kemur á búskapin. Lat búskapin sætta sær sjálvum og lati› fólk umsita sín pening sum tey vilja. Privatiseri › øll almenn feløg líka frá Strand- fer›sluni til Atlantic Airways. Vi › størri privatisering ber til aftur at fáa størri trivna› í samfelagi› og eitt professi- onlt fjøl- tátta› vinnu- lív. Kanska ein føroysk- ur Bill Gates er ikki so langt burtur. Í sam- bandi vi› vinnulívi› má sigast, at her sæst syndarliga líti› til før- oyskar kvinnur. Høvu›s- vinna okk- ara anno 2000 hevur ikki ein kvinnuligan forstjóra ella kvinnu vi› egnari fyritøku. Heldur ikki er ein kvinnuligir rei›ari í landinum. Ta› er næstan bert vi› reinskeribor›i›, at tú sær føroysku kvinnuna. Í grannalondum okkara eru allasta›ni kvinnuligir stjórar og kvinnur vi› egnum virki. Ikki er gott at vita, hví ta› er so er gali› her á landi? Vit hava ongantí› á›ur havt so væl skúla›ar kvinnur. Eru føroysk mannfólk so kvinnukúg- andi, at tey síggja konufólk sum ein kappingarneyta heldur enn ein starvsfelaga á jøvnum føti? Gongur ta› manliga stoltleika- num ov nær at hava ein kvinnulig- an stjóra? Ella hava føroyskar kvinnur ov lágt ambitiónsniveau? Vit hava javnstø›ulóg, og kort- ini hevur almenni peningastovnur- in Føroya Banki ikki ein kvinnu- ligan nevndarlim ! Hugaligari er, at Framtaksgrunnurin hevur tvær kvinnur í nevndini. Yvirhøvur er semja um at konu- fólk á flestu økjum eru munandi betri lei›arar enn menn. Ta› er lít- i› at ivast í, at ta› hev›i gagna› okkara vinnulívi almiki› vi› fleiri kvinnuligum stjórum, lei›arum og nevndarformonnum. Ein kann so sjálvandi spyrja um okkara høvu›svinna ella føroyskt vinnulív yvirhøvur er nóg attrak- tivt hjá konufólki, og um persónlig menning, lønarvi›urskifti og ví›- ari útbúgving er ílagi ? Hetta er ein vi›komandi spurningur. Tíanverri er nógv, sum bendir á, at føroyskur ungdómur yvirhøvur ikki hevur stóran áhuga fyri vinnu- lívi og at seta á stovn egi› virki. Ta› er sjálvandi meira áhugavert og ómakaleyst at fáa sær eitt aka- demiskt heiti og ein fulltrúasess vi› gó›ari eftirløn, og hvør kann brigsla einum ungum at hann vil virka undir tryggum korum ? Ta › er sera torført at at byrja á berum og kanska áttu peningastovnanir at havt eina lagaligari, stimbrandi, skipan tá tosan er um ungar ígongdsetarar ? Ella hvat var meira nærliggjandi enn, at Vinnumála- st‡ri› formulera›i tiltøk at stu›la ungan kreativum fólki, tey tróta so ikki. Heldur ikki í føroyskum poli- tikki sæst ov nógv til okkara kvinnur. Fullveldi› stendur fyri framman, men ta› sær ikki út til, at ta› hevur áhugan hjá okkara kvinn- um, so tigandi tær eru um hetta álv- arsmál. Kvinnuligir bygdará›sfor- menn kunnu teljast á einari hond, og ongin kvinnuligur floksforma›- ur á tingi. Føroyska vinnulívi› og føroysk- ur politikkur sakna í stóran mun aktiv konufólk. Speak up, baby! Working class heroes ” “ Ta› er ein sannroynd, at ta› er fiskima›urin á Munkagrunninum og flakakvinnan á Kósini, sum skapa tey sonnu vir›ini í hesum landi, og sum vit øll onnur njóta gott av. Johan Mortensen skrivar ...vit søkja eftir 20 ungum kvinnum og monnum, ið skulu mynda føroyska fiskivinnu komandi árini. Eitt sindur um teg Tú ert púra vitandi um, at Føroyar hava brúk fyri tær. Tað sæst ikki á skræðuni, men tú hevur eitt brennandi ynski um at taka lut í at ávirka framtíðina í Føroyum. Eitt sindur um okkum Vit bjóða eina spennandi útbúgving, ið tekur støði í veruleikanum. Tað, tú lærir, kanst tú brúka, og tey, ið undirvísa, eru fólk í lyklastørvum í føroysku fiskivinnuni. Fiskivinnuskúlin bjóðar tvinnar útbúgvingar !2 ára vinnurættað útbúgving (AIF), ið gevur beinleiðis atgongd til arbeiðsmarknaðin ella tøkniligar útbúgvingar á matvøruøkinum. !3 ára yrkisgymnasial útbúgving (HIF). At ein útbúgving er yrkisgymnasial merkir, at hon gevur atgongd til hægri útbúgvingar. Ring 424573 og bið um umsóknarblað. Fiskivinnuskúlin í Vestmanna Postrúm 96 - 350 Vestmanna - Tlf. 42 45 73/42 44 96 - Fax 42 44 28 www. fiskvest.fo - Teldupostur: fiskvest@fiskvest.fo stephanssons hús