fríggjadagur 11. februar 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 29 - 11. februar 2000
Fríggjadagur 11. februar
Marna Jakobsen, Steintór Rasmussen, Annika Joensen og Eyðun Joensen skiftast um at skriva ÚTSJÓN
Heildin manglar
Útlondini og teirra viðurskifti eru ikki løtt
at fáa eyga á í føroyskum fjølmiðlum. Av
øllum illum er Útvarp Føroya frægast, tá
ið tað snýr seg um uttanlandatíðindi. SvF
hevði t.d. bert eini tíðindi úr útlondum
sunnukvøldið, tey vóru um Eysturríkið,
restin var um okkara egnu viðurskifti. So
skalt tú kunnað teg um hvat gongur fyri
seg úti í stóru verð, er tú noydd at keypa
útlendsk bløð ella lurta eftir útlendskum
útvarpi/sjónvarpi. Tað skal tó sigast, at
sjónvarpið sendir Globus týskvøld, hesu
ferð um Eysturríkið og nýggju høgra-
vendu stjórnina har. Eg haldi, at útvarpið
manglar eina slíka sending, sum viðger
uttanlandaviðurskifti meira djúptgang-
andi.
Lurtar tú gjølla eftir tíðindunum í út-
varpinum, og tað gert tú, tá ið tú skal
ummæla, so fært tú varhugan av, at
útvarpsfólk mangan gloyma seg sjálvi
burtur og fara aftur á barnagarðsstøði.
Eitt dømi av mongum var nú í vikuni, tá
útvarpið greiddi frá, at Finnland hevði
fingið kvinnuligan forseta, hesi stórtíðindi
endaðu gudhjálpitúmær við, at útvarps-
maðurin greiddi okkum frá, at forsetin
átti barn uttan fyri hjúnalag, var fráskild,
men gekk saman við grannanum, møgu-
liga misskilti eg hetta við grannanum,
men álvaratos: hvat rakar hetta okkum?
Er tað slatur eg vil hava, so kann eg fara
yvir í kioskina hjá Karli at keypa Ekstra
Blaðið ella Oyggjatíðindi, kanska mær
eydnast at hoyra onkra saftiga á vegnum
eisini.
Kjakast nógv
Tað trýtir ikki av kjaksendingum í hesum
landinum. Útvarpið hevur Fimmaran og
sjónvarpið Krosskast. Tað eydnaðist mær
ikki at hoyra Fimmaran hesu ferð, men
Krosskast sá eg, og eg má viðganga at
eg fái sveittan út, hvørja ferð eg hyggi at
Krosskasti. Hesi neyðars menniskju
verða hurraði inn og út úr sjónvarpsstov-
uni, eina løtu sita tey við borðið, so
hvørva tey, so koma tey hann náði okkum
inn aftur og sita tá á einum øðrum stóli.
Altso bestemmi tykkum og ruddið upp
har inni, hasar avískloddarnir treingja til
at verða útskiftir. Evnið í Krosskasti var
um ferðslu, uppleggið var at í Føroyum
doyggja alt ov nógv ung í ferðsluni í mun
til onnur Norðurlond. Hetta var evnið og
átti eisini at verið evni, men ístaðin verður
tosað um alt ímillum himmal og jørð, líka
frá fartelefonum til uppskot um nýggja
ferðslulóg. Øll evnini eru sannuliga við-
komandi, men ikki ber til at viðgera øll í
senn. Tað eydnaðist eisini politikara aftur
hesu ferð at tosa um andstøðu kontra
samgongu, ístaðin fyri at geva boð uppá
hvat hon helt átti at verið gjørt. Tí tað var
hetta Jón Kragesteen eftirlýsti: At
politikarar koma við einari heildarfatan
av ferðslu.
Tað var eisini einum slíkum útspæli
frá politikarum, Carl Johan Jensen bað
um í Innskoti mánakvøldið. Her snúi tað
seg um bókmentir, og eg haldi at hetta
var ein fín sending, har C. J. Jensen
greitt fekk fram, hvat hann helt um
føroyskan mentunarpolitikk. Ólavur Ras-
mussen dugir sera væl at práta við fólk
og fáa tað besta fram í teimum.
So løgið tað ljóðar, var tað sama út-
spæl, stjórin í Strandferðsluni eftirlýsti í
sendingini Føroyar og Framtíðin. Hvørjar
langtíðarætlanir hava politikarir við hes-
um øki. Ein sending eg lurtaði eftir við
áhuga, eg eri bygdakona og havi brúk
fyri Strandferðsluni. Bæði postverksstjór-
in og strandferðslustjórin gramdu seg
um, at teirra „flutningstól“ vóru ov gomul,
miðalaldurin á arbeiðsfólkunum á post-
verkinum var 50 og elstu skipini hjá
Strandferðsluni vóru millum 40 og 70 ár.
Eisini til gamans
Undirhald er sum kunnugt nógv av. Ba-
salt sunnukvøldið var í høvuðsheitum
undirhaldandi. Sendingin var í tveimum,
fyrri partur um Gulla, sum spælir trash-
tónleik fyri at røkka teimum ungu við tí
kristna boðskapinum. Her vil eg lasta
teimum, sum gjørdu innslagið, fyri ikki at
viðgera tónleikin og kristniboðanina, men
í staðin gjørdu hetta til eitt persónligt
bekennilsi, sum eg kundi fari á møti og
lurta eftir, um eg vildi tað. Har vóru eisini
nakrar yvirsmartar effektir við krossi og
illamanshøvdi, men eg var ikki imponer-
að. Seinni partur var um Gudrun Ludvig,
designara, og tað var áhugavert. Vøkur
pløgg og góð myndatøka, eitt pluss til
Bjarna Rubeksen. Vit hava nógv kreativ
fólk í hesum landinum, men umstøðurnar
at virka eru so sum so.
Umstøðurnar hjá Sjónvarpi Føroya
tykjast vera vánaligar. Týskvøldið frættist,
at sjónvarpsstjórin hevði sagt starvsfólki
upp. Sjónvarpið er dýrur, men neyðugur
JÁKUP MØRK
Rás 2 hevur í tíðindaskrivi boðað frá,
at teir í næstum fara undir at lesa upp
skaldsøgurnar »Búrið« og »Til lívið«,
sum báðar eru skrivaðar av Ruth
Minsky Sender.
Ruth Minsku Sender býr í dag í New
York, har hon er lærarinna í jødiskari
mentan og søgu. Hetta sæst eisini aftur
í skaldsøgunum báðum, sum snúgva
seg um teir ræðuleikar, sum jødiska
fólkinum var fyri, tá týskarar settu sær
fyri at týna hetta fólkaslagið, og teir
trupulleikar, sum seinni vórðu avleiddir
av hesum
Fyrra bókin varð útgivin í 1986 og
seinna í 1998. Anna Smith, sála, týddi
bøkurnar til føroyskt, og verður tað væl
Skaldsøgur og náttartøgn
kenda røddin hjá Sonna Smith, sum
fer at bera orðini út til lurtaraskaran.
Búrið
Í »Búrinum« fylgja vit 16 ára gomlu
jødisku gentuni, Tivu, frá tí at týskararnir
stongdu jødarnar inni í ghettoum í
polsku býunum, til allir jødarnir vórðu
fluttir í týningarlegur í Eysturproysa-
landi. Henda sanna frásøgning lýsir ikki
bara nágreiniliga ræðuleikarnar í nas-
istisku týningarlegunum, men sigur okk-
um eisini frá menniskjum, ið halda sam-
an og eiga ófatuliga styrki, kærleika og
vilja til at liva.
Til lívið
Tá ið russar koma og fría jødar úr ar-
beiðsleguni, Gratenort, vendir nú 19 ára
gamla Riva sær til vinkonurnar og sigur:
»Vit eru frælsar«. Enn hevur hon onga
hóming av, hvussu long og illgongd
leiðin til frælsið er.
Riva fer beinan vegin til heimbýin
Lodz í Póllandi, í vón um at finna skyld-
fólk ella vinir, sum enn eru á lívi. Hon
finnur eingi skyldfólk, men hon hittir tó
mannin, sum hon elskar og giftur seg
við honum. Tey bæði leita framhaldandi,
men til fánýtis. Ofta verða tey vónsvikin
á longu ferðini, og tey bæði fjakka úr
eini legu í aðra, í jagstranini eftir einum
øðrum lívi, sum ætlandi skal verða í
Ameriku, har tey vilja hava fyrsta barn
sítt.
Senda bert um dagin
Seinastu vikuna ella so, hevur Rás 2
ikki sent um náttina, soleiðis sum ætl-
anin annars var. Mong vóru helst tey,
sum gleddust yvir, at tað alla tíðina var
gjørligt at lurta eftir tónunum frá FM
102.
Hesi verða tó ikki við sviðið soð, tí frá
stjóranum á Rás 2, Suna Jacobsen,
frætta vit, at hetta er orsakað av, at teir
í løtuni eru í ferð við innleggingararbeiði.
miðil í hesum landinum. Vit hava trý út-
vørp, men bara eitt sjónvarp, sum har-
aftrat kikkar eftir ondini av peningatroti.
Hesin kassi, sum stendur í hvørjum heimi
í Føroyum, má fáa betri umstøður at
arbeiða undir.
Kórsang dámar mær sera væl, so eg
havi lurtað eftir sendingini Sálmar og
sangir, sum nú hevur verið um Hans
Jacob Højgaard kórleiðara. Ólavur Hátún
hevur skipað fyri, og har er hann á heima-
vølli. Lat meg tó siga at besta undirhald
fært tú úr sendingini Náttarravnar leygar-
kvøld. Góður tónleikur, skemtiligir vertir
og stuttligar telefonsamrøður, men prikk-
urin yvir i’num er Høgni Djurhuus út-
varpskona, ein herligur kverulantur, sum
torir at geva okkum ein beint framman á.
Um eg nú varð biðin um at velja bestu
sending hesa vikuna, so hevði eg uttan
iva sagt Tilvera hjá Armgarð Arge. Hon
var um bróstkrabba, og hetta var ein
tankavekjandi og upplýsandi sending.
Eitt stórt ug frá mær.
Rás 2 fer nú undir at lesa upp skaldsøgur, og
kvirran, sum hevur valdað seinastu næturnar, fer at
halda fram í einar tríggjar mánaðir ella so
Hetta arbeiði krevur, at øll tøknin á
støðini er sløkt, og tí er avgjørt, at hetta
arbeiði skal fara fram um náttina.
Talan er rættuliga umfatandi arbeiði,
men gongst sum ætlað, verður aftur
farið at senda um náttina um einar
tríggjar mánaðir ella so.
Marna Jakobsen,
exam. art.,
skrivar
JAN MÜLLER
Hann er ovfarin av, hvussu
nógv føroyingar longu hava
fingið burtur úr fyrireik-
ingunum til eina komandi
oljuvinnu og her ikki minst
á útbúgvingarøkinum. Hann
eitur Arild Saasen og starv-
ast í dag sum leiðari av bori-
deildini hjá Statoil í Sta-
vanger.
Frammanundan
hevur hann undirvíst á Høg-
skolen í Stavanger, í kol-
vetnisfakum. Tað var í hes-
um sambandi, at hann fekk
samband við Føroyar. Arild
Saasen var millum teirra,
sum løgdu lunnar undir
samstarvið millum før-
oyskar skúlamyndugleikar
og Høgskolen í Stavanger.
Ein avleiðing av sam-
vinnuni eru tey boriskeið,
sum Oljuútbúgvingarsam-
takið skipar fyri í næstum.
Síðani er eisini samstarv á
hægri støði millum eitt nú
Fróðskaparsetrið og Høg-
skolen í Stavanger.
Arild Saasen var nú um
dagarnar í Føroyum fyri at
undirvísa á skeiði á Nátt-
úruvísindadeildini
fyri
næmingum, ið lesa til kol-
vetnisverkfrøðing og øðrum
áhugaðum.
Sosialurin hitti hann í
Nóatúni í vikuni. Arild Saa-
sen dylur ikki fyri, at hann
er ein av teimum, sum hev-
ur fingið serstakan áhuga og
als fyri Føroyum og at hann
er bæði stoltur og fegin um
at hava verið við frá byrjan
at byggja upp frálæru innan
kolvetni. Arild Saasen var
við fyri tveimum árum síð-
ani, tá samskifti tók seg upp
millum føroyingar og olju-
og skúlamyndugleikar í
Stavanger.
Fylgir væl við
Arild Saasen sigur seg
fylgja væl við gongdini í
Føroyum, nú tað nærkast 1.
útbjóðing. Sjálvur heldur
hann Føroyar eru eitt sera
spennandi men eisini eitt
trupult umráði reint tøkni-
liga at arbeiða í og teljast
Føroyar tí eisini millum
hárisikoøkini í heiminum.
Tvs. at um somu tíð sum
tað er sera áhugavert at ar-
beiða her er tað eisini vági-
ligt. Her finnast avbjóðing-
ar, sum man ikki finnur á
norskum øki, og her kemur
serstaka føroyska basaltið
inn í myndina.
Norðmaðurin heldur, at
tað er sera umráðandi hjá
føroyingum at útbúgva síni
egnu fólk - ikki minst fyri
at skilja hesa nýggju vinn-
una. Hann heldur ikki tað
er nøkur katastrofa fyri teir
føroyingar, sum fáa sær
útbúgving innan kolvetni-
vinnuna, um tað skuldi víst
seg, at eingin olja er her. -
Skuldi tað óhepna hent, at
man ikki finnur olju við
Føroyar, so kunnu føroy-
ingar við kolvetnisútbúgv-
ingum brúka tær bæði í
norskum og bretskum øki.
Undir øllum umstøðum er
tað ikki ein burturspilt
útbúgving.
Føroyingar betri fyri
enn norðmenn
Arild Saasen heldur, at før-
oyingar eru betri fyri, enn
tá norðmenn byrjaði eina
oljuvinnu, tí man er longu
farin í gongd at útbúgva
fólk, áðrenn oljuleitingin er
byrjað, bæði á universitets-
støði og á tekniskum skúl-
um. Tvs. at føroyingar
byggja upp eina kompe-
tansu, longu áðrenn olju-
vinnan fær fótin fyri seg.
Støðan í Noregi á sinni var
tann, at henda kompetansan
mátti byggjast upp samtíðis
sum vinnan varð bygd út.
Hetta fær so eisini tað posi-
tivu avleiðing, at møguligt
er at skipa sjálvt lógarverkið
Føroyskir
næmingar
hava góðan
arbeiðsmoral
-Føroyingar eru sum heild nógv betri fyri at fara undir
eina oljuvinnu, enn norðmenn vóru tað fyri 30 árum síð-
ani sigur Arild Saasen, boriserfrøðingur hjá Statoil, og
vísir m.a. til undirvísingarverkið, ið hevur hevur lagt
lunnar undir komandi kolvetnisútbúgvingar longu áðrenn
oljuleiting er byrjað
í Føroyum nógv betri, enn
støðan var í Noregi, tá olju-
vinnan tók seg upp har.
Tá tosað verður um nega-
tivar og positivar avleiðing-
ar av eini oljuvinnu, heldur
Arild Saasen, at tað er sera
umráðandi at hava eftirlit
við so nógvum sum til ber,
samtíðis sum ein eigur at
ansa eftir ikki at lata feløg
oa. byggja út infrastruktur
ol. sum so seinni kemur at
liggja sum ein spøkilsisbýir.
Arild Saasen er bjart-
skygdur í so máta, tí før-
oyingar hava møguleika at
læra av norðmonnum, ið nú
koma inn í eina endafasu.
Tvs. at føroyingar kunnu
síggja eitt sindur longur
fram, enn norðmenn
kundu, tá oljuvinnan byrj-
aðu har.
Góðan arbeiðsmoral
Nú Arild Saasen hevur und-
irvíst bæði føroyingum og
norðmonnum spurdu vit
hann, hvussu støðið er í
Føroyum!
-Føroyskir studentar og
mæmngars hava ein nógv
betri arbeiðsmoral enn teirra
norsku javnlíkar. Fyri mær
tykist tað sum føroyingarnir
hava
eina
generella
bakgrund, sum er góð og
taka føroyingar til sín vitan
uppá eina góðan máta.
Tá vit spyrja hann, hvørj-
ar greinar innan kolvetni
føroyingar eiga at leggja seg
eftir, so ivast Arild Saasen
í, um tað er rætt av føroy-
ingum at leggja seg ov nógv
eftir at útbúgva seg innan
reservoirtøkni. Heldur eigur
at verða hugt eftir bori- og
brunntøkni og eisini fram-
leiðslu. Hann undirstrikar,
at hetta hevur einki við
arbeiði hansara hjá Statoil
at gera. Hetta er hansara
persónliga hugsan.
Arild Saasen undirvísir
her á skeiði á
Náttúruvísindadeildini í
Nóatúni. Mynd Jens K.
Vang
Frá skeiði innan
kolvetnisvinnu í Nóatúni.
Mynd Jens K. Vang