Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– OMMA, OMMA! Trøllapætur var noydd­ur at rópa hart á omm­una, sum spældi tónleik í fullari styrki. – EG HAVI BÍ‹A Í ALLAN DAG. NÆR SKULU VIT LATA KALENDARAN UPP OG HOYRA SØGUNA!? Trøllapætur var ótolin og hevði ongan hug at út­­seta spenningin meira. Men trøllaomman stóð framvegis við báðum nevunum í fatinum, trall­aði og elti bollar. Lagið var so gott og hon sang so heilhjartað við til tað nýggja jólamannahittið White kisses from me, at ein so skuldi næstan trúð at sangurin var skriv­aður til hennara. Tá sangurin endaði stóð omman framvegis við deiggið á knúgvunum og boksaði niður í ílatið. – O, góðasti Trølla­pæt­ur. Nú er omma klár sum stjørnurnar á himm­alinum. Lat tú lúkuna upp, so skal eg koma og lesa søguna... Trøllapætur finglaðist eina løtu við tveytalið og fekk so neglina undir pappið sum goymdi myndina. – Ein dukka omma. Kom og hygg. Ein lítil fitt dukka við bláum eygum og reyðum kjálkum. Kunnu trølladreingir ikki eisini fáa dukkur í jólagávu? – Á, jú. Øll trøllabørn høvdu verið overfegin um tey fingu eina so fína dukku í jólagávu. Men hvat børnini í Føroyum ynskja sær, er ikki at vita. Nú skalt tú bara hoyra hvat jólamaðurin á Stórafjalli segði við ommu. Trøllapætur hugdi við øllum sínum stórum eyg­um rundum at ommuni, meðan hon fór at siga frá. “Jólamaðurin Hvíta­skegg sigur, at tað gerst verri og verri at glaða føroysk børnini, tí tað tykist sum tey eiga ovmikið av øllum. Seinastu jól lógu fleiri túsund dukkur undir jólatrøunum í bygdum og í býum, men nógvar vóru bara pakkaðar upp og ongin tímdi at bera ella spæla við tær. Tá ið omma var lítil átti eg eina lítla klútadukku, sum eg ballaði og sang fyri hvørt kvøld. Og hon slapp eisini við mær tá ið rann uppi í haganum og spældi niðri í fjøruni. Í dag eiga børnini so nógvar dukkur, at tey ikki vita hvørja tey skulu vera allarbest við. ....” Omman hugsaði um allar hesar smartu batta­rídukkurnar sum ikki tola regn og runu. “Nógvar dukkur eru pyntaðar pg fínar á jólum, men aftaná nakrar fáar dagar orka tær sjáldan at siga nakað og sita ofta í ongum klæðum og bíða til okkurt barn aftur fer at spæla við tær. Men børnini hava so nógv annað at gera og hava ikki stundir til øll síni dukkubørn.. Nú skulu børnini hava øll møgulig sløg av dukkum. Grátidukkur, grínidukkur, gangidukkur, dukkur sum brúka suttu, dukkur sum brunka við eygunum, dukkur sum tosa eitt mál sum børnini ikki skilja, og dukkur, sum skulu hava at eta og drekka, sum so skulu pissa og kukka, so at børnini fáa úr at gera. Nei, ommusa fitta trølladukka brúkti ikki battarí og hon var hvørki strævin ella ómøgul­igt....” – Omma, heldur tú at dukkan vil sova hjá mær í nátt? – Ja, góði elskilig hjá ommuni. Tú skalt sleppa at hava ommusa mjúk­astu og fittastu trølla­dukku! Hon kann liggja still eina heila nátt. Eisini sjálvt um tað stundar til jóla... Dukkulív á jólum