Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 40

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 234 - 4. desember 2006 Um tú eigur góðar 600 milliónir at brúka, so er Rancho El Cojo á vesturstrondini í USA kanska nakað fyri teg. Rancho El Cojo er dýrasti stórgarður í heiminum, og hann er nú til sølu fyri 110 milliónir dollarar – tað svarar til góðar 600 milliónir danskar krónur. Rancho El Cojo liggur á vesturstrondini í USA. Garðurin er 34 ferkilometrar til støddar, og hann liggur fram við einum vøkur øki í California. 14 kilometrar eru úr suðurmarkinum til norðurmarkið, og landaøkið er ymiskt – bæði við skógum, fløtum, bakkum og klettum. Rancho El Cojo er ein av teimum fáu stórgarðunum í California, sum liggur fram við strondini. Garðurin hevur í nógv ár verið brúktur í sambandi við upptøkum av filmum, sum Hollywood-framleiðarar hava staðið fyriæ. Fjølbroytta landslagið er væl egnað til alskyns upptøkur, og keypti tú garði, ja, so gekk helst ikki long tíð, áðrenn Mel Gibson ella onkur av hinum stóru stjørnunum stóð í túninum hjá tær. Økið, har garðurin liggur, var fyri nógvum árum síðani land hjá indianarunum. Síðani 1913 hevur Bixby-familjan átt garðin, og tey eiga eisini grannagarðin Jalama, sum verður brúktur til meira vanligt landbrúk og djórahald. Tann garðurin er ikki til sølu. So um tú ivast í, hvat tú skalt keypa tær sjálvum ella familjuni í jólagávu, so var tann tiltikni stórgarðurin í California kanska eitt gott boð til ársins jólagávu. Ársins jólagáva Vinn ein ferðaseðil - hvønn dag á Atlantic.fo www.sansir.fo Jólatræið í Havn verður tendrað á Vaglinum leygardagin 2. desember kl. 15.30. Jólasmátturnar verða eisini opnar, og jólamenn, vætrar og tónleikur verður í býnum. Handlarnir i Miðbýnum hava opið til kl. 18. Kunningarstovan Piparnøtir fært tú hjá... Tlf 312161 • gron@gron.fo • www.gron.fo Tel 42 22 70 Norðskáli Stanley Gávur Leikur Búnýti www.husamekling.fo HÚSAMEKLING Keyp og søla av fastari ogn Vaglið • FO-100 Tórshavn • Tel 31 93 21 • Fax 31 93 31 Hús í Gæsugøtu í Havn til sølu FO-900 Vágur · Tlf. 37 30 65 · Fax 37 39 34 · smija@post.olivant.fo AT VIT GERA STÁLKONSTRUKTIÓNIR, STÁL TRAPPIR O.A. ÚR SVØRTUM STÁLI, ALUMINIUM OG RUSTFRÍÐUM Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 Gávubúðin hevur røttu gávuna!