mánadagur 4. desember 2006síða 41
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2006
41
Jólamaðurin, sum kemur við ókeypis pakkum
til smá og stór, er eftir øllum at døma ikki so
neyðugur allastaðni. Ein kanning, sum er gjørd í
Danmark, vísir, at hvør dani í miðal fer at brúka
2.654 krónur til at keypa jólagávur fyri. Hetta talið
man neyvan verða lagt frá einum føroyskum
miðaltali.
Tað er Webpol, sum hevur gjørt kanningina fyri
Ekstrablaðið, og niðurstøðan er, at fleiri pengar
enn nakrantíð verða brúktir til jólagávur í ár.
- Vit vænta púra vist, at fólk fara at brúka meira
pengar til jólagávur í ár, enn tey gjørdu í fjør.
Hetta sæst millum annað aftur í, at jólagávurnar
verða størri, sigur Jan Poulsen, sum er leiðandi
økonomur í Dansk Handel og Service, við
Ekstrablaðið.
Leiðandi økonomurin í BG Bank hevur eisini
eina frágreiðing um, hví danir brúka meira pengar
enn nakrantíð áður í jólamánaðinum.
- Fólk hava ráð til at halda jól. Arbeiðsloysið er
fallið, og nógv fólk hava fingið lønarhækking í
hesum árinum. Rokna tú eisini upp í, at bensinið
og hitin eru blivin bíligari, so hava fólk fleiri
pengar til at brúka undan jólum, sigur Anne
Burchardt við Ekstrablaðið.
Eitt rák er, at pør geva hvørjum øðrum størri
jólagávur, enn børnini fáa. Ofta hevur verið
hildið, at jólagávurnar serliga eru til at gleða
børnini, men kanningin hjá Webpol vísir, at fólk
í miðal brúka fleiri pengar til at keypa makanum
eina gávu, enn tey brúka til børnini.
Nógvir pengar til jólagávur
PhotoCare klárar allar jólamyndirnar!
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Verður keypt av netinum
á ergo.fo, verður latið
10% í avsláttri!
J.C. Svabos gøta 6 · Tlf 315 777
ergo@ergo.fo · www.ergo.fo
Massagustólur
til bilin
Eitt ótrúgligt massagusetur, sum
tú kann taka við tær allastaðni,
kann brúkast í einum stóli, bili,
báti, kampingvogni, ella í einum
vanligum stóli.
Termodraktir til børn
kr. 395,-
Stiðjagøta 10 • Telefon 35 38 97 • Fax: 35 38 98
jogvan-weihe@jogvan-weihe.fo • www.weihe.fo
Kvik Køkssentrið
Hoyvíksvegur 65
100 Tórshavn
Tlf. 31 24 80
Far. 51 24 80
Køkar & baðirúmsmøblar
...eisini gávulutir
Brá Klædnahandil
460 Norðskáli
Tel 42 27 27
Vit hava klæðini
til alla familjuna