mánadagur 4. desember 2006síða 42
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 234 - 4. desember 2006
Síðani vvs-fyritøkan, Hiti, varð stovnað
á vári 2005, hevur virkið tikið seg
nógv fram á marknaðinum. Ikki minst
eru tað nýggju hitapumpurnar, sum
veruliga hava skapt áhuga millum
fólk.
- At byrja við vóru fólk nakað
skeptiskt. Tey trúðu snøgt sagt ikki
uppá, at tað bar til at hita eini heil hús,
einans við at nýta hitan úr luftini, sigur
Áki Mortensen, stjóri á Hita.
Fyrstu pumpurnar komu til landið
móti sumri í fjør, og síðani er
eftirspurningurin vaksin við stórari
ferð, sigur Áki.
- Tað eru jú nógvir pengar at spara.
Okkara pumpur nýta sjálvandi nakað
av streymi, men tølini, sum vit hava
staðfest higartil, sýna, at sparingin
er úti við tveir triðingar, um økta
streymnýtslan verður sammett við
spardu oljunýtsluna. Og tí ganga ikki
nógv ár, fyrr enn íløgan í pumpuna er
vunnin innaftur.
Pumpan frá Euronom, sum Hiti
selur, virkar at kalla sum eitt øvugt
køliskáp. Hitastigini verða snøgt sagt
tikin úr útiluftina, og síðani leidd í ein
stóran tanga. Og prosessin er somikið
effektiv, at tað ikki stendur á at hita eini
vanlig sethús. Er tørvur á eyka orku,
kunnu fleiri aðrar umhvørvisvinarligar
orkukeldur eisini koblast á tangan. Eitt
nú hava fleiri keypt sólarorku afturat
luftini, men eisini ber til at seta jørðhita,
hita úr brenniovni ella vatnhita afturat,
um tørvur er á hesum.
Soleiðis eru hitapumpurnar at kalla
flaggskipið hjá fyritøkuni, men Áki
leggur dent á, at teir eisini veita allar
vanligar vvs-vørur og –tænastur.
- Vit hava frá fyrsta degi lagt okkum
eftir at vera heildarveitarar á vvs-
økinum, og tí kunnu vit nøkta mest sum
allan tørv innan økið, sigur hann.
Fyritøka:
Hitar húsini uttan olju
Samsung Z540
Marconi
Sverrisgøta 9
100 Tórshavn
Telefon: 357777
Fartelefon:213939
jbh@post.olivant.fo
Nilan Ventila-
tións verk við
innbygdari
hitapumpu
VEITIR EITT GOTT INNIKLIMA VIÐ AT:
• Sikra eina støðuga útskifting av luftini
• Upphiting av frískari luft
• Avfuktar og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarkar allergigener
Verður uppsett av góðkendum montøri.
N. Finsensg. 7 · Tórshavn · tlf 311687
Til tann
professionella
og til
nýbyrjaran
Skóhornið
Føroya bíligasti skóhandil
Skógvar til bæði kvinnur, menn og børn
Bøgøta 2 Tlf 321326
GPS Plottarar, ekkólodd o.a.
Prísir o.a. eru at finna á www.vikmar.fo
til stuttleika- & útrórarbátin.
Tel. 35 21 82
Email info@vikmar.fo
Vit vita meira!
golv.fo
Rasmusargøta 4
FO-100 Tórshavn
Tel. +298 31 88 75
Fax. +298 32 07 00
golv@golv.fo
golv.fo