mánadagur 4. desember 2006síða 43
‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 234 - 4. desember 2006
43
Desember er ein hugnaligur mánaði. Familjan er í
fokus, hugnin heima er so góður sum hann kann
verða, jólatrøini og jólapynta seta dám á, og nógv
er at uppliva bæði heima og úti.
Men desember er eisini ein vandamikil mánaði.
Tað vísa uppgerðir yvir eitt nú eldar í desember.
Í Danmark hava tey gjørt upp, at ein vikan við
jóladøgunum er seks ferðir so vandamikil sum
ein hvør onnur vika um heystið ella veturin. Og
í vikuni kring nýggjárið eru átta ferðir so nógvir
eldir í Danmark, sum aðrar miðal vikur í árinum.
Í flestu førum er talan um minni eld, sum
tað eydnast at sløkkja, áðrenn sløkkilið verða
boðsend, men í triðja hvørjum føri veðrur ringt
112 fyri at fáa hjálp.
Høvuðsorsøkin til teir mongu eldarnar er, at so
nógv livandi ljós verða brúkt í desember mánaði.
Stearinljósini seta dám á, men tey kunnu eisini
verða vandamikil, um tað ikki verður ansað eftir
teimum. Ljós í sambandi við dekoratiónir og
adventskransar kunnu verða sannar brandbumbur,
tí eftir einari lítlari løtu kann veruliga festa í
húsið.
Nøkur av hyggjuráðunum í sambandi við
livandi ljós eru, at tú mást ongantíð fara úr einum
rúmi uttan at sløkkja ljósini. Børn og djór mugu
ikki verða einsamøll við livandi ljósum, ljósini
skulu helst standa høgt, tey mugu ikki standa á
sjónvarpi, útvarpstólum ella líkandi, og tey mugu
heldur ikki verða í nánd av gardinum, bókum ella
hillum. Tú kanst eisini hava eina kannu av vatni
standandi klára og umráðandi er eisini at brúka
roykalarmar í húsinum.
Ansa eftir livandi ljósum
J.C. SVABOS GØTA 8 · FO-100 TÓRSHAVN
TEL. 30 91 30 · WWW.STIKKAN.FO
Nýtt í Føroyum
BERT HJÁ OKKUM
Nálatøvimaskina
Rein
føroysk
ull!
Jólakort 20,- kr settið
2 einkult og 2 dupult v/bjálva
- til keyps á posthúsum kring landið
Nú er tíðin at skriva jólakort...
Vága Floghavn FO-380 Sørvágur tlf 35 88 50
Góð jólagávuhugskot
Fartelda
Amilo Pro
Centrino
1,73GHz
Hógv Ketlar
Oman á sand 15 · FO-660 Søldarfjørður
Tel 470 400 · Fax 470 401 · hogv@hogv.fo
ógv Ketlar
Besti føroyski
ketilin
• Ótrúliga orkusparandi
• Nógv heitt vatn
• Góður fyri umhvørvi
• Dygdin er fyrsta fl oks
1300 føroyingar hava
ein ketil frá Hógv
Hógv selir og setir upp hitaverk, ventilatón og sanitet til stórar ella smáðar bygningar.