Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-04, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. desember 2006síða 44

‹ fyrra síða allar 45 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 234 - 4. desember 2006 Hvussu fert tú at halda jól í ár? Sum vanlig heima í Klaksvík saman við mínum kæru og so koma vit saman við foreldrum okkara og systkjum. Hvat etir tú til døgurða á jólum? Tað gerast til nakrar døgurðar tilsamans, men dunna, stoktur lambsryggur og ræst kjøt er so altíð á skránni, og tað dámar mær alt avbera væl. Hvat er tað besta við jolum? At uppliva at fólk gleðast hesa myrku tíð, hugnin og at vit geva okkum góðar stundir til at vera saman við okkara nærmastu. At kunna síggja aftur á árið, sum farið er, og gleðast um tað góða sum hendi. Hvat er minni gott við jólum? Einki. Vit velja sjálvi, hvat vit gera, og tí lati eg vera við at gera tað, sum er minni gott, burtursæð frá at eta! Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? Ja, einaferð í Næstved 2001, har vit búðu nøkur ár. Tað var í lagi, men eitt sindur undarligt. Tá lærdi eg betur at seta størri prís upp á øll tey góðu virði, vit eiga millum okkum føroyingar, og sum vit serliga uppliva á jólum heima. Hvønn jólatónleik dámar tær best? Jólatónleik við einum greiðum boáskapi um frelsaran, sum føddur var, og so skal hesin tónleikur eisini hava rætta stemningin, vit eitt nú kenna frá Bing Crosby og Jim Reeves. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? Tað hugsi eg ongantíð um, tí eg haldi meg ikki mangla nakað, men konan finn­ur altíð tað, sum eg ikki visti at eg mangl­aði. Besta jólagávan er tó at sleppa at halda jól saman við konu og børnum. Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa 3 4 5 4 0 0 NISSAN 4x4. NATURALLY CAPABLE. www.autoservice.fo Handskar fyri parið 10,- JOHANNES ANDREASEN Skapið framtíðina saman við okkum... í desember 2006 Tórshavn Óðinshædd • SMS Klaksvík Klaksvíksvegur 57 Saltangará Heiðavegur 32 www.kall.fo Vit gravera navn títt í fartelefonina! 100 00 Kostnaður (upp til 15 stavir)