mikudagur 6. desember 2006síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 236 - 6. desember 2006
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
útlond
– Um 20 ár fer tað ikki at bera til at gera kava
menn í Skandinavia, tí tá verður eingin kavi
svenskur veðurmaður
Stutt sagt
Gamli
ávirkar
Tað hevur verið hildið, at
George W. Bush, forseti,
fær hjálp og góð ráð frá
pápa sínum, George H.
W. Bush, sum var ameri
kanskur forseti frá 1989 til
1993. Men so er ikki, sigur
tann yngri bið BBC. Fleiri
amerikanskir fjølmiðlar
vilja kortini vera við, at
tann eldri hevur stóra
ávirkan á tann yngra.
Tá forsetin fyri stuttum
valdi sær Robert Gates til
verjumálaráðharra, varð
víst á, at Gates var CIA-
ovasti undir tí eldra Bush.
Hetta sama endurtók seg,
tá forsetin bað James
Baker standa fyri at kanna
støðuna í Irak. Baker var
uttanríkisráðharri
hjá
Bush eldra.
Einki jólapynt
Tríggir
fjórðingar
av
arbeiðsplássunum í Bret
landi pynta ikki til jóla,
tí tey bera ótta fyri, at tað
kann kennast stoytandi
fyri tey, sum hava aðra
trúgv enn ta kristnu.
Tað vísir ein kanning.
Hon vísir eisini, at fleiri
halda tað vera óhóskandi
at hava jólapynt á skriv
stovum, tí tað tekur dám
in av skrivstovunum sum
verulig
arbeiðspláss.
Bretskir
kirkjuleiðarar
hava ávarað fólk og fyri
tøkur ímóti at avkristna
jólini, tí tað kann fáa fólk
at seta seg upp ímóti eitt
nú muslimunum í Bret
landi.
Hon er
prinsessa
Løgreglan í Bergen í
Noregi er komin í rasshaft
av einari ungari kvinnu.
Kvinnan sigur, at hon
eitur Anastasia Jerusalem,
og at hon er prinsessa.
Kvinnan tosar enskt og
spanskt, men løgreglan
veit ikki, hvørjum landi
hon er úr. Kvinnan varð
fyrstu ferð tikin í Oslo
í summar, og síðani 6.
november hevur hon verið
í Bergen. Løgreglan hevur
nú biðið almenningin um
hjálp fyri at fáa greiði á,
hvør Anastasia Jerusalem
veruliga er.
Um 20 ár verður
eingin kavi í Skandi
navia. Í Alpunum
hevur tað ikki verið
so lítt í 1300 ár
Halda verandi veðurlags
broytingar fram, verður
eingin kavi í Noregi og
Svøríki um 20 ár. Tað sigur
svenski veðurmaðurin Pär
Holmgren. Hann vísir á,
at tey seinastu árini er
kavin í fjøllunum minkaður
nógv, samstundis sum kava
markið fer longri og longri
norðureftir.
- Hetta er tað besta prógv
ið fyri, at vit skulu venja
okkum við eitt lýggjari
veðurlag, sigur svenski
veðurmaðurin við blaðið
Expressen. Hann leggur
afturat, at norðmenn og
sviar kunnu kanska vænta
sær kaldar vetrar tey næstu
10 - 20 árini, men at teir
verða færri, enn teir hava
verið.
- Kavin verður ikki liggj
andi uttan so, at tað er
kalt, men uttan kava fáa
vit ikki rættiligan kulda,
sigur Pär Holmgren. Hann
er so vísur í síni søk, at
hann væntar ikki, at sviar
kunnu hátíðarhalda 100 ára
dagin hjá teirri kendu Vasa-
skíðkappingini, sum annars
eigur at vera í 2022.
Eisini í Alpunum
Tað er ikki bara á okkara
leiðum, at tað er óvanliga
lýtt. Soleiðis er eisini í Alp
unum.
- Hetta er tað lýggjasta
tíðarskeiðið í Alpunum tey
seinastu 1300 árini, sigur
eysturríkski
veðurlags
granskarin Reinhard Bøhm.
Hann stendur á odda fyri
einari ES-kanning, sum
gjørdi ymsar mátingar í tíðar
skeiðinum frá mars í 2003
til august í ár. Málið var at
kanna, hvussu veðurlagið
hevur verið í Alpunum tey
seinastu túsund árini.
Sambært
eysturríkska
granskaranum byrjaði tað
lýggja veðrið í Alpunum í
áttatiárunum. Hann sigur,
at tað vóru eisini tíðarskeið
við lýðku í 10. og 12. øld,
men tá var kortini ikki so
lýtt sum nú.
Sjálvur ivast Reinhard
Bøhm ikki í, at tað er menn
iskjan, sum hevur ávirkað
veðurlagið. Hetta byrjaði í
fimmtiárunum, sigur hann,
og síðani áttatiárini hava
vakstrarhúsgass so sum kar
bondioxin og metan hitað
atmosferuna. Hann ivast
ikki í, at tað verður uppaftur
lýggjari í framtíðini.
Tað lýggja veðrið kem
ur teimum nógvu frítíðar
plássunum
í
Alpunum
illa við. Nógvastaðni er
eingin kavi komin niður,
og kend frítíðarpláss sum
St. Anton og Arlberg hava
verið noydd at ta vanligu
skránna. Harafturat er tað
so lýtt, at tað ber heldur
ikki til at brúka eftirgjørdan
kava.
Um stutta tíð verður ein
stór skíðkapping í Tyrol,
og fyrireikararnir noyddust
niðan á hægsta fjallið í
Eysturríki, Grossglockner,
eftir 7.000 tonsum av kava,
so kappingin kann haldast.
Í Danmark hækkar livi
aldurin nógv skjótari, enn
roknað varð við fyri bara
fáum árum síðani, og tað
gevur størri fíggjarligar
trupulleikar.
At fólk liva longri ger,
at tað verða uppaftur fleiri
eldri samanborið við fólk
í arbeiðsførum aldri. Tað
er niðurstøðan í einari frá
greiðing, sum teir óheftu
búskaparvísmenninir
í
Danmark løgdu fram fyrr
í vikuni.
Formaðurin í vælferðar
nevndini hjá stjórnini, pro
fessarin Torben M. And
ersen, gevur vísmonnunum
rætt.
- Vit vóru helst ov var
nir, tá vit gjørdu okkara
metingar. Tað, sum vit
væntaðu fór at koma um
nøkur ár, kemur fyrr, enn
vit mettu, og tað ger teir
fíggjarligu trupulleikarnar
so mikið størri, sigur
Torben M. Andersen við
JyllandsPostin.
Í einari roynd at tálma
avleiðingunum av eldra
bylgjuni hevur Fólkatingið
broytt aldursmarkið fyri,
nær fólk kunnu fara frá
við eftirløn, samstundis
sum fólkapensjónsaldurin
verður
hækkaður.
Tað
hendir frá 2019 til 2027,
soleiðis at tá verður eftir
lønaraldurin 62 ár og fólka
pensjónsaldurin 67.
Eldrabylgjan verður
størri enn hildið
Eingin kavi um 20 ár