Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 3 tíðindi Føroyar og føroyskur trygdarpolitikkur fyllir lítið í huga­ heiminum hjá okk­ara grannum og stórveldunum Russlandi og USA. Tað má verða niðurstøðan eftir ráðstevnuna hjá Norður­atlants­ bólkinum um trygdarpolitikk á Christiansborg í gjár Ráðstevna Páll Holm Johannesen pallurin@hotmail.com Christiansborg, Keyp­ mannahavn: Í gjár skipaði Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi fyri einari ráð­stevnu um framtíðar trygd­arpolitikk í Norður­ atlantshavi. Endamálið við ráðstevnuni var at varpa ljós á nýggju trygdarpolitisku støðuna hjá londunum í Norðuratlantshavi eftir kalda kríggið. Skal kjakið á ráðstevnuni takast sum mát, so verður leikluturin hjá Føroyum á trygdarpolitiska økinum millum lítil og eingin í framtíðini, tí Før­ oyar og føroyskur trygdar­ politikkur fingu lítla rúmd á ráðstevnuni. Øðrvísi raðfesting Millum gestirnar á ráð­ stevnuni var Søren Gade, danskur verjumálaráðharri, og hann fekk ein greiðan spurning viðvíkjandi trygd­­arpolitisku støðuni í Føroyum. Danski verju­ mála­ráðharrin var biðin at greiða nærri frá, um av­gerðin hjá dønum at rigga av í Mjørkadali var eitt tekin um, at danir í framtíðini ætla at lata onnur lond ella felagsskapir taka sær av trygdarspurningum í Føroyum. - Nei tað ætla vit avgjørt ikki. Vit standa framvegis fyri sjóverjuni og eftirlit­ inum av loftrúminum í Før­oyum. Hinvegin eru vit noydd ir at fyrihalda okk­um til, at heimurin er broytt­ur síðan kalda krígg­ ið, og hetta krevur, at vit eru noydd ir at gera nakrar nýggjar raðfestingar á trygd­ arpolitiskaøkinum. Hetta er fyrst og fremst orsøkin til, at vit hava valt at rigga av í Føroyum, segði Søren Gade. Fáorðaður Millum mest forkunnugu nøvnini á ráðstevnuni vóru umboð fyri risarnar undir kalda krígnum, USA og Russlandi. Hvørki russ­iski ella amerikanski sendi­ maðurin í Danmark høvdu stórvegis at siga um Føroyar. James Palmer Cain, ameri­kanskur sendimaður í Danmark, fekk eftir sítt upplegg eisini nakrar ítøki­ ligar spurningar viðvíkjandi Føroyum, men amerikanski sendimaðurin snúgvaði sær snillisliga undan at svara. Hann bleiv spurdur, um USA hevði nakra støðu til, um einar møguligar frælsar Føroyar gjørdust partur av NATO-samstarvinum, og um hann kendi nakað til fangaflutning av í før­ oyskum loftrúmum. Í báðum førum setti amerikanski sendi­ maðurin seg ikki føran fyri at svara. James Palmer Cain boð­ aði annars frá, at hann kom­andi vár kemur til Før­ oya á vitjan. Ikki fekst at vita nærri, hvørji ítøkiligu ørindini vera hjá ameri­ kanska sendi­ mann­inum í Føroyum. Grønland Støðan hjá Grønlandi fekk hinvegin stórt pláss á ráðstevnuni. Ikki óvænt­ að bleiv Thule støðin nógv umrødd . Nærum allir lut­ takararnir vístu á týdn­ ing­ in av Thule støðini. Ameri­ kanski sendimaðurin var rættiliga bersøgin. - Norðurkorea er í dag vandamiklasti staturin í heiminum, og Norðurkorea mennir vápn, sum áðrenn vit vita av kunnu hótta okkum í USA og í tí sambandi hevur Thule støðin ómetaliga stór­an týdning fyri okkara trygd, segði James Palmer Cain. Føroyar evarska lítlan týdning Løgmaður kom nakrar minuttir ov seint og heilsar her upp á luttakararnar Høgni Hoydal, Søren Gade, James Palmer Cain