Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 5 tíðindi Í kvøld klokkan 20.45 verður ein dokumentarfilmur vístur á DR2, um Føroyar og samkynd. Filmurin tekur støði í gerandisdegnum hjá tveimum bøssum og einum fyrrverandi bøssa í Føroyum SAMKYND Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Í november var journalisturin Halfdan Muurholm var saman við Jørgen Palmer, myndamanni, í tvær vikur. Filmurin hevur fingið heitið “De seneste bøsser på Færøerne”, og tekur hann støði í gerandisdegnum hjá tveimum bøssum í Føroyum og ein fyrrverandi bøssa, og annars er hann eitt slag av samandrátti av kjakinum, sum vit í Føroyum hava verið vitni til. Halfdan Muurholm var við til fyrstu tingviðgerðina av málinum um grein 266b. Umframt tað hevur hann gjørt samrøður við fleiri framstandandi føroyingar við meiningum um málið, tað verið seg politikarar, prestar og avvarðandi hjá samkyndum. Ymiskir vinklar – Føroyingar kunnu rokna við at síggja ein doku­ment­ ar­­film um tað, sum nógv tykkara helst eru við at verða troytt av í Føroyum, síðani málið hevur fylgt so nógv í miðlum tykkara seinastu tíðina. Í Danmark er hetta tó framvegis líka áhugavert, og tí verður hetta eitt slag av samanumtøku av tí, sum hent er her uppi, sigur Halfdan Muurholm og heldur áfram. – Filmurin varpar ljós á ymsar vinklar og ymisk sjónarmið í málinum, sum føroyingar hava. Hetta er síðani sett upp í móti hvørj­ um øðrum. – Eg eri fullgreiður um, at tað sum ávísir politikarar ella prestar siga, ikki er umboðandi fyri allar før­oy­ ingar, men tað er eitt tilvitað val, at eg havi gjørt soleiðis. Tí á henda hátt meti eg, at vit fáa varpað eitt sterkari ljós á, hvørjar avleiðingarnar fyri samkynd í Føroyum í ringastu føri eru, sigur jour­na­l­isturin hjá Danmarks Radio. Sum tá fanin lesur Bíbliuna Halfdan Muurholm sigur, at tað ikki er nøkur loyna í hes­ um dokumentarfilminum, hvørj­­um hann hevur hug at stuðla. – Tá eg kom til Føroya royndi at taka so nógv til mín sum gjørligt. Eg gjørdi alt fyri at fáa eina objektiva lýsing av málinum, men tess longur eg kom inn í málið, tess meiri øtaðist eg av útsagnum og holdningunum hjá framstandandi persónum í Føroyum, sigur Halfdan Muurholm. Hann sigur sjálvur, at hann er kristin, men at hann sam­ stundis als ikki kann foreina seg við mátan sum málið er viðgjørt uppá í Føroyum – Soleiðis sum eg havi hoyrt fólk endurgivið í Bíbliuni í Føroyum, soleiðis ljóðar tað, tá sjálvur fanin lesur Bíbliuna, heldur Halfdan Muur­holm, sum eisini hev­ ur skrivað eitt formæli til dokumentarfilmin, sum stendur at lesa aðrastaðni her á síðuni. Síðstu bøssarnir í Føroyum Soleiðis ljóðar formælið til dokumentarfilmin “De sidste bøsser på Færøerne”: Ingen havde drømt om, at et groft overfald på den homoseksuelle musiker Rasmus Rasmussen på en karaokebar i Torshavn ville kaste Færøerne ud i en politisk krise med in­ter­nationale etiske dimensioner. Programmet følger to bøsser og en eksbøsse i deres hverdag, alt imens fanatiske præst­ er, politikere og alminde­ lige færinger må se dybe kløfter blive skabt i det lille samfund. Halfdan Muurholm og Jørgen Palmer vóru í Føroyum í tvær vikur og gjørdu upptøkur og samrøður, og úrslitið sæst á DR2 kl. 20.45 í kvøld Mynd: Álvur Haraldsen Føroyska liðið, K.U.R.T, fekk eitt flott 10. pláss í Skand­inav­ isku final­uni í First Lego League. 38 lið úr øllum Norð­an­londum tóku lut í fin­aluni, sum var ein stór uppliving hjá føroyingunum FIRST LEGO LEAGUE Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Farna vikuskiftið var vinn­ ar­in av føroysku First Lego League finaluni, til Norð­ur­ lendsku finaluna í Västerås í Svøríki. K.U.R.T rópti liðið seg og vóru tað níggju næm­ing­ ar úr Argja Skúla og Venj­ ingarskúlanum, sum mann­ aðu hetta lið. Tey kappaðust við hini 37 luttakandi londini í finaluni og endaðu á einum 10. plássi. Hetta er eitt úrslit, sum føroysku fyrireikararnir eru væl nøgdir við. Liðið gjørdist akkurát ov stutt til at fáa eitt pláss í sjálvari hálvfinaluni, og fekk 335 stig av 400 møguligum. Í tíðindaskrivi boða fyri­ reikararnir av Føroyar First Lego League frá, at føroyska úrslitið í kappingini var flott, og at ein nærri frásøgn frá ferðalagnum í Svøríki kemur seinni. First Lego League: Føroyar flott úrslit í Skandinaviskari finalu Samansetta liðið úr Argja Skúla og Venjingarskúlanum, til finaluna í Svøríki saman við liðleiðarum teirra, Leif Klein og Jónsvein Heinesen Samkyndur bukaður í Danmark Ein 43 ára gamal maður varð tíðliga í morgun hølvaður av, í tiltiknu Ørstedsparkini í Keypmannahavn. Tríggir mans lupu á mannin og fóru so illa við honum, at hann breyt bæði eitt kinnabein, ein arm og fekk stóran skaða á eitt lunga. Løgreglan hevur enn ikki handtikið nakran í málinum, men eitt umboð fyri løgregluna í Keypmannahavn sigur, at tað er ongin loyna longur, hvat fólk gera í Ørstedsparkini klokkan fimm um morgunin, og tí er tað teirra fatan, at maðurin helst er álopin bara tí hann er samkyndur. Gomul Jól Afrur í ár verður skipað fyri tiltakinum Gomul jól í Heiðunum í Saltangará. Tiltakið er á økinum, har tann Gamli Handilin í Heiðunum er. Á skránni er m. a. jólasøla í Gamla Handli, og á Neystaloftinum hava skótarnir jólacafé. Eisini verður ein teknikapping fyri ymsar aldursbólkar, har evnið er Jól í Føroyum. Jólamenn vitja eisini. Tiltakið Jól í Heiðunum verður frá 16. til tann 22. desember, tá vinnararnir í teknikappingini verða kosnir.