Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 236 - 6. desember 2006 tíðindi – Tað er onki í vegin fyri at halda fund við fakfeløgini, men tað nyttar so lítið, tí avgerðin er longu tikin. Tí broytir ein fundur onki, sigur Kristian Magnussen, formaður fyri tingmanningina hjá Javnaðarflokkinum Skattalættin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er rætt, at fakfelagsfólk og onnur hava heitt á meg um at fáa fund við ting­mann­ ingina. John Johannesen, løgtings­ maður fyri Javnaðarflokkin, váttar, at hann hevur fingið áheitan um fund við fakfeløg og onnur. – Men eg havi ikki heim­ ild at skipa fyri fundi í flokk­inum. Tí havi eg gjørt tað einasta, eg kann gera og tað er bera boðini víðari til Kristian Magnussen, sum er formaður fyri ting­ manningini. Hann sigur, at tað er stórt trýst á politiska arbeiðnum í løtruni og tað kan nvera ein orsøk til, at tað er so torført at fáa fund í lag. – Hinvegin er tað harmi­ ligt, at tað skal ganga so strilti at koma á tal við ting­ manningina og tað kann ikki vera rætt, sigur John Johannessen. Hann vísir kortini á, at skattalættin er ein partur av eini avtalu í samgonguni. Eftir hesi avtaluni skal útgjaldið úr Samhaldsfasta meiri enn tvífaldast í hesum valskeiðnum og tað er at fegnast stórliga um. – Skattalættin er prísur­ in fyri hækkingina í Sam­ halds­fasta.Fara vit at pilka við skattalættan, dettur avtal­an um Samhaldsfasta eisini burtur, sigur John Johannessen. Hann vísir kortini á, at skattalættarnir, sum eru lætnir frammanundan, hava givið øllum vanligum skatt­gjaldarum við miðal­ inntøkum, mest. Fegnast um Samhaldsfasta Eisini Kristian Magnus­sen, formaður fyri ting­mann­ing­ ina váttar, hann hevur fingið áheitan um fund. Fyri so vítt er onki í vegin fyri at halda fund og tað kunnu vit eisini gott. – Men ein fundur kann ikki broyta nakað, tí skattalættin er ein avtala og henni renna vit ikki undan. Hann sigur, at ein partur í avtaluni er, at útgjaldið úr Samhaldsfasta skal hækkast munandi. – So eru fakfeløgini ónøgd við skattalættan, vóni er, at tey eru somikið feganri um ábøturnar í Samhaldsfasta, tí har betal tey mest, sum forvinna mest, men øll fáa tað sama úr aftur, sigur Kristian Magnussen. Hann staðfestir, at Sam­ haldsfasti er eitt mál, sum Javnaðarflokkurin hevur mett ómetaliga høgt, tí hann er ein veruligir bati, serliga hjá teimum, sum ikki forvinna so nógv. Annars vísir hann á, at tað er so ymiskt sum skattlættin kann metast. – Tá ið hækkingin í Sam­ haldsfasta verður tikin við, er skattalættin lítil og ongin. Vit avtalaðu eisini, at skattalættin skuldi ikki kosta meiri enn 60 milliónir um árið. Nú kostar hann eitt sind­ ur meir enn tað, men vit hava skorið av í hægra endanum. Tað varð eisini avtalað, at marginalskatturin skuldi lækka 8%, men hann hækkar bara 3%. Marginalskatturin er skatturin av teimum seinast tjentu krónunum. – Eitt endamál var esini hækka markið fyri, nær marginalskatturin skal gjaldast. Í Føroyum be­taltu vanlig verkafólk marg­ inalskatt, men í Dan­mark var markið tvær verka­ mannalønir. – Hinvegin avtalaðu vit eisini at ongin skuldi betala toppskatt, fyrrenn inntøkan kom upp á 300.000 krónur, men tað kemur ikki longur upp enn á 270.000 krónur. Hví møtti ongin javnað­ ar­maður í fíggjarnevndini, tá ið fakfeløgini vóru har at tosa um skattalættan? –Vilhelm, Johannesen, sum er nevndarlimur, var sjúkur og eg, sum eri vara­ limur, var upptikin av fundi í Rættarenvndini, har tað eisini vóru stórmál á skránni. Tað var málið um revsilógina og samkynd og eg boðaði fíggjarnevndini frammanundan frá, at eg fekk ikki møtt, tí vit høvdu kallað ymisk fólk til fundar í rættarnevndini. – Ein trupulleiki er tey, sum forvinna lítið. Men tey betala næstan bara komm­ unu­skatt. Ein við tveimum børnum, sum bara forvinnur 110.000, betalir ongan landsskatt. – Vit eiga eisini at taka út­gangsstøðið í einari arbeiðaraløn í fullari tíð. Tað er ikki samanhangur í, at vinnulívið skríggjar eftir arbeiðsmegi, samstundis sum at summi siga, at tey forvinna so lítið, sigur Kristian Magnussen. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Vilhelm Johannesen. – Vit sleppa ikki á fund við tinglimirnar hjá flokkinum og tað sær út til at ting­ limirnir renna undan okkum, siga bæði fakfelagsfólk og aðrir trúgvir stuðlar hjá Javnaðarflokkinum Skattalætti Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Skattalættin, sum sam­gong­ an ætlar at lata hesi bæði næstu árini, hevur elvt til rumbul djúpt inni í javn­ aðarflokkinum. Og bæði fakfelagsfólk og aðrir trúgvir stuðlar hjá Javn­ aðarflokkinum fara so langt sum til at siga, at tað sær mest út til, at tingmenninir hjá flokkinum renna undan teimum. Fakfelagsfólk sum standa javnaðarflokkinum nær og aðrir gamlir stuðlar hjá Javnaðarflokkinum, siga fyri Sosialinum, at tey hava leingi roynt at sleppa á fund við tingmanningina hjá javnaðarflokkinum – Tað sær út til, at ting­ menninir hjá Javnaðar­flokk­ inum renna undan okk­um. Tey siga, at tey hava verið í sambandi við Vil­ helm Johannesen, sum umboðar javnaðarflokkin í fíggjarnevndini og er tals­maður floksins í skatta­ málum og heitt á hann um at skipa fyri, at tey sluppu á fund í tingmanningina um skattalættan. Men tey hoyrdu ongan­ tíð aftur frá løgtings­mann­ inum. Tey hava eisini verið í sambandi við John Johanne­ sen, løgtingsmann í somu ørindum. Heldur ikki honum hoyrdu tey eitt orð aftur frá. Somuleiðis hava tey tosað við formannin hjá ting­manningini, Kristian Magn­ussen, men tað hjálpti heldur ikki. Fakfelagsfólkini løgdu eisini til merkis, at tá ið umboð fyri fakfeløgini vórðu kallað til fundar í fíggjarnevndini at viðgera skattalættan, møtti umboðið fyri Javnaðarflokkin í Fíggjarnevndini ikki á fundi. Vilhelm Johannesen um­boðar javnaðarflokkin á fundi, men hann møtti ikki. Kristian Magnussen er varamaður hansara, men hann møtti heldur ikki. Ætlaðu at siga sína meining – Á fundinum ætlaðu vit at fortelja tingmanningina, sigur Ingrid Henriksen, sum er ein av teimum trúgvu stuðlunum hjá flokkinum, sum hevur biðið um fundin. Hin sigur, at hon bað um fundin fyri seg sjálvan, ymsar stuðlar hjá flokkinum og fleiri fakfelagsfólk. –– Men tað sær ikki út til at tingmanningin vil hitta okkum, tí teir lata sum onki. Tí fáa vit heldur ikki spurt tingmanningina um nakað sum helst í sambandi við skattalættan. – Tað sær út til, at tey renna undan okkum, leggur hon afturat. Hon sigur, at tey eru ómeta­­liga ónøgd við førda skatta­politikkin hjá sam­ gonguni tí tey halda ikki, at hetta er ein skattapolitikkur, sum ein flokkur, ið kallar seg arbeiðaraflokk, kann góðtaka. Snaraður ov langt til høgru – Vit ætlaðu at minna ting­manningina á, at teir um­boða ein flokk, ið kallar seg arbeiðaraflokk, sigur Inge­borgVinther, ið er eitt av fakfelagsfólkunum, sum er eitt av teimum fakfelags­fólk­ unum aftanfyri ynskið um at sleppa á fund við flokkin. – Men vit halda ikki, at skattapolitikkurin hjá flokk­ inum er serliga arbeiðara­ vinarligur. Hon ásannar, at politikkur snýr seg altíð um at gera neyðsemjur. – Men spurningurin er, hvussu nógv av sínum grund­ sjónarmiðjum, ein flokkur skal selja. Hon heldur, at Javn­aðar­ flokkurin er snaraður alt ov langt til høgru og hon ivast ikki í, at hetta fer at síggjast aftur í atkvøðutalinum á næsta løgtingsvali. – At vit ikki so frægt sum sleppa á fund við ting­ manningina er bara ein stað­ festing av høgrasna­ring­ini í flokkinum, leggur hon afturat. Men hon vísir á, at tað er ikki nakað nýtt, at fak­ felagsrørslan ikki sleppur á fund við Javnaðarflokkin. – Tann 13. juli í gjør skriv­ aðu øll fimm arbeiðara­ feløgini í landinum, flokk­ in­um skriv, har vit bóðu um fund at viðgera ymisk samfelagsmál. – Vit hava rykt eftir fund­ in­um síðani, men hóast tað nú er hálvtannað á síðani, hava vit onki hoyrt aftur frá flokkinum. Ingeborg Vinther heldur, at Javnaðarflokkurin flytir seg ov langt burturfrá arbeið­ ara­feløgunum og hevur betri hug at nærkast teimum al­ment løntu. – Kanska heldur flokkurin, at veljaraskarin har er størri. Men tað kann hann verða lumpaður av, tá ið val verður aftur, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum rennir undan okkum Vit renna ikki undan eini avtalu – Fakfeløg sleppa ikki at siga tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum sína meining, tí tey sleppa ikki fund við flokkin