mikudagur 6. desember 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 6. desember 2006
7
tíðindi
Fólkaflokkurin mest
vanur at tosa um
vinnulív og búskap,
men nú skal hann
eisini hava eitt sosialt
andlit. Men hann skal
hava ein sosialpolitikk,
sum veruliga ber framá
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit vilja ikki hava pensjónir.
Vit vilja hava møguleikar!
Hetta verður eitt av
herrópunum, sum Fólka
flokkurin fer at seta í sítt
skjaldrarmerki, nú tey so
smátt eru farin at fyrireika
seg til valstríð til næsta
løgtingsval.
Tað er bara eitt ár til næsta
Løgtingsval og á Lands
fundinum hjá Fòlkaflokk
inum í Øravík farna viku
skifti vóru teir fyrstu spír
arnir lagdir, sum skal tryggja
flokkinum eitt gott val.
Og Jørgen Niclasen, for
maður fyri tingmanningina
hjá Fòlkaflokkinum vísti á,
at tann tíðin er við at vera
farin, tá ið Fólkaflokkurin
bara tosaði um vinnulív og
búskap.
Og tann gongdin skal
vendast enn meiri, tí nú
skal flokkurin eisini hava
eitt sosialt andlit.
Og fer flokkurin at byggja
á eina útsøgn frá forkvinnuni
í Javna, sum einaferð hevði
hartað politikarar fyri at
elska pensjónir.
– Vit vilja ikki hava pen
sjónir. Vit vilja hava møgu
leikar, segði forkvinnan í
Javna og hetta verður eisini
grundarlagið undir okkara
sosialpolitikki, segði Jørgen
Niclasen.
– Vit skulu hava ein sosial
politikk, sum veruliga ber
framá.
Hann vísti eisini á, at ein
kanning vísti, at pensjónir
nar vóru tað, sum fólk við
skerdum førleika, vóru
frægast nøgd við.
Hinvegin vóru tey ikki
nøgd við teir møguleikar,
tey høvdu á arbeiðsmarkn
aðinum.
– Sjálvt hjá almennum
stovnum er tað torført at seta
fólk við skerdum førleika í
starv og tað kann ikki vera
rætt.
– Sum støðan er nú, er
tað eitt krav, at tey, sum eru
best skikkað til eitt starv
í almennu umsitingini,
skulu fáa tað. Fáa onnur
enn tey best skikkaðu eitt
starv, kemur Løgtingsins
Umboðsmaður upp í leikin
og átalar starvssetanina.
Jørgen Niclasen segði, at
tí er tað logikkur, at tá ið
eitt alment starv skal setast,
verða tey við skerdum før
leika ikki mett at vera best
skikkað og verða sostatt
sáldað frá.
– Hendan mannagongd
førir við sær, at vit hava ein
stóran skara av fólki, sum
heldur enn fegin vilja sleppa
til arbeiðis og sum heldur enn
fegin vilja vera við til at lyfta
byrðar í samfelagnum.
– Men samfelagið vil held
ur senda teimum pensjón og
vil ikki loyva øllum hesum
kreftum til arbeiðis.
Tí fegnaðist hann um, at
ein samd trivnaðarnevnd hjá
Løgtinginum, við umboðum
úr øllum flokkum á Løgtingi,
uttan sjálvstýrisflokkinum,
mælir til at styrkja tann partin
í Almannastovuni, sum hevur
við arbeiðsávísing at gera.
Hetta skal tryggja, at vit
fáa fleiri vard størv.
Hann fegnaðist eisini um,
at ein samd trivnaðarnevnd
mælir eisini landsstýrinum
til at krevja, at allir almennir
stovnar, sum eru størri enn
eitt vist, skulu hava eitt ávíst
tal av fólki við skerdum før
leika í starv.
Fyri at styrkja støðuna
hjá førleikaskerdum, heldur
trivnaðarnevndin eisini, at
atlit skulu takast fyri fólkum
við skerdum førleika í setanar-
og uppsagnarpolitikkinum
hjá tí almenna.
– Vit halda eisini, at um
støðurnar hjá fyritíðarpen
sjónistum eiga at broytast,
so at tað loysir seg hjá
teimum at arbeiða. Sum
støðan er nú, missir ein fyri
tíðarpensjónistur 60 krónur
av pensjónini, hvørja ferð
hann forvinnur 100 krónur
í lønandi arbeiði, umramt
skattin. Sostatt fáa tey lítið
og onki burturúr at arbeiða
og í summum førum fáa tey
minni at liva fyri, tá ið tey
arbeiða, so nógv verður tikið
í skatti og mistari pensjón.
– Tí hevur trivnaðarnevndin
hjá Løgtinginum mælt til, at
pensjónin skal bara skerjast 30
krónur fyri hvørjar 100 krónur,
ein fyritíðarpensjónistur
forvinnur.
Jørgen Niclasen sigur,
at støðan er tann sama hjá
fólkapensjónistum og hjá
útróðrarmonnum, sum fáa
minstaforvinning.
Pengarnir fylgja
pensjónistunum
Annars vísti Jørgen Nicla
sen á, at samgongan í
løtuni arbeiðir við rættiliga
grundlegjandi broytingum í
pensjónsviðurskiftunum hjá
pensjónistum.
– Í dag er støðan tann, at
tá ið pensjónistur flytir inn
á ellis-og røktarheim, missa
tey pensjónina, men fáa
nakrar krónur um mánaðin
til lummapening.
– Hetta er ikki virðiligt
og tí arbeiða vit við eini
skipan, har pensjónin fylgir
pensjónistunum. T að merkir,
at verður pensjónistur lagdur
inn á ellis-og røktarheim, skal
hann varðveita pensjónina,
men skal so sjálvir gjalda tað,
sum tað kostar.
Hann helt, at einasta
rætta var at gera tað sama
fyri børnini, so at pengarnir
altíð fylgdi børnunum. Tað
merkir, at foreldrini kundu
sjálvi gera av, um tey høvdu
børnini á ansingarstovni,
ella um tey ansaðu børnun
um heima og fingu ansingar
gjaldið útgoldið.
– So hevði tað ikki ver
ið samfelagið, sum tók av
gerðina fyri foreldrini, men
foreldrini sjálvi, segði Jørgen
Niclasen.
Hann vísti á, at Sambands
flokkurin vísti ikki tank
anum frá sær, men Javnaðar
flokkurin var hvørki til at
høgga ella stinga í.
Annika Olsen helt ikki, at
tað var nøkur loysn at eggja
øðrum foreldrunum til at
vera heima, tí tað var fáa
staðni at tað bar til, tí flestu
húski í dag hava brúk fyri
tveimum inntøkum.
Men har tað ber til, hevur
hon onki ímóti at peningur
fylgir barninum, so at foreldur
ansa sínum egnum børnum og
fáa ansingargjaldið fyri tað.
Uppgávubýtið ímill
um Landið og komm
unurnar verður
eitt høvuðsmál í val
stríðnum til næsta
løgtingsval
Valstríð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hvørji mál skal Landið
umsita og hvørji mál skulu
leggjast undir kommunurnar
at umsita.
Hetta verður ein av teim
um stóru spurningunum
í valstríðnum upp undir
næsta Løgtingsval.
Tað meta í hvussu so
er oddamenninir í Fólka
flokkinum.
Á Landsfundinum í Øra
vík, farna vikuskiftið, vísti
Jørgen Niclasen á, at ósemja
er í samgonguni um, hvørji
mál skulu leggjast undir
kommunurnar at umsita og,
hvørji mál skulu liggja eftir
hjá landinum.
– Fyri Fólkaflokkin er ong
in ivi um, at vit eiga at leggja
fleiri og fleiri málsøki undir
kommunurnar at umsita.
Í hesum sambandi er
fólkaskúlin nevndur, men
onnur hava eisini nevnt
eldraøkið.
– Stóri fyrimunurin við
at leggja málsøki undir
kommunurnar at umsita,
er, at viðurskifti, sum hava
við borgaran at gera, verða
viðgjørd og umsitin úti í
økinum, har borgarin býr.
Fólkaflokkurin
ivast
ikki í, at hetta fer at gera
umsitingina nógv betri, tí
hon er nærri borgarunum.
Leggja vit fleiri málsøki
undir kommunurnar at
umsita, er tað ein gyltur
møguleiki at fáa almennar
stovnar fluttar úr Havnini,
so at suðuroyingar kunnu
umsitast úr Suðuroy og ikki
úr Havnini.
Jógvan á Lakjuni, lands
stýrismaður í skúlamálum,
ivaðist ikki í, at í framtíðini
verður tann, at ábyrgdin fyri
ølkum skúlaverkinum verður
løgd undir kommunurnar
at umsita og at landið
bara kemur at sita eftir við
ábyrgdini fyri tí yvirskipaða
lógarverkinum.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í innlend
ismálum helt, at tað hevði
avgerðandi týdning at fáa eitt
greitt ábyrgdarbýtið ímillum
land og kommunur.
Men hann helt eisini, at
tað verður gjørt við skili,
tá ið mál verða løgd undir
kommunurnar.
– Tað er lættari fyri borg
aran, at avgerðirnar verða
tiknar í nærumhvørvinum,
helt hann og tí var hann heitur
talsmaður fyri at leggja øki
undir kommunurnar.
Hann sá tað eisini sum
eitt økismenningartiltak, tí
økt umsiting í nærumhvørv
inum, merkir fleiri almenn
størv úti um landið.
Annika Olsen tekur fult
undir við, at kommunurnar
fáa fleiri øki at umsita, so at
avgerðir verða fluttar nærri
borgarunum. Men hon helt,
at tað er umráðandi, at pen
ingur fylgir við.
Tí helt hon at tað var ov
nógv at hava sjey kommun
ur. Tað rættari er kanska, at
tað eru fýra- fimm komm
unur, so at Tórshavnar
Kommuna veruliga fær ein
kappingarneyta, tí sum er, er
Tórshavn helst tann einasta
kommununa, sum er før fyri
at átaka sær málsøki av týdn
ingi at umsita og tað er ikki
rættvíst.
Taka frælsið frá
smáum kommunum
Heðin Zachariasen er ikki
samdur, tí hann helt, at
smærri kommunur megnaðu
eisini sína uppgávu. Hann
vístu á, at í Sunda Kommunu
vóru tríggir nýggir stovnar og
smærri kommunur høvdu
megnað betri enn tær størru at
nøkta tørvin á barnaansing.
Men hann helt, at tað
var umráðandi, at gongdin,
sum er nú har landsskatturin
lækkar og kommunuskatturin
hækkar, kann ikki halda fram.
Tað gevur eitt býtið ímillum
økini, sum er alt ov ójavnt.
Hann var eisini ósamdur
við Jacob Vestergaard, sum
hevði býtt landið sundur í
sjey ávís samstarvsøki.
– Tað tekur frælsið frá
teimum smærri kommun
unum og avmarkar møgu
leikarnar hjá teimum at sam
ráðast, tá ið tær ikki hava
møguleika at samstarva
meiri enn tann eina vegin.
Kortini harmaðist hann
um, at kommunusaman
legging hevur ført við sær,
at Havnin er vorðin enn
størri og sostatt er tann
minni vorðin enn minni
ístaðin fyri at leggja soleiðis
saman, at økini verða meiri
javnt stór.
Heldur ikki Heðin Zach
ariasen ivaðist í, at ábyrgd
arbýtið millum landið og
kommunur verður ein partur
í valstríðnum.
Størri sjálvræði
til kommunur
verður stóra málið
í valstríðnum
Tann tíðin er við at vera farin, tá ið Fólkaflokkurin bara tosaði um vinnulív og búskap. Nú skulu sosialmálini fylla meiri, segði
Jørgen Niclasen, formaður fyri fólkaflokkin á tingi
Fólkaflokkurin skal
pynta sosiala andlitið