mikudagur 6. desember 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 236 - 6. desember 2006
tíðindi
- Einaferð málaði eg
eitt flogfar, sum eg
hevði gjørt. Men tað
bleiv ikki so pent, og
tí ætlaði eg mær ikki
at mála hetta, sigur
10 ára gamli, Eliesar
Eið sum er ættaður av
Hellunum.
Hann er ein av 14
næmingum við
skúlan í Oyndarfirði.
Fyrrapartin í gjár
høvdu teir eldru næm
ingarnir træsmíð
Skúlasmíð
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Oyndarfjørður: Hóast tal
an er um ein skúla, er lítil
gangur og óljóð at hoyra.
Eingin næmingur er at
síggja uttanfyri skúlan og
heldur eingin er inni í stóru
gongini. Hvørki næmingar
ella lærarar.
Sum vit nærkast smíð
stovuni skilja vit hví: Allir
teir
seks
næmingarnir
standa so konsentreraðir
við borðini og hava sítt at
takast við hesa løtuna. Her
er ikki nógv tíð til fjant og
fjas, og lærari teirra, Hallur
ger sítt til at arbeiðið skal
ganga skjótt og væl.
Onkur teirra ger ein
lut sum helst endar undir
einumhvørjum
jólatræi
í bygdini, meðan tveir av
dreingjunum leggja seinastu
hondina á eitt flogfar.
Ein teirra er skilamaðurin
Eliesar Eið. Hann hevur
beint lagt flogfarið frá sær,
tí nú ætlar hann undir næstu
uppgávuna.
- Tú, Hallur. Kanst tú
ikki rætta mær handa bátin.
Hann stendur haruppi á has
um skápinum, sigur Eliesar
við lærara sín.
Lærarin so ger. Gevur
honum bátin, sum er næsta
mál hansara henda dagin.
- Jú, tey eru ófør at
arbeiða, slær Hallur fast.
Tað gongur tað sjón fyri
søgn um, nú smíð stendur
á tímatalvuni henda kalda
desemberdagin í Oyndar
fjarðar skúla.
Fleiri uppgávur
Ein av teimum góðu lærugrein
unum hjá hesum skilagóða
hellumanninum er smíð.
- Mær dámar sera væl at
saga, sigur Eliesar.
Tað var júst tað hann
og teir eldru næmingarnir
høvdu, tá vit vitjaðu Oynd
arfjarðar skúla fyrrapartin
í gjár.
Øll vóru tey í gongd við
ymisk smíðarbeiði. Eliesar
hevði tvær ætlanir sum
hann ætlaði at fremja fyrst.
Tá hann var liðugur
við tær, ætlaði hann sær
undir ta triðju, sum var eitt
rúmdarfar, og kanska ta
fjórðu við.
Men fyrst mátti hann fáa
bátin lidnan.
Puss og mastur
Bátin átti hann ikki sjálvur,
men ein eldri beiggi hansara
sum kallast Frits.
Hetta er ein vakur bátur,
ein fiskibátur helst: Stýr
húsið er aftan og ein stór
mastur
framman.
Júst
soleiðis
sum
dreingir
ímynda sær at ein slíkur
bátur skal síggja út.
Hóast Eliesar sjálvur ikki
eigur bátin, so ætlar hann
kortini at snøgga hann og
gera hann ordiliga lidnan.
- Fyrst má eg pussa hann.
Men eg ætli mær ikki at
mála hann. Eg haldi at hann
skal bara vera so sum hann
er beint nú, greiður Eliesar
frá.
Aftanfyri hann stendur
lærarin Hallur og smílist.
Hann veit, at áhugin fyri
smíði og handalag hansara
kemur ikki av ongum. Fað
irin má onkursvegna hava
lagt honum og eldra beiggj
anum lag á!
- Og tá eg eri liðugur
við tað, so fari eg eisini at
skifta mastrina út. Hon er
Dámar væl at svimja
Tá Eliesar ikki er í skúlanum spælir hann við vinmenn
sínar.
Teir eru allir úr Oyndarfirði, men tá veðrið er gott, er
tað bert eitt spæl at súkkla av Hellunum og yvir um til
ta størru bygdina.
Eitt annað fast er kortini á vikutalvu hansara, og tað
er svimjingin. Umframt tað at hann svimur tvær ferðir
um mánaðin við skúlanum á Strondum, er Eliesar eisini
virkin í svimjifelagnum Skeggjar í Gøtu.
Hetta dámar honum sera væl, og hann hevði so
víst ætlað sær at luttikið í svimjikappingini sum um
vikuskiftið verður í Klaksvík.
Tíverri fyri hann er ein stórur dagur hjá familjuni í
Suðuroy um vikuskiftið. Hagar fara foreldrini, í hvussu
so er mamman, og tí fer hann neyvan við til kappingina
hesaferð.
Kanna alifisk
Í dag kom ein maður hjá russisku myndugleikunum
til Noregs at kanna viðurskiftini á teimum níggju
alibrúkunum, sum hava fingið loyvi til at útflýta
aldan laks til Russlands. Í norsku alivinnuni vita
tey ikki rættiliga, hvat russiski eftirlitsmaðurin vil
sleppa at síggja, og tað verður neyvan greitt fyrr
enn fríggjadagin, tá alarafelagið skal hava fund við
mannin. Alarafelagið hevur latið eftirlitsmanninum
skrivstovuhølir í Tróndheimi til kanningarnar.
Streym úr Íslandi
Á tingfundinum í morgin fer tingmaðurin Kári P. Højgaard
at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna
Djurholm, um møguleikarnar fyri, at Føroyar kunnu keypa
bíliga elorku úr Íslandi. Tingmaðurin vísir á, at hetta kundi
medvirkað til at skerja føroyska CO2-útlátið. Tí spyr hann
landsstýrismannin, um íslendingar hava møguleikar at
selja føroyingum streym, hvat ein kaðal hevði kostað, og
um partarnir hava tosað um slíkan handil.
Báturin pussast og mast
”
Fyrst má eg
pussa bátin. Men
eg ætli mær ikki
at mála hann.
Eg haldi at hann
skal bara vera
so sum hann er
beint nú
”
Hetta er okkurt
slag av einum
framtíðarflogfari