Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 9 tíðindi Fíggjarætlan fyri børnini Fíggjarætlanin hjá Miðvágs kommunu fyri 2007 má sigast at vera góð fyri barnafamiljurnar í bygdini. Bygdarráðið hevur gjørt av at hækka barnafrádráttin úr 3.000 í 4.000 krónur fyri hvørt barnið, samstundis sum 8 mió. krónur eru settar av til at byggja nýggjan barnagarð fyri. Harafturat hevur bygdarráðið samtykt at lækka gjaldið fyri barnaansing frá 1. apríl næsta ár. Skattaprosentið í Miðvági verður 20,5 næsta ár eins og nú. Fáa svartkjaft Hóast tað hevur viðrað illa, hava svartkjaftaskipini norðan fyri Føroyar havt hampiligan fiskiskap, og summi hava fingið væl burturúr. Teir seinastu dagarnar hava hesi skip landað til Havsbrún: í Fuglafirði: Norðborg 148 tons, Fagraberg 1.952, Finnur Fríði 2.345, Jupiter 937, Carlton 514, Chr. í Grótinum 2.089, Jón Kjartansson 133, Tróndur í Gøtu 1.177, Norðborg og 385, Høgaberg 1.380 tons. Skipini royna í ein landnyrðing úr Fugloynni. turin skiftast eitt sindur leys, haldi eg, sigur Eliesar. Hent bók Tað er tó annað enn skip og bátar, sum hava áhuga hansara og hjá einum av skúlafelagum hansara. Báðir hava teir sjálvir gjørt sær vakrar flúgvarar - eitt nýtt, og helst óroynt slag av jetflogførum, sum helst kunnu flúgva mega nógv skjótari enn ljóðið. - Tað var hann, sum fann eina mynd av hesum flogfarinum í eini bók. Hann ætlaði at gera sær eitt slíkt flogfar í smíði. - Tá hann vísti mær myndina, so helt eg, at eg skuldi eisini gera mær eitt slíkt, sigur Eliesar. Teir byrjaðu báðir sam­ stundis at gera flogførini, og nú vóru tey liðug. Eins og við bátinum, so ætlar Eliesar ikki at mála flogfarið. Tað hevur hin harafturímóti longu gjørt. Júst hvat slag tey vóru, hevði ikki so stóran áhuga hjá teimum báðum handa­ ligu dreingjunum í Oyndar­ firði. - Hetta er okkurt slag av einum framtíðarflogfari, sigur Bergur, ið var hann sum átti bókina við myndini av flogfarinum. Rúmdarfar Hóast flogfarið er liðugt og Eliesar nú er farin undir at pussa bátin hjá bróður sínum, Fritsi, hevur hann tvær aðrar ætlanir fyri undir­ vísingina í smíði. Í bókini hjá Bergi hevði hann lagt merki til eitt ógvuliga vakurt rúmdarfar. Hetta hevði hann ógvuliga góðan hug at gera eisini. Trupulleikin var bert hann, at teir funnu ikki bók­ ina aftur. Um so var, ætlaði hann sær eisini at gera tað. Hinvegin so fær hann um stutta tíð eina koyggju at sova í heima við hús. Har vantaði bert stigin at koma upp, so kundi hann klúgva upp hagar. - Eg ætli mær eisini at gera okkurt sjálvur til koyggjuna. - Kanska tað verður ein hill ella okkurt líknandi, sigur altso 10 ára gamli Eliesar. 14 næmingar Í sambandi við at nýggjur dagstovnur er bygdur í skúlan, eru ymsar broytingar eisini gjørdar í skúlanum, m.a. hevur hann fingið nýggja høvuðsinngongd. Við skúlan eru umframt Hall Ellingsgaard, ein fastur lærari og ein vikarur. Næmingatalið er í løtuni 14, men eingir næmingar eru í 3. og 5. flokki. Komandi ár fara tríggir næmingar út á Strendur í skúla, meðan eingin kemur í 1. flokk. Sostatt verður næmingatalið komandi ár 11. FAKTA Eliesari Eið dámar væl at smíða. Nú pussar hann ein bát, sum beiggi hansara eigur. Á borðinum stendur somuleiðis eitt serstakt jetflogfar, sum hann eisini hevur gjørt. Aftanfyri hann stendur Arnbjørn og brosar. Hann er í ferð við at gera sær eitt talvborð. Mynd: Jens Kr. Vang Una er í ferð við at pussa ein lut, sum eftir ætlan kemur at liggja undir jólatrænum heima við hús í ár Mynd: Jens Kr. Vang Í løtuni eru 14 næmingar við skúlan í Oyndarfirði - Aftast vinstrumegin: Rani, Sigurd, Una og lærarin Hallur. Fremst vinstrumegin: Bergur, Eliesar og Arnbjørn