mikudagur 6. desember 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 236 - 6. desember 2006
»Tinglimir Javnaaðafloksins renna undan
okkum« ljóðar boðskapurin, sum fakfelags
fólk í dag hava at bera. Orsøkin er tann sama,
sum síðani byrjanina av hesum valskeiðnum
hevur verið ovast á bredd anum í støðuga
stríðnum millum eina »modernisering« av
Javnaðarflokkinum og siðvandu arbeiðarar
ørsluna, haðani sami flokkur er sprottin.
Tað er ein óreingiligur veruleiki, at sosial
demokratarnir í orðsins upprunaliga týdningi
eru um at fækkast í Javnaðarflokkinum. Ein
gongd, sum eisini hevur verið sjónlig í øllum
vesturheiminum, har fjarstøðan millum
vinstru og høgru – tíbetur - er vorðin alt
minni við árunum.
Formaður Javnaðarfloksins á tingi staðfestir,
at tey renna ikki undan nøkrum fakfelag, men
at tað hinvegin ikki nyttar nakað at fundast
um leistin, sum skattalættin er latin eftir, tí
avgerðin handan hetta er langt síðani tikin.
Tað er tó undrunarvert, at sami tingmaður
vaknaði sum við kaldan dreym, bara tímar
eftir at samgonguskjalið var undirskrivað. Ta
ferðina vóru boðini, at hetta kundi Javnaðar
flokkurin á ongan hátt standa inni fyri.
Og tað er helst nakað um tað. Ein fortreyt
fyri semjuni handan skattalættan var ein
hækkan av inngjaldinum til samhaldsfasta.
Sama inngjaldið ger, at samlaða ávirkanin
av skattalættanum er millum lítil og eingin.
Men har inngjaldið til samhaldsfasta rakar
proportionalt til allar skattgjaldarar, gevur
skattalættin meira til hægru inntøkurnar, og tí
verður talan um eina skeivsnaring í samlaða
gjaldinum.
Gaman í er politikkur ein støðug vigan mill
um fyrimunir og vansar, tá semjur verða
gjørdar. Semjur, har báðir partar geva nakað.
Men fyri samleikan hjá Javnaðarflokkinum
er spurningurin, hvørt semjan handan sam
gonguskjalið var ov dýrt keypt.
Sosialurin
Prísurin fyri samgonguna
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Óli
valevni?
Í gjár 4. desember boðaði
Útvarpið frá, at Óli Jacob
sen var uppstillaður til
formansvalið í F.F.
Fyri uppstilling eru
greiðar reglur: Fimm
skipsmanningar
ella
fimm
sóknarformenn
skulu skriva undir upp
stillingina. Lógir felag
sins, sum Óli fekk sam
tyktar í sínari tíð siga,
at mínir menn skulu lata
uppstillingina inn til
Ólasa umsiting.
Ólasa umsiting tekur
út, hvørjir sleppa at
velja. Ólasa umsiting
sendir atkvøðuseðlar til
veljararnar. Óli avger,
nær
atkvøðuseðlarnir
skulu sendast út, men
noktar at upplýsa mær,
nær hetta verður.
Óli situr inni við, hvør
sleppur at velja, men
noktar mær at síggja lima
listan. Fiskimenn fíggja
Ólasa propagandu. Eru
valevnir líkastillaði?
Hetta
er
annars
demokrati í Ólasa huga
heimi!
Eg vil síggja svart upp
á hvítt, um uppstillingin
hjá Óla er í lagi sambært
reglunum; antin í bløð
unum ella í brævi. Ann
ars meti eg hann als ikki
sum valevni.
Forsetin í Hvítaruslandi
sigur seg eisini vera
demokrat.
Eg havi vinfólk, sum hava
fingið morðhóttan úr Før
oyum, eftir at tey hava
staðið fram sum samkynd
uttanlands. Tað er fyri tey,
eg skrivi hesa áheitan á
Sverra, sum eg kenni frá
tíðini eg búði á Tvøroyri.
Eina tíð hevur verið mett,
at løgtingsmaðurin Sverre
Midjord kanska fór at hava
avgerandi atkvøðuna um
uppskotið at broyta grein
266b í revsilógini, so
»kynslig orientering« kem
ur við. Og í kvøld kom
fram, at Sverre er avgerandi,
um ja ella nei verður í
meiriluta, tá rættarnevndin
skrivar álit í málinum. Tað
er væl hugsandi, at meiri
lutatilmælið hjá rættar
nevndini kann fáa avgerandi
ávirkan á teir tingmenn,
sum ivast.
Eg skilji væl, at málið
er trupult. Men eg skilji
ikki, at ivi er fyri nakran
javnaðarmann, hvat skal
atkvøðast,
tá
avtornar!
Heimssøgan prógvar, at
samkynd fólk eru ein av
bólkunum, sum hava brúk
fyri verju. Í Føroyum vita
vit øll, at í mong ár hava
samkynd í stórum tali rýmt
av landinum. Sverre veit
líka væl sum eg, at mong
onnur noyðast at krógva
sína kynsligu orientering.
Hetta er tekin um, at rúm er
ikki fyri teimum í føroyska
samfelagnum.
Ynskið um eisini at verja
onnur enn samkynd, m.
a. brekað í grein 266b er
sympatiskt, og kann takast
upp við donsku stjórnina.
Men um tað verður knýtt
upp í hetta málið nú og
sett sum krav fyri at verja
tey samkyndu, sum øll okk
ara grannalond longu verja,
so sær Fólkatingið helst
ynskið sum eina obstruk
tión og provokatión, og tað
gagnar ikki teimum brek
aðu. Umrøtt verður í Dan
mark at taka »aldur« við
í grein 266b, tí man stúrir
fyri, at nú tað gerast alt
fleiri eldri fólk og m. a.
við tosi um »eldrabyrðu«,
fer
aldursdiskriminatión
kanska at gerast ein vaksandi
trupulleiki. Tá kunnu tey
brekaðu helst fáast við í
góðari tíð eftir føroyskum
ynski -- um vit ikki velja at
standa uttanfyri, tá talan er
um tey samkyndu.
Sverre, sum hevur boðað
frá at hann ikki stillar upp til
næsta val, hevur ein gyltan
møguleika at skriva seg
inn í Føroya søgu áðrenn
hann gevst í politikki.
Tað kann hann gera við at
gera sítt til, at Løgtingið
samtykkir broytingina av
grein 266b. Brúkar Sverre
hinvegin ikki henda stóra
møguleika, sum lyklastøðan
er, so verður eftirmælið hjá
javnaðarmanninum
ikki
gott, tað eri eg vísur í!
Eg skilji ikki Sverra Midjord!
Vanløse 5. desember
2006
Flóvin
Eidesgaard
Dan R.
Petersen
Tað er ein stór vanlukka
fyri alt Føroya fólk, at ljós
møðurnar á Lands sjúkra
húsinum hava sagt seg úr
starvi. Undirritaðu yrkis
bólkar, ið eru at rokna
sum smærri yrkisbólkar í
heilsuverkinum,
krevja,
at ovasta leiðslan á lands
sjúkrahúsinum gevur okk
um frágreiðing í hesum
sambandi. Vit vilja hava
greitt at vita, hví leiðsl
an hevur valt ikki at lata
ljósmøðrunum alla leiðsl
una av barsilsøkinum.
Ljósmøðurnar
hava
fleiri ferðir gjørt vart við,
at barsilsøkið er teirra
kjarnuøki og at tær hava
fullan fakligan førleika
at leiða alt barsilsøkið.
Tí er tað fyri okkum púra
óskiljandi, at kjarnuøkið
hjá ljósmøðrunum, er lagt
út til annan yrkisbólk at
leiða.
Vit spyrja, um hetta
er avleiðing av, at eingir
smærri yrkisbólkar eru í
ovaru leiðslunum. Sjúkra
røktarfrøðingur er settur
sum sjúkrarøktarstjóri, í
depilsleiðslunum eru um
framt læknar bert sjúkra
røktarfrøðingar,
og
nú
skulu sjúkrarøktarfrøðingar
eisini leiða barsilsøkið á
føðideildini, ið sum áður
nevnt er kjarnuøkið hjá ljós
møðrunum.
Vit átala harðliga, at yrkis
bólkar í heilsuverkinum,
ið eru fult førir at leiða
síni øki, ikki verða settir
til tess.
Almanna- og
heilsurøktarafelagið
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag
Føroya
Kost- og føðslufelag
Føroya
Radiografar í Føroyum
Opið bræv til trímannaðu sjúkra
húsleiðsluna á Landssjúkrahúsinum