Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 11 Vit eru pensionistar, men eru vit nú tað? Eg eri ein av teimum, sum havi glett meg nógv til nýggja Smyril. Sigast má, at tað er eitt gott skip, vit hava fingið. Latum okkum tí ganga væl um skipi! Men kortini er tað eitt, sum pensionistur, sum undr­ ar meg. Tað ber til at fáa eina bilett fyri ein rímuligan pening, men hevur tú bil, er tú knappliga ikki pen­ sionistur longur, men má gjalda fullan prís!! Tíbetur liva vit í einum landi, har teir flestu pension­ istarnir hava bil. Men at vit liva í yvirflóð, við teirru lítlu pensiónini vit fáa, er synd at siga. Tað vildi tí glett meg nógv, um Hans Pauli Strøm, lands­ stýrismaður, ella onkur, sum hevur ábyrgdina av hesum, vildi greitt mær frá, um henda mannamun, sum verður gjørdur á landsins pensionistum. Tað er gott, at Dan R. Petersen hevur verið við til, at bera landsins byrðar, nú í eitt 3 ára skeið. Til síðsta løktingsval fekk eg 21 atkvøður, men Dan sigur seg hava fingið 327. Tað eru fleiri orsøkir til tað. Eitt er tað, at Dan var kendur sum løgtingsmaður, meðan eg var eitt óskriva blað, ein vanligur fiskimaður. Annað er, at Dan førdi eitt rættiliga hart valstríð, við nógvari skriving o.s.fr., með­an eg ikki hevði um­støð­ur til tað. Triðja er, at Dan og eg, høvdu hvør sína dagsskrá, sum viku rættiliga langt frá hvørja aðrari. Dan førdi onki fram í val­stríðnum, sum var til frama fyri fiskimannin. Eg skrivaði 3 stuttar greinar, har ein av greinunum var eitt aftursvar. Hinar báðar vóru um, okkara veik­astu borgarar og, ja sjálvandi, um korini hjá fiski­monnum. Eg var eisini í ÚF og segði mína hjartans meining um kor fiskimanna, tí tað liggur mær tungt á herðunum. Eg meti, at ein atkvøða til Dan, er at fara frá ringum til verri. Havi altíð havt hjarta fyri fiskimonnum, eg kann ikki annað. Tí var eg rætti­ liga firtin til síðsta løg­ tings­val, um tann ágang, sum var førdur móti okk­ um.  Endurgevi eina stutta grein, sum var skrivað tá - Eg hoyrdi í einari út­varps-framløgu, at tjóð­ veldis­flokkurin lýsti seg sum fiskimanna og verka­ flokk burturav. Tað mundu vera fleiri við mær, ið blivu illa við av at hoyra slíka propaganda. Eg havi veri fiskimaður í 20 ár, og tað tíðina hava vit fiskimenn verðið illa viðfarnir av teimum,ið hava tilknýtið til handa flokkin. Tey nógvu árini hava tey rópt upp um fiskimenn, ið hava tað so gott. Tey hava neyvan verið við til, at sæð sundursorðaðar fiski­ menn, ið hava tænt føði­ landinum. Anita á Fríriksmørk hev­ ur í løgtinginum lagt eftir sjómans-frádráttinum og harvið ti hart arbeiðandi fiskimanninum. Eisini hev­ur formað­urin í Bú­ skap­­ar-ráð­num lagt eftir fiski­mann­in­um. Tað er ikki so sum tit siga. Eg vil heita á tykkum um at lata hampafólk fáa frið og ikki sáða slíka gift út. fiskimaðurin er tann føroyski stoltleikin og er við til gjalda teir nógvu barsilpenganar, ið mill­ um annað, Anita á Fríð­ riksmørk hevur fingið. Man orðatakið, ”løn skálk­ inum gott, hann lønir tær aftur við háð og spott,” ikki rigga her? Tað var Tjóðveldisflokkurin, ið pressaði tað ígjøgnum, at arbeiðisfólk, fiski­ menn, hand­verkarar og onn­­­ur á privata arbeiðs­ marknaðinum ikki fingu sjúkrapengar úr lands­ kassanum frá fyrsta degi. – Soleiðis eigur tað at ljóða frá einum fiski­ manna­hjarta, altíð klárur at verja borg, og ikki bara tíð, at ein vil sleppa til róðrið í FF. Nú Dan reypar um 7 skip og 2 sóknarformenn, kann eg siga, at eg havi 10 skip og 3 sóknarformenn, ið hava stilla meg upp. Eg kundi lættliga fingið fleiri, at skoti meg upp, men einum nýtist bara 5 stillarar. Fiskimenn vita, at nú er tað álvara, og tí fara teir ikki at velja ein breyð­ polittikara, og teir ivast ikki í, hvør hevur hjarta fyri teimum. PS. Dan eg hoyri, at tú nýtir tann gamla sjó­ mannamátan, at enda ein samtalu millum skip. Tú og Óli hóska væl saman sum søgufrøðingar. Vón­ andi geva tit okkurt ritverk út nakað skjótt. Eg eri enn fiskimaður, og tað meti eg sum ein stóran heiður. Sera blíðar heilsan, frá einum fyrrverandi næm­ ingi, til sín fyrrverandi lær­ara Henda grein er um 266b, so um onkur hevur hoyrt nóg nógv um tað møsnið skal tú ikki lesa víðari, Eg helt sjálvur, at eg hevði langt síðani fingið nokk. Men tá ið eitt av okk­ ara umboðum á norður­ landa­ráðsfundi ger okkum fyri skommum við at geva øllum tað fatan at vit eru av somu fatan sum hann, ella tá ið onkrir av okkara tingmonnum í donskum fjølmiðlum siga tað sama, umframt at koma við idiot­ iskum, átrúnaligum grund­ gevingum og rasistiskum viðmerkingum, tá er mær ovboðið. Eri júst komin av Dan­ mørk eftir eina sera áhuga­ verda ferð sum, á meira enn ein hátt, vísti hvussu aftarlaga vit eru. Endamáli við ferðini var at fáa meira og betri vitan um fólka­ skúlar, hvar eru onnur á veg, hvar eru vit í mun til onnur. Hetta koma tit heilt víst at hoyra meira til seinni, eingin ivi um tað. Men hevði tað ikki ver­ ið fyri eina hending har niðuri, hevði eg ikki lagt afturat bálinum. Og tí at føroyingar, sum ikki eina ferð, skula uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Tá ið vit komu inn um gáttina á einum skúla, møtti eg einum Søren, sum sjálv­ andi ikki kundi bara sær: ”Nå, der har vi færingene. I må sandelig passe på jer her, for vi er allesammen bøsser og lesbiske! Vi så nemli´ alle sammen den store klaptorsk i butterfly på TV-avisen i går aftes. Det er sgu´ synd at de bruger vor bedste sendetid til sådan en tosse”. Um nakar hevur kallað Høgna Hoydal fyri landa­ svíkjara av tingsins røðara­ palli fyri at spyrja, líka mikið um tað so eru leiðandi spurningar um okkara mein­ ig um herskyldu ella ikki, so eru onkrir av okkara land­sins kosnu monnum ikki mætari. Høgni ger ikki ann­að enn tað, hann eigur at gera; at verða krit­ iskur, ikki endiliga nega­ tivur, men kritiskur. Tað hava andstøðufólk altíð verið, sjálvt um Høgna´sa máti kanska virkar meira ágangandi, tí hann drívur meira á enn onnur. Eg royndi at greiða hes­ um góða Søren frá, at eg hevði tað fatan at hesi, sum góðu øllum heiminum eina so ljóta mynd av føroy­ ingum og Føroyum als ikki vóru í meiriluta. Teir vóru at rokna sum Hizbolla og aðrir ekstremistar sum hægst fingu 10% við sær av fjøldini. ”Nå, hvorfor er der så mange ekstremister i Lagtinget”, kom tá frá Søren. ”De albuer sig frem på en eller anden mærkelig vis”, var mítt besta boð. Sum tað sær út, so hava vit nakrar av heimsins vána­ ligastu politikarum at stýra okkara landi. Tíðin verður brúkt til alt annað enn tað, framskygdir politik­ arar eiga at brúka hana til. Summir sleppa at seta dags­skránna við sínum smá­ manna hugsjónum, ímeðan ein við góðum politikki verða niðurgjørdur og burt­ ur­tagdur. Jante var og er føroyingur, eingin ivi um tað! Míni ráð til tykkum, all­ ar sum ein; hyggi í ein spegil og síggi fyri tykkum tykkara størsta politiska mótstøðufólk. Sjálvt um tit ikki vilja tað eiga tit at semjast á ein ella annan hátt fyri at fáa skilagóðar loysnir, annars eru tit óegnaður. Tí tað eru tveir mátar at verða mintur søguliga uppá; antin at finna skilagóðar og haldarar loysnir, ella at standa sum eitt tvørball sum altíð lá á tvørs, sum oftast bara fyri at verða tað. Og teimum seinnu eru tað ivaleyst av sum er. Eg eri farin at hugsa um tað ikki er upp á tíðina við einum tvíbýttum løgtingið millum menn og kvinnur við tí eini orsøk; at fáa skil á hasum sirkusinum! Og til øll tykkum, sum taka hesa grein sum eitt fornermilsi; stovnið tykkara egna flokk so vit onnur altíð vita hvar vit hava tykkum, heldur enn at forpesta allar flokkar. ”Tey einastu, sum møgu­ liga hava deyðadóm uppi­ bornan, eru tey, sum døma onnur til deyða her á fold ella í ævinleikanum” sitat: NM Tað snýr seg um virðing fyri tí einstaka og trygd fyri, at eisini minnilutar hava somu rættindi sum meirilutin. Hetta eru demokratiskar og humanistiskar dygdir. Dygdir, sum eisini eru í trá við kristna siðvenju og barnatrúgv flestu føroy­ inga. Tað er ørkymlandi at síggja, hvussu stórur part­ ur av ‘Nej-sigarun­um’ argu­ mentarar í málin­um um broyt­ing av §266B í revsi­ lógini. Ræðu­mynd­­ir­nar fáa ongan enda. Tað er eingin log­iskur saman­hangur mill­ um eina broyting av anti­ diskriminatiónslógini og so tær ræðumyndir, sum fram­førdar verða. “Siga vit ja til at verja tey sam­ kyndu í revsilóguni, so við­­førur hetta, at næsta stigið verður ja til skrásett para­lag, adoptións- og in­ seminatiónsrættindi hjá samkyndum”. Hetta hevur verði sagt fleiri ferðir í kjak­ inum. Hetta er ein ræðu­ mynd og eitt postulat. Eisini hevur verði sagt, at talan er um ein pseudo- trupul­leika – altso, at broyt­ingin í §266B ikki fer at hava árin, av tí at talan ikki er um ein veru­ ligan trupulleika. Eitt av argumentunum í hesum sam­anhangi er, at ein broyt­ ing av lógini ikki kundi hjálpt samkynda Rasumusi Rasmussen, tá hann varð álopin á einum vertshúsi í septembur. Sjálvt kjakið er eitt týðiligt dømi um, at talan als ikki er um ein pseudo-trupulleika. Tey samkyndu eru blivin dis­ krimineraði á ljótasta hátt í hesum kjaki. Vit skriva anno 2006, og enn eru fólk, sum fáa seg sjálvan til at samanbera samkynd við perverteraðar og krimi­ nellar bólkar sosum td. fólk, ið líða av kleptomani, pyromani og pedofili. Um mín eginleiki sum reyð­ hærdur hevði viðført, at eg í almenninginum skuldi bólkast millum fólk, ið td. hava kynsligan áhuga í børnum, hevði eg kent meg særdan og niður­ gjørd­an. Hevði eg verið sam­kyndur, hevði eg kent meg diskrimineraðan í hes­ um kjaki. Altso er sjálvt orðavalið í kjakinum margi­ naliserandi, niðurgerandi og diskriminerandi – og harvið eitt tað besta dømi um, at okkum tørvar broyting í §266B. Tað var skelkandi at lesa eina samrøðu við Óla Breckmann í danska tíð­ indablaðnum Politiken í farnu viku. Her sá mann besta dømi um, hvussu vandamikil ein cocktail av ræðumyndum, populismu og konservativum hug­sjón­ um í veruleikanum er. Uttan kritiskan sans samantongdi Óli Breckmann betong- kommunismuna, nazistiska rákið í 1930’unum, náttúru- og umhvørvisrørsluna, friðar­rørsluna í Suðurafrika og fortalarar fyri rættindum teirra samkyndu. Hetta tilfar koyrdi hann í ein stóran pott og kallaði cocktailin: ‘Humanisma’. Hetta er popul­isma; hetta er júst tann fram­ferðarháttur, sum varð nýttur í uppbygnaðinum av fasistisku stýrunum í Italia og Týsklandi. Mann leggur lítið í søgu­ligu sannroyndirnar, skap­ar eina svart/hvíta heims­mynd, kryddar við spei­semi og eitt sindur av ræðu­mynd­ um. At enda pynt­ar mann cock­tailin við einari lit­ fagr­ari prikkutari butter­ fly. Liðugt! Soleiðis eiga vit ikki at kjakast í einum modernaðum og demo­krat­ iskum samfelagi! Homoseksualitetur er ikki ein sjúka. Tí kann homo­seksualitetur heldur ikki “viðgerast” – hvørki hjá kommunulæknanum, psyki­­atriska deplinum ella í samkomuhúsinum. Kanska kann homoseksualitetur und­ir­trykkast við ljótum orð­um, diskriminatión og hótt­anum um helviti, men so útinna vit eisini harð­ skap mótvegis tí einstaka og skerja hansara ella henn­ ara rætt til at liva tað lív, sum júst er hansara ella hennara. Vit eiga ístaðin at stuðla tí einstaka – eisini sjálvt um hann ella hon eru samkynd. Vit eiga ístaðin at siga: Føroyar eru eitt land, har vit virða hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum. Jógvan Elis Danielsen Flutningur av pensionistum við Strandferðsluskipunum Hallur Gils­tón Thorsteinsson Miðvágur Napolion Magnussen Jan Højgaard  Ræðumyndir, populisma og misskiltur næstrakærleiki Ein landasvíkjari og annar Viðmerking til Dan R. Petersen viðmerkingar Fleiri við­merk­ ingar eru á síðu 35 og 36