mikudagur 6. desember 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 236 - 6. desember 2006
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Levi Joensen skrivar: Tankar
mínir eru hjá tykkum, sum
búgva í Jyllandi, hjá øllum
tykkum eg eri komin at kenna
síðani 1983. Mong eru flutt,
summi til Føroya onnur eru
nýliga komin til Danmarkar.
Afturímóti tá ið vit eru
heima og nærum ikki kenna
hvønn annan, broytist hetta
uttanlanda og vit hugsa um
hvussu føroysk vit eru, og í tí
fremmanda landinum vaknar
hetta føroyska í okkum og
dregur okkum saman, tí vit
eiga eitt føðiland móti norði,
ið vit elska.
Mong av okkum hava
verið í Danmark í áravís, til
tykkum øll vilja Gretha og eg
senda okkara bestu jólaynski
um eini gleðilig jól og eitt av
Harranum signað nýggjár.
Tit sum kenna Grethu og
meg, vita um verkið vit hava
staðið fyri hesi mongu ár. Tey
seinastu 5 árini hava vit fingið
eina góða vitjan í desember
mánaða. Undan jólum hev
ur sangbókurin Vitin úr Bet
esda í Klaksvík vitjað, og
hava teir lyft okkum upp, tá
teir hava sungið um Harran
Jesus Kristus við teirra vøkru
røddum.
Í ár vera teir ikki færri enn
12 mans, sum spæla, syngja
og tala fyri okkum. Byrjað
verður í “Sædding Center
Esbjerg” 15. des. kl. 19.30,
haðani gongur leiðin „nord
over“ til Hirtshals, har vit
vera á Motel Nordsøen 16.
des. kl. 15. Víðari fara vit til
Aalborg sama dag og vera
í Bethaniakirkjuni, Dag
Hammerskjöldsgade 2 kl. 20.
Endað verður í Vejle, Stald
gårdsgade 4, 17. des. kl. 17.
Vitin verður við á øllum
hesum fundum, eisini verða
vitnisburðir við Levi og
fleiri. Eftir allar fundirnar
borðreiða vit við føroysjum
viðskera, Rís àlamande og
børnini fáa karamellur, so
hetta skuldi verið lívgandi
fyri okkum øll.
Bøn okkara er, at vit síggja
so mong sum til ber. Øll eru
hjartaliga vælkomin, serliga
tey sum koma á fyrsta sinni,
vælkomin øll somul.
Vitin og vit allir, senda
okkara bestu heilsanir í
navni Frelsarans, við bøn um
nakrar góðar løtur saman.
Klaksvík 24. nov.2006
Levi Joensen
Sangbólkurin Vitin:
Til Danmarkar at syngja
Í dag, mikudagin 6. desem
ber, fyllir Benny Drewsen,
búsitandi í Skovlund í Jút
landi, 70 ár.
Hóast Benny er dani,
verður hann roknaður sum
føroyingur, tí her hevur
hann búð mesta partin av
lívi sínum.
Benny er føddur og upp
vaksin í Keypmannahavn.
Hann eigur ein tvíbura
beiggja, sum býr í Suðursæ
landi, meðan yngsti beiggin
býr í Keypmannahavn.
Sum ungur sigldi Benny
úti, til hann fekk starv á
skrivstovu hjá DFDS í Keyp
mannahavn. Í 1965 giftist
hann við Esther Nolsøe úr
Havn, og fluttu tey til Føroyar
at búgva í 1966 og búsettust í
Havn. Fyrstu tíðina arbeiddi
hann á minkagarðinum í Hoy
dølum, til hann fekk starv í
handlinum “Radio-El” hjá
William Sloan.
Hann byrjaði seinni sum
sjálvstøðugur og leigaði seg
inn í handilin hjá Masu og
Herluf Arnason í Tórsgøtu,
har hann seldi ymiskar lutir,
sum hann sjálvur hevði
gjørt.
Hann spesialiseraði seg
í postalínsmáling við før
oyskum motivum, sum hann
málaði á koppar, tallerkar,
krukkur, vasar o.s.fr. Hann
undirvísti eisini í postalíns
máling heima.
Tá Masa og Herluf
góvust, nýtti hann allan
handilin til hetta endamál
og seldi m.a. málningar,
tekningar og myndir, alt sum
hann sjálvur hevði gjørt.
Handilin stóð á horninum
Sverrisgøta/Tórsgøta, har
sum parkeringsøkið hjá P/F
Mariu Poulsen í miðbýnum
er í dag.
Benny hevur góð listarlig
evnir, sum hann brúkar til
fulnar. Hann er sera musik
alskur, spælir á munnhørpu
og klaver og er ein av teim
um heilt fáu sum dugir at
spæla upp á sag (hondsag).
Hann hevur eisini sungið í
Ebenezer-kórinum.
Benny var tann, sum byrjaði
við frítíðararbeiðinum í
Ebenezer í 60-unm, sum
var nakað heilt nýtt tá. Hann
hevur eitt lætt sinni og hevur
altíð dugað sera væl við
teimum ungu. Hann hevur
verið fleiri túrar saman við
øðrum í Rumenia við neyð
hjálp og eigur nógv vinfólk
eystanfyri.
Í dag hava Esther og
Benny hava eina íbúð í
Skovlund, nærhendis Varde
í Jútlandi, og hús í Havn.
Benny er mest niðri, tí
hann livir betri í danska
veðurlagnum. Tey eiga trý
børn, Svend Åge, sum býr
í Hoyvík, Eyðfinn, sum býr
í Kollafirði, og Anitu, sum
býr í Havn. Barnabørnini er
fýra í tali.
Benny Drewsen 70 ár
Góða, elskaða omma!
Eg elski teg, omma.
Tað veitst tú, omma, at eg geri,
tí eg veit, at tú elskaði meg.
Tú dugdi so væl at vísa kærleikan.
Omma, hví skuldi tað verða tú?
Omma, hví skuldi tað akkurát verða tú?
Eg vil hava svar upp á tað
men nei, tað skuldi eg ikki.
Men eg hevði viljað tað,
men nei, tað skuldi eg ikki.
Eg minnist, at tú altíð bað hesa bønina,
tá tú og eg svóvu saman:
Jesus ver tú Jesus mín
Jesus lat meg verða tín
Jesus ver tú álit mítt
í hesa nátt og altíð
Amen
Eg kann skriva so nógv,
sum ikki kann sigast við orðum.
Tú veitst, at eg elski teg,
tí eg veit, at tú elskaði meg
Seinasta heilsan
Elsa
Líka so nógv tú elskar
Líka stór er sorgin.
Minningarorð um høgt
elskaðu ommu mína
Hannelinu Joensen, Gjógv
fødd 5. desember 1937 – deyð 24. mars 2006