Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 13 Frida Rønje, fødd Hammer, ættað av Eiði búsitandi í Rudkøbing, Danmark, andaðist í heiminum leygardagin 2. desember, 84 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin 8. desember kl. 13.00 úr Rudkøbing kirke. Christoffer Joensen, ættaður úr Sandvík, búsitandi í Vági andaðist sunnukvøldið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, 81 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Fróði Sivertsen, ættaður úr Funningi, búsitandi í Es­bjerg, hevur tann 29. november 2006 staðið royndina sum ríkisgóðkendur grannskoðari. Fróði Sivertsen hevur seinastu 5 árini arbeitt hjá PricewaterhouseCoopers í Esbjerg. Pricewaterhouse­ Coopers er ein av heims­ ins størstu ráð- og grann­ skoðanar­fyritøkum við 150.000 starvsfólkum runt allan heimin, av hesum starvast 1.200 í Danmark. Í samband við at Fróði hevur staðið royndina, er hann útnevndur til Senior Manager hjá Pricewaterhouse­ Coopers í Esbjerg. Fróði býr saman við Morit Eliassen, ættað úr Leirvík, sum starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur og eiga tey døturnar, Janita og Sára. Fróði Sivertsen, Esbjerg: Ríkisgóðkendur grannskoðari Eg minnist ikki rættiliga, nær eg fyrstu ferð hitti Jákup, ella Gaga, sum okur kallaðu hann her suðuri í Vági. Hann var bøfressur, sum búi vesturi í Bø. Hann var eitt sindur eldri enn eg, men eg hitti hann viðhvørt, tá ið pápasystir hansara, Ella, fór vestur í Bø.. og hevði meg við. Tað var eitt sindur av eini ættargjógv okkara millum. Hann var yngstur av børnunum hjá Hannu og Lítla Pall­ anum. Men eg var systkinabarn við pápa hansara! Soleiðis er, tá ið glopp verður millum ættarliðini. Í skúlanum kom hann í A-flokkin, og eg kom í B-flokkin. Ongantíð hava fleiri fólk búð í Vági enn júst tey árini, tá ið okur báðir vóru óvitar. Og lív var uttandura. Barnaspølini, dreingjaspølini eftir skúlatíð, lagaðu seg eftir, um tað vóru indianarar ella romverjar, sum herjaðu í kjallaranum hjá Jørgen Olsen... Men tað var mest á leikvøllum, at okur komu á sama lið - runnir av gomlum VB-rótum vesturi í Bø. Lagnuárið 1967, tá ið ristingar fóru um alla sunnaru helvt av Suðuroy, vunnu okur Føroyameistaraheitið í fótbólti fyri piltar. Hetta var fyrsta árið, at kapping var í piltadeildini. Ørminnist um, at danska felagið OB hevði latið steypið. Tað, sum eg haldi okur allir á fremsta piltaliði landsins tá, virðismettu hægst hjá Gaga var hansara fantastiski vilji. Jákup hevði ein óluksáligan vilja til at vinna! Hann vildi barastaðni ikki av einum vølli, um okur stóðu til at tapa. Soleiðis var eisini í 1969, tá ið Dómsnevndar-steypið kom í hús, og seinri í vaksnamannadeildini. Hann fór til Havnar at arbeiða, búsettist í Hoyvík og fekk familju. Eg siti og hyggi at einari mynd frá Føroyameistara-árinum 1967. Har standa okur allir í ungdómsins fagrasta blóma. Ikki grunaði tað meg, skyldmaðurin, at tú skuldi vera tann fyrsti á 1967 liðnum at seta fótbóltsgaggurnar. Men, tá ið líggjamaðurin blæsur í dómarafloytuna, tá er tap í hendi. Friður veri við minninum um vinin og skyldmannin, Jákup Augustinus­sen. Harrin styrki tykkum, íð eftir sita. Arnfinnur Thomassen Jákup Augustinussen – nøkur minningarorð Vikublaðið hevur sett Terja Nielsen í starv sum nýggjan blaðstjóra á blaðnum. Terji er 35 ára gamal, og hann hevur starvast á Viku­ blaðnum síðani apríl mánað í ár. Høvuðsuppgávan hjá hon­ um hetta fyrsta hálva ár­ið hevur verið at leggja lunn­ar undir og menna nýggja tíðindaportalin hjá Vikublaðnum, www. vikublad.fo, men nú tekur hann so við sum blaðstjóri. Terji er útbúgvin lærari, og hann hevur áður eitt nú starvast sum tíðindafólk á Sosialinum og sum kunn­ ingar­leiðari í Vágum. Umframt sjálvt Viku­blað­ ið, sum verður borið í hvørt hús í landinum, kemur Terji eisini at hava ábyrgd av tíðindaheimasíðuni hjá blaðn­ um, www.vikublad.fo. Terji Nielsen, Hoyvík: Nýggjur blaðstjóri á Vikublaðnum