Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 236 - 6. desember 2006 tíðindi Í hesum døgum er Hanus Johansen í Dale á Vesturlandinum í Noregi, har hann hevur spælt tvær konsertir í sambandi við 100 ára haldið fyri skaldið Jakob Sande Samrøða Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Í hesum døgum er Hanus Jo­han­sen í Noregi í sam­ban­ di við, at 100 ár eru fráliðin, síð­an norska skaldið Jakob San­de varð borið í heim. Han­us luttekur á stóra 100 ára haldinum, ið varð hild­ið í Fjalerhallen í Dale, heim­ bygd­ini hjá Jakob Sande fríg­gja­kvøld­ið, í Førdehuset í Førde leygarkvøldið og endar í Ullern Skole í Oslo kom­ andi leygarkvøld 9. des­ em­ber. Umframt Hanus lut­ ta­ka kendir norskir Sande tol­ kar á hesum kvøldum við upplestri og tónleiki. Vit fingu orð á Hanus í tele­ fon­ ina úr Dale, har hann hev­ur leigað sær eini lítil hús at vera í, hesar vikurnar hann er í Noregi. Trívist í Dale - Ætlanin var at koma heim aft­ur 10. desember, men hen­da ætlan er fyribils slept, so eg veit ikki nær eg ko­mi til Føroyar aftur, sigur Han­us, ið veruliga trívist í lít­lu norsku bygdini. Á nýggju fløguni hjá Han­ usi og Aldubáruni tulka tey 15 yrkingar hjá Jakob Sande. Tað var í heimbygdini Dale, at Hanus fekk fatur á yrkingasavninum Dikt i sam­ling, hjá Sande. Hetta hen­di, tá Hanus vitjaði har á fyrsta sinnið í 1995. Tá hev­ði hann longu gjørt lag til eina Sande yrking, og fekk høvið at spæla eina kon­ sert í Dale. Síðan tá hev­ ur hann javnan vitjað aft­ur. Á vitjan síni í 1998 hev­ði Hanus fleiri nýggj San­de løg við, og tað var tá, at hann av fyrstan tíð fór at hugsa um at geva eina flø­ gu út við hesum løgum. Eitt slag av bygdarvini Hanus sigur, at hann altíð hev­ur verið væl móttikin í bygdini og at hann er farin at kenna rættiliga fitt av fólki har. - Eg eri blivin eitt slag av bygdarvini. Eg trívist væl her. Fólk minnir nógv um føroyingar og eisini málið minnir nógv um føroyskt. Hanus heldur ikki, at tey lokalu hava nakran trup­ul­ leika við, at ein føroyingur tulk­ar teirra lokala skald, held­ur tvørturímóti. Heldur ikki úttaluna hevur hann hoyrt eitt øvugt orð um. - Eg haldi, at tað gongur rætt­ili­ga væl við úttaluni. Tey hoyra, at eg ikki er norð­mað­ur, men tað tykist ikki, sum um tað er nakað, ið tey leggja so nógv í. Í sambandi við konsertina í 1998 fór Hanus til Dale eina viku frammanundan, og hann merkti beinanvegin hvussu nógv hansara ný­nors­ka mál mentist hesar dag­ar­nar. Tí valdi hann, at fa­ra til Dale í hálvan annan má­nað í vár, áðrenn hann skul­di spæla fløguna inn. Í Dale fekk Hanus frálæru frá norskari lærarinnu í úttaluni á Dale leiðini. Norska lærarinnan kom somu­leið­is við til Føroyar at leggja lag á úttaluna und­ ir upptøkunum. Aldubáran gjørdi munin Hanus og Aldubáran vóru í Noregi í fjør, sum part av teirra norðurlendsku kon­ sert­ferð. Í tí sambandi setti Al­du­bár­an 3 Sande løg hjá Han­usi út. Hetta riggaði so­mik­ið væl, at Hanus fekk hug til at arbeiða saman við teim­um aftur á eini fløgu. Aldubáran og Hanus hava arbeitt saman fyrr. Sam­ar­beið­ið byrjaði í 1998 og vóru framførslur í Føroyum, Danmark og Nor­ ­ egi. Nakrar av hesum vórðu festar á band og varð kon­ sert­fløg­an “Bouquet” givin út í 2000. - Aldubáran pressaði eitt sind­ur uppá fyri at vit skuldu gera eina fløgu saman aftur, og við teirra moralska stuðli hætt­aði eg mær undir hana. 100 ára haldið fyri Jakob Sande virkaði eisini sum eitt hóskandi høvi, greiðir Han­us frá. Úrslitið fløgan Frå Led­ dik­en kom út fríggjadagin í sambandi við 100 ára hald­ ið. Hon er útgivin á egnum plátu­felag í Føroyum og Nore­gi. Men enn hevur tað verið trupult at fingið út­breiðs­lu sáttmála í Noregi, so fløgan er higartil bert giv­in út í grannalagnum kring Dale. Góð móttøka Konsertirnar í Dale og í gran­na­bygd­ini Førde hava ging­ið sera væl. Fult hús hev­ur verið bæði kvøldini, eini 5-600 fólk hvørt kvøld­ ið. Væntandi verður kon­ sert­ in í Oslo eisini útseld, hon verð­ur hildin í skúlanum, har Jakob Sande virkaði sum adjunkt. Hanus greiðir frá, at mót­tøk­an hevur verið sera góð, og eisini í miðlunum á norska Vesturlandinum hev­ ur Hanus fingið nógv rúm. Bæði Bergens Tidende og stóra lokala blaðið í gran­na­ lag­num kring Dale, Firda hava havt samrøður við Han­us. Ein av stóru upp­liv­ing­un­ um á ferðini hjá Hanus var at hitta systir Jakob Sande, 93 ára gomlu Aslaug og synir hennara. - Hon var ófør, hon er 93 og kom bæði á konsert og til veitsluna aftan á, sigur Hanus í telefonini úr Dale. Hanus væntar, at hann og Aldubáran fara at hava onkra konsert í Føroyum. Tá hann er heimafturkomin, men enn er einki lagt fast um nær og hvar tað verður. Tað er langt síðan, at orðini hjá Jakob Sande hava fingið so stórsligið fylgispæl, skrivar ummælarin hjá Bergens Tidende millum annað um fløguna hjá Hanusi og Aldubáruni, Frå Leddiken. Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Útgávan hjá Hanusi Jo­han­ sen og Aldubáruni hevur alt, ið skal til at gerast ein Ja­kob Sande klassikari. So stór eru orðini, ið um­mæl­ar­ in Avegil Horne Mikkelsen end­ar sítt avbera jaliga um­mæli av nýggju útgávuni Frå Leddiken við. Um­mælið, ið varð prent­ að í Bergens Tidende fríg­ g­ja­dag­in, kallar útgávuna eina óvanliga væleydnaða San­de verkætlan. Gávurnar hjá Hanusi at tolka yrkjarar hava vit í Føroyum verið greið um í nógv ár, nú tykist tað, sum um norðmenn ei­si­ ni eru farin at síggja hetta. Hetta er fyrstu ferð, at eitt útlendskt tónaskald hev­ ur útgivið løg gjørd til yrk­ ing­ar hjá Jakob Sande, ið er eitt av týdningarmiklastu ný­nors­ku skøldunum. Han­ us hevur tikið hesa stóru av­bjóð­ing á seg, og hevur lyft hana uttan trupulleikar. Tí sambært ummælaranum so er hvørt einstakt lag heil­ stoypt og ment væl og hósk­ ar væl til orðini hjá Jakob San­de. Ummælarin nevnir lag­ið Likfunn, Hanus og Aldu­bár­an megna við lagi og arrangementi at vísa tað ræðu­li­ga í orðunum, ið ofta áð­ur eru framførd á ein hu­mor­ ist­isk­an hátt. Arrangementini og in­stru­ ment­er­ing fáa sera gott við­ mæli, tey veksla millum tað ein­falda og tað stórsligna. Av­egil Horne Mikkelsen nevn­ir arrangementini av blás­ar­un­um, sum verandi ser­li­ga gjøgnumførd og flott. Um­mælarin gleðist um, at dóttur Jakob Sande, ið áður hevur verið sera krit­isk mótvegis onkrum San­de løgum, hevur givið Han­usi loyvið á nýta orðini hjá pápa hennara..Tí tað er langt síðan, at orðini hjá Ja­kob Sande hava fingið so stór­slig­ið fylgispæl, skrivar Av­egil Horne Mikkelsen í um­mæl­in­um, ið kann lesast í fullum líki á heimasíðuni bt.no. Hanus trívist væl í Dale Tað er myndlistamaðurin Torbjørn Olsen, ið hevur gjørt kápumyndina til fløguna Frå Leddiken Frå Leddiken avbera gott ummæli í Noregi Konsertirnar hjá Hanusi hava fingið sera góða móttøku millum fólk (mynd: nud)