Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 15 tíðindi Endamálið hjá mær hevur altíð verið at nútímansgera føðideildina og at fáa føroyskum barnafamiljum betri umstøður at gerast foreldur í, enn tær hava í løtuni, sigur Annika Hoydal, leiðandi ljósmóður, sum hevur sagt seg úr starvi. Heilsumál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Annika Hoydal, virkandi leið­a­n­di ljósmóður á føðideildini á Lands­sjúk­ ra­hús­in­um, er millum tær 11 ljósmøðurnar, sum hava tikið seg úr starvi. Hon er tilvitað um, at hon, við at taka blaðið frá mun­ni­nu­m, kann vænta sær onkr­ar reaktiónir. Men sam­stun­ dis heldur hon, at tíð­in til búgvin til, at fólk fáa innlit í tað, sum hevur ver­ið grundarlagið fyri, at stand­ ur­in eru so ringur á føði­ deild­ini. Vil bara hava frið - Nú hava vit fingið eitt bræv frá leiðsluni, har vit verða rópt inn til samrøðu, ein og ein. So nú verður áhugavert at vita, hvat tey fara at gera fyri at hótta okk­ um uppá pláss aftur, sigur An­ni­ka Hoydal. Men í førinum við Anni­ ku verður helst ó­met­a­liga torført at fáa hana at søkja um starv á Lands­sjúk­ra­hús­ in­um aftur. - Fólk siga, at vit hava okkurt í kvittanum og at hetta er ein ætlað herferð, at vit allar hava sagt okkum úr starvi. Men beint nú vil eg bara hava frið, og tað hevur heldur ongantíð verið mín ætlan at fáa vald ella at gerast leiðari, sigur Annika. Og hon vissar, at sum støð­ an er á føðideildini kun­di hon ikki funnið uppá at verið har eftir 1. februar, tá uppsøgnin kemur í gildi. - Um eg einaferð í fram­tíð­ini komi aftur á Landssjúkrahúsið, so skulu ómetaliga stórar broyt­ing­ar verða framdar á føðideildini. Eg havi í øll­um førum gjørt mítt til at fáa broytingar ígjøgnum, men til fánýtis. Tí eg orki ikki meira og tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu enda sum nervavrak og fáa kreppuhjálp, sigur Ann­ika, sum er týðuliga rørd av at tosa um støðuna á arbeiðsplássinum. - Millum ljósmøðurnar, sum hava sagt seg úr starvi, hava nakrar arbeitt dag og nátt í sjey ár, fyri at fáa fast starv. Aðrar hava altíð arb­eitt her og hava ongan møgu­leika at fáa annað starv. Sostatt eri eg leiðari fyri einum bólki, sum eru í vanda fyri at standa uttan arbeiði og inntøku. Hetta eru kvinnur við húsalánum, sum eftir øllum at døma eru til reiðar at bidda gamalt breyð hjá bakaranum, fram um at starvast í hesum sjúka verk­in­um, sigur Annika. Okkara fak Annika var útlærd í 2001. Sam­bært henni sjálvari søkti hon starv á føðideildini á Lands­sjúk­ra­hús­in­um, við tí í huga at vera við til at byggja upp eitt betri tilboð til føroyskar barnakonur og fam­ilj­ur teirra. - Vit, sum hava lært innan hetta økið burturav og eru pro­fess­ion­ell­ar, kunnu ikki long­ur fakliga forsvara, at tað eru aðrir fakbólkar, sum seta dagsskránna á okkara øki. Hetta er tað sama sum, at tú sum blaðkvinna, skuldi verja rætt tín at skriva eina grein, yvir fyri til dømis foto­graf­in­um á blaðnum, greið­ir Annika Hoydal frá. Og hon vísir á, at hon kun­ di hugsað sær, at tilboðið til før­oysk­ar barnafamiljur í stør­ri mun tók alla familjuna við, og at nýklaktu for­eld­r­ ini í felag fingu høvi til at finna foreldraførleika teir­ ra í einum so normalum um­hvørvi um gjørligt. - Men her í húsinum verða øll nýggj hugskot og stig antin ignorerað ella krit­ ise­ra, staðfestir hon. Ikki sjúklingar Og hon sigur, at hug­burð­ ur­in til at vera við barn, at eiga og at læra seg at vera ein nýggj familja er ó­tíð­ar­ hós­kan­di. - Í løtuni verður barn­a­ konu­øk­ið javnsett við sjúku, men vit ljósmøður halda uppá, at barna­ kon­ur og nýføðingar eru ikki sjúklingar. Sostatt er grundleggjandi hug­burð­ur­ in til føðing beint ímóti bet­ ri vitandi her á staðnum og tað kunnu vit ikki liva ella góðtaka longur, sigur Ann­ ika Hoydal. Og hon heldur fram: - Sum nú er, verður ræðið tik­ið frá mammuni, og vit sígg­ja sjúkrasystrar átaka sær leiklutin sum lærarar, ið eitt nú læra mammuna at koyra barnið í bað, sum geva alt ov nógvar fløskur, taka barnið frá mammuni um náttina og tílíkt, sum hoyr­ir einari farnari tíð til. Hesin hugburður máar sjálv­s­á­lit­ið hjá mammuni burt­ur, tí hon fær eina móð­ ur­ken­slu av ikki at vita og ikki at duga. Verða útihýstar Annika sigur væl skilja, at sjúkrasystrarnar halda tað vera keðiligt, at ljós­møð­ur­ nar komu inn á deild­ina, tá føðideildin og ljós­møð­ra­ skip­an­in vóru løgd saman. - Tær hava bygt deildina upp ígjøgnum mong ár, og kenna hvønn krók og hvørja mannagongd út og inn. Men hetta gevur teim­ um ikki rætt til at sjikanera og happa okkum, sigur Ann­ ika, sum ongantíð sigur seg hava kent nakran vilja til sam­starv, ella at tær eru ein part­ur av deildini. - Hetta hevur verið gald­ an­di frá fyrsta degi, tá ong­ in sjúkrasystur vildi taka í­mó­ti og bjóða okkum væl­ kom­num, ella vísa okkum til rættis á deildini. Fólk tosa niður til okkara og vit verða enn umtalaðar sum ‘tit’. Harumframt hava vit fing­ið klagur um bæði líkt og ólíkt, bæði frá læknum og sjúkrasystrum, sigur Ann­ika. Og hon greiðir frá, at í løtuni er hýrurin so ring­ur á deildini, og sjúk­ra­sys­trar­ nar hyggja ikki upp í kaffi­ stov­uni. - So ring hevur støðan on­gan­tíð verið og hetta nív­ ir allar starvsbólkar inn á hjarta. So niðurstøðan hjá mær er, nú aftaná eitt ár á ses­sin­um, at her er ongin vilji til at finna eina felags loysn og eg dugi als ikki at síggja, hvør besta loysnin hevði verið longur. Hetta er ikki bara galdandi fyri okk­um, men fyri flestu star­v­s­bólk­ar­nar her í hús­in­ um. Hetta er eitt hús fult av iltrúgv og vantandi álit og tá er ógjørligt at sam­ star­va. Ljósmøðurnar eru frustreraðar, keddar og ótryggar, og fleiri teirra grótu, tá tær lótu upp­søgn­ir­ nar inn, sigur Annika, sum heit­ir á ovasta politiska mynd­u­leik­an, um at taka um endan og stinga eina kós út á innan føðing í Føroyum. Vit hava onki í kvittanum - Men her í húsinum verða øll nýggj hugskot og stig antin ignorerað ella kritisera, sigur Annika Hoydal. - Um eg einaferð í framtíðini komi aftur á Landssjúkrahúsið, so skulu ómetaliga stórar broytingar verða framdar á føðideildini. Eg havi í øllum førum gjørt mítt til at fáa broytingar ígjøgnum, men til fánýtis, sigur Annika Hoydal.