Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 236 - 6. desember 2006 tíðindi - Verður olja funnin, og oljumilliardir streyma inn í føroyska landskassan er lívsneyðugt við einum oljugrunni, sum skal tryggja komandi ættarliðum, men trupulleikin er bara tann, at politikarar vilja so gjarna brúka pengar og serliga pengarnar hjá øðrum segði Jørn Astrup Hansen á Oljutinginum í vikuni Oljugrunnur Jan Müller jan@sosialurin.fo Jørn Asrtup Hansen, for­ maður í Búskaparráðnum og fyrrverandi stjóri í Før­ oya Banka kom eisini við sínum metingum um ein komandi føroyskan olju­ grunn á Oljutinginum her­ fyri. Hann var rættiliga avgjørdur og helt fyri, at Føroyar hava kanska enn meira brúk fyri einum olju­ grunni enn Noreg, tá og um risa oljutøkur koma í landskassan. Men hann duldi heldur ikki fyri sín­ um stóra iva, tá tað um føroyskar politikarar ræður, um hesir hava rygg til at fáa slíkan grunn upp at standa og virka eftir ætlan. Hann vísti á, at einasta trygd fyri, at ein føroyskur oljugrunnur fer at virka eftir ætlan og kann koma komandi ættarliðum til góðar, er, um tað verður gjørd ein varandi ”pakt” millum politisku flokkarnar, men minti tó aftur á, at eitt nýtt løgting kann jú bara broyta lógina, sum eitt annað hevur gjørt, og tí vil ein føroyskur oljugrunnur vera so viðkvæmur. Astrup metti, at talan mátti vera um eina grundlógargrein skal ein føroyskur olju­ grunn­ur hava nakað virði fyri framtíðar ættarlið men vísti á, at sum er hava før­ oyingar onga grundlóg, har tað ber til at fáa slíka grein við. Tí helt hann, at man átti at finna eina ella aðra ”trýparta” semju og vísti sum dømi á ta budnu uppsparingina, sum varð sett í gildi í Føroyum fyri nógvum árum síðani. Hann samanbar hana við ein slík­ an oljugrunn. Hevur skund Spurningurin varð eisini umrøddur, nær Føroyar skulu seta á stovn ein olju­ grunn. Her nevndi ein av luttakarunum, Poul Michel­ sen, tingmaður og limur í løgtingsins vinnunevnd, at tað er týdningarmikið, at vit heldur eru fyrivarin enn eftirsnarin. Hann metti, at tað vil vera ov seint at fyrireika ein olju­ grunn, tá olja spíkir upp úr undirgrundini, og oljuinn­ tøkurnar streyma inn í lands­kassan. Jørn Astrup Hansen var samdur við tingmannin um, at hetta átti heldur at verða fyrireikað á síðulinjuni tíð­ liga í oljutilgongdini heldur enn ov seint. Men hann metti samtíðis ikki, at tað er nøkur orsøk til at skunda sær her og nú. Tí tað fara helst at ganga nøkur ár enn, til oljan verður funnin, og frá tí at hon er funnin, til hon gevur inntøkur gongur so eisini ein tíð. Men formaðurin í Bú­skap­ arráðnum var tó sannførdur um, at Føroyar skulu hava ein oljugrunn, sum møguliga virkar á sama hátt sum tann norski, har man tryggjar sær, at ein nýggj politisk samanseting ikki uttan víð­ ari kann tøma grunnin, men at hann verður til frama fyri bæði samfelagið í dag og framtíðar ættarlið. Astrup vísti á, at tað at norðmenn hava megnað so væl at hava ein oljugrunn, er helst tí, at teir eru meira disiplineraðir enn eitt nú føroyingar og kanska eisini meira keðiligir, sum hann málbar seg. Varsemi - Føroyingar mugu geva tí moralska aspektinum ans eisini. –Man vil koma í sera ringt orð ”í vanry”, sum hann málbar seg, um hetta ættarliðið sollar pengarnar burtur. Hann mælti til var­ semi, og her hava vit so ikki góðar royndir í Føroyum. - Tit mugu annars ansa eftir, at tað ikki gongur sum við Visjón 2015, at tú brúkar alt krútið til at tosa um, hvat liggur inni í komandi og síðani næsta valskeiði. Føroyingar mugu ansa eitt sindur eftir, tí tað kann lætt gerast til eina veruleikaflýggjan. Teir peng­arnir vit tosa um frá eini oljuvinnu eru eisini ein potentiell hóttan. Í Noregi sita teir mitt í trupul­ leikanum. Vit hava ikki henda trupulleika í dag, men vit eiga at bera ótta fyri at fáa hann. Og hann helt fram: - Sjálvur haldi eg, at tað er ein tempera­ments­ spurningur, nær man skal stovna ein føroyskan oljugrunn, og sjálvandi er tað rættari at gera hetta í góðari tíð enn ov seint. Tá pengarnir streyma inn kann tað gott vera ov seint at stovna ein oljugrunn. Tað verða veruliga sett krøv til ryggin hjá politikarunum, tá og um oljupengar streyma inn í samfelagið. Tað er einki meira áhugavert fyri politikarar enn at brúka pengar, og serliga pengarnar hjá øðrum. Oljuskattur og blokkur Jørn Astrup Hansen saman­ bar annars oljuskatt í einum oljugrunni við núverandi blokksstuðulsskipan. Ì báð­um førum livir óttin og vandin fyri Hálendsku sjúkuni, tvs. tá ein fremm­ and inntøka kemur inn í samfelagið, har tað ikki liggur ein framleiðsla aftan­ fyri. - Sum tað geldur fyri bæði blokk og oljuinntøkur er vandi fyri, at man oyði­ leggur verandi vinnulív, og so kann man spyrja, hvat tað er fyri eitt lív man hev­ur eftir tað. Nettupp henda sannroynd og so tað, at føroyska vinnan er so einstáttað ger, at olju­ pengar mugu ikki fáa frítt spæl í samfelagnum segði hann og vísti á vánaligu norsku royndirnar, tá olju­ inntøkurnar komu inn í landið, har eitt nú land­ búnaðurin var oyðilagdur av oljuídnaðinum, tí tað komu útreiðslur inn í samfelagið, sum aðrar vinnu ikki kundu bera. - Føroyingar mugu kunnu varðveita livikorini utt­an olja. Pengar eru ikki alt segði fyrrverandi banka­ stórin og helt fram: - Í mun til fiskin er oljan eitt tilfeingi, sum ikki endur­ nýggjar seg. Vit mugu tí býta oljuna við framtíðar ættarlið. Tað vildi verið ómoralskt, um føroyingar tóku oljuna upp og gloymdu komandi ættarlið. Tí er so vigtugt at tryggja sær, at oljuinntøkurnar ikki bara fara upp í royk. Í Noregi brúka tey bara avkastið, meðan grunnurin sjálvur stendur órørdur. Tað setir øgilig krøv til politiska sjálvdisiplin. Stór broyting Astrup vísti á, at blokk­ urin úr Danmark er í dag ein sjeyndapartur av fíggj­arlógini. Tá hann kom til Føroya fyri gott 10 árum síðani var hann heilur triðingur av fíggj­ arlógini. Formaðurin í Bú­skaparráðnum vísti eis­ini til avtaluna millum Før­oyar og Danmark um, at verður olja funnin, so verður hon tilsvarandi at minka um blokkin, og tá blokkurin er komin heilt niður á umleið 630 mill. kr., so kann eitt ella fleiri oljufund skjótt gera, at blokkurin fellur burtur. Men í avtaluni verður eisini sagt, at er eingin olja funnin í 2018, so sleppa Føroyar Føroyskur oljugrunnur lívsneyðugur Jørn Astrup Hansen, formaðurí Búskaparráðnum leggur Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í oljumálum lag á, hvussu ein føroyskur oljugrunnur skal skipast. Vm. Deildarstjórin í norska oljugrunninum, Pål Haugerud. Mynd Jan Müller