mikudagur 6. desember 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 6. desember 2006
17
tíðindi
Oljugrunnur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast Noreg gjørdist olju
tjóð fyri meira enn 30 árum
síðani, so varð almenni
oljugrunnurin ikki veruleiki
fyrr enn í 1991, og fyrstu
inntøkurnar komu ikki í
grunnin fyrr enn í 1996. Í
dag eru flest allir norðmenn
sera fegnir um oljugrunnin,
hóast tað javnan er frammi,
hví ikki fleiri pengar kunnu
brúkast úr grunninum. Í
vikuni var ein av stjórunum
í norska oljugrunninum í
Føroyum, har hann helt
fyrilestur í Oljutinginum.
Pål Haugerud vísti á, at um
føroyingar finna olju ein
dag og fáa stórar inntøkur
frá hesi vinnu, so kunnu
norsku
royndirnar
við
einum oljugrunni kanska
vera til hjálpar. Tað finn
ast í dag fleiri ymiskir olju
grunnar í heiminum, eitt nú
í Alaska, Kuwait, Venzuela
og Noregi. Sjálvir halda
norðmenn, at teirra grunnur
er av teimum frægu, skal
man veruliga tosa um at
spara upp inntøkur frá olju
vinnuni til komandi ættarlið
eisini. Hetta krevur, at
tað er stór politisk semja,
og tað hava norðmenn so
megnað higartil. Tó at
Framburðsflokkurin, sum
í dag er ein tann størsti
flokkurin í Noregi, fegin
sær, at slúsurnar verða latnar
upp, so oljupengarnir kunnu
streyma út í samfelagið. Tað
verður tó helst av ongum,
soleiðis sum Stórtingið er
mannað.
Norska skipan
góð fyrimynd
Norski
oljugrunnstjórin
mælti
føroyingum
til
at hyggja eftir norsku
skipanini, tá vit ein dag
møguliga skulu til at gera
av, hvat risastórar inntøkur
frá eini oljuvinnu skulu
brúkast til og hvvussu tær
skulu handfarast.
Norsku
royndirnar
eru so mikið góðar, at
fleiri onnur lond leita til
Noregs at kunna seg um
norsku skipanina. Eitt nú
hevur nýggja oljutjóðin
Eysturtimor júst sett á
stovn ein oljugrunn eftir
norskum mynstri. Nær ein
komandi føroysk oljutjóð
fer at gera tað er so upp til
politikararnar.
Skipanin í dag er tann, at
oljupengarnir verða spardir
upp til komandi ættarlið,
men avkastið, sum er
umleið 4%, er so tøkt á
fíggjarlógini á hvørjum ári.
Norðmenn leggja stóran
dent á, at pengarnir í olju
grunninum ikki fara til íløgur
í norska samfelagnum.
Har er staturin sum er
eitt nú gjøgnum Satoil
longu ein stórur íleggjari.
Tískil verða oljupengar frá
Oljugrunninum til íløgur
bara brúktir í útlandinum.
Brúkið sunt vit og skil
Norski
oljugrunnstjórin
greiddi umleið 60 vinnu
lívsfólki, politikarum og
øðrum áhugaðum á Olju
tinginum á Hotel Føroyum
mánakvøldið frá, hvussu
øll skipanin við olju
grunninum er bygd upp
og virkar. –Tað ræður um
at brúka sítt sunna vit og
skil, soleiðis at inntøkurnar
koma fleiri ættarliðum til
góða. Vit hava valt ikki at
brúka ov nógv men heldur
spara upp til eitt nú eldru
ættarliðini,
sum
verða
størri og størri umframt til
komandi ættarlið. Skipanin
virkar soleiís, at man hevur
integrerað oljuinntøkurnar
í sjálvan fíggjarpolitikkin
og hevur man sera góðar
og neyvar rættningslinjur
fyri, hvussu nógv man kann
brúka úr grunninum hvørt
ár.
Tað ræður tí um at umsita
grunnin, sum verður mettur
at vera heimsins størsti
grunnur, væl. Tað eru
4000 milliardir krónur í
grunninum. Eigarin av
grunninum
er
norska
Fíggjarmálaráðið og verð
ur grunnurin umsitin av
Norges Bank. Eftirlitið
við grunninum og tess
risainntøkum verður eisini
raðfest sera høgt. Í veru
leikanum fungerar grunn
urin sum ein sparikonto hjá
statinum. Í mun til aðrar
oljugrunnar í heiminum, so
verður roynt at tryggja, at
talan ikki er um sparing,
sum so samtíðis fer útaftur
sum lán í hinum endanum.
Góðir stovnar
altavgerandi
Pål Haugerud vísti á, at tað
hevur alstóran týdning fyri
eitt oljuland, at tað hevur
teir
neyðugu
almennu
stovnarnar,
sum
skulu
tryggja bæði opinleika
og eftirlit og fíggjarliga
forsvarliga umsiting av
oljuinntøkunum sum t.d.
eitt sterkt Fíggjarmálaráð
og ein góðan sentralbanka.
Nógv
lond
sum
hava
stórar oljuinntøkur mangla
hesar týðandi stovnar. Um
Føroyar finna olju er hesin
trupulleikin neyvan til steða
helt hann fyri.
Ein orsøk til at hava
ein oljugrunn er tann, at
ein búskapur klárar ikki
at standa modell til, at so
nógvir pengar fara út til
forbrúk. Sostatt er olju
grunnurin eisini eitt amboð
til at tryggja, at búskapurin
ikki fer um koll, verður
ovurupphitaður. Oljuinn
tøkurnar
skulu
stuðla
búskapinum men ongantíð
koma ístaðin fyri fíggjar
politikkin. Tí er tí sera
vigtugt, at talan er um
eitt greitt ábyrgdarbýti,
at dentur verður lagdur á
opinleika, soleiðis at fólk
hava álit á grunninum.
undan at rinda 500 mill.
kr. Í rentum av lánunum til
Danmark.
Astrup helt fyri, at verður
olja funnin, so er ikki brúk
fyri blokktilskotinum. Tað
gevur
nevniliga
heldur
onga meining, tí ætlanin hjá
donsku stjórnini hevur verið
tann, at eitt blokktilskot til
Føroya skuldi dekka undir
skot í búskapinum. Og hava
vit ein búskap, har vit eru
noydd at grava pengarnar
niður, so kann man ikki
siga, at her er eitt undirskot
at dekka longur.
“Hvussu skipa vit ein
føroyskan oljugrunn”
Oljutingið:
“Flestu luttakararnir í føroysku oljuvinnuni munna
verða samd, um at fyrireikingarnar til oljuvinnuna
vóru fyrimyndarligar og væl eydnaðar.
Henda leist heldur Oljutingið, at vit eisini áttu at fylgt
í framtíðini. Tískil fer Jólatingið at seta hol á kjakið
v.v. einum møguligum føroyskum oljugrunni og
hvussu ein slíkur kann skipast.
Í hesum sambandi hevur Oljutingið bjóðað Pål
Haugerud stjóra fyri deildini, sum umsitur oljugrunnin
í norska fíggjarmálaráðnum til Føroya at greiða frá,
hvussu norski oljugrunnurin er skipaður, og hvønn
týdning hann hevur fyri norska samfelagið.
Eisini er Jørn Astrup Hansen, formaður í
Búskaparráðnum, boðin við at greiða frá hvørja støðu
hann hevur til ein føroyskan oljugrunn.”
Norski oljugrunnurin góð
fyrimynd fyri Føroyar
Føroyskur oljugrunnur á skránni á jólatingi hjá Oljutinginum
Mynd: Jan Müller