mikudagur 6. desember 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 236 - 6. desember 2006
tíðindi
– Talan er um tung
olju, sum storknar, tá
ið hon kólnar, og tí er
ikki stórur vandi fyri,
at oljan fer niður í
undirgrundina, sigur
SEV í tíðindaskrivi í
morgun
Oljuleki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Alt verður gjørt til tess
at forða fyri, at olja endar
á sjónum, eftir at menn í
morgun vóru varugir við ein
leka í tí eina oljutanganum
hjá SEV á Vágsverkinum.
Soleiðis ljóðaði fráboðanin
hjá SEV um lekan í Vági,
sum vit fingu beint fyri
klokkan 11 í morgun.
Skipið liggur
Lagt verður aftrat, at bjarg
ingareindir í løtuni royna at
forða fyri, at olja fer á sjógv
frá Vágsverkinum.
– Menn vóru varugir við,
at tann eini oljutangin á
verkinum lekur. Lekin var
staðfestur í sambandi við,
at SEV fekk olju frá einum
skipi frá Shell.
SEV sigur, at Shell eftir
áheitan frá elfelagnum
hevur játtað at hava skipið
liggjandi í Vági, og verður
olja nú pumpað umborð
aftur, samstundis sum olja
verður pumpað yvir í tann
minna oljutangan.
– Sum er, lekur olja út í
tangagarðin, ið er rundan
um tangan, og verður oljan
steðgað har.
Í tíðindaskrivinum sigur
SEV seg vóna at hava tómt
tangan, áðrenn størri nøgd er
likin út í tangagarðin.
Tungolja
Lagt verður aftrat, at talan er
um tungolju, sum storknar,
tá ið hon kólnar, og tí er ikki
stórur vandi fyri, at oljan fer
niður í undirgrundina.
At enda sigur SEV, at
elfelagið, Shell, sløkkilið,
løgreglan og MRCC royna
at gera alt fyri, at skaðin á
umhvørvið verður so lítil
sum møguligt.
SEV við fráboðan:
Leki á oljutanga á Vágsverkinum
– Enn er eingin
katastrofa hend, og
vit vóna, at støðan
ikki gerst verri,
enn hon er, sigur
John Danielsen,
deildarleiðari hjá SEV
Oljuleki
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Síðstu nátt lá ein tangabátur
á Vági og pumpaði olju upp
í ein av stóru tangunum,
sum SEV hevur á Oyrunum
á syðra armi á Vágsfirði.
Tá ið fult var móti morgni,
síggja menn, at tangin lekur
í botninum. Ein tangagarður
er rundan um tangarnar, og
tá ið Sosialurin tosaði við
SEV í morgun, tók garðurin
ímóti olju, sum lekur úr
tanganum.
Talan er ikki um smávegis
nøgdir av olju, sum eru í tang
anum, ið er farin at leka.
2500 tons
John Danielsen, deildarleið
ari hjá SEV, sigur, at tangin,
sum talan er um, tekur 2500
rúmmetrar av olju og er
fullur.
Tangagarðurin tekur ikki
ímóti allari oljuni, um SEV
saman við øllum teimum
fólkum, sum nú eru í gongd
í Vági, ikki megnar at fáa
oljuna til høldar aðrastaðni.
– Vit gera nú alt fyri at
binda um heilan fingur. Enn
er eingin katastrofa hend, og
vit vóna, at støðan ikki gerst
verri, enn hon er.
John Danielsen sigur, at
eitt stórt ”apparat” er sett í
gongd í Vági til tess at byrgja
upp fyri, at tað ringasta spyrst
burtur úr oljulekanum, um
illa vil til.
– Allir ”instansir” eru
boðsendir og meira enn tað,
bæði løgregla, vaktartænasta,
bjargingarfeløg, tryggingar
felag, oljufelagið, sum hevur
latið oljuna og onnur.
Pumpa olju
John sigur, at ein annar
minni tangi, sum tekur
1000 rúmmetrar av olju,
stendur beint við síðuna
av stóra tanganum, og nú
verður roynt at pumpa olju
úr tanganum, sum lekur yvir
í hendan tangan.
– Tangabáturin, sum kom
við oljuni, liggur framvegis
á Oyrunum, og vit pumpa
eisini olju yvir í skipið aftur,
sigur John Danielsen hjá
SEV.
Oljuleki í Vági:
Gera alt fyri at binda um heilan fingur
Tangaskipið sum kom við oljuni til Vágsverkið síðstu nátt
Mynd: Dagfinn Olsen
Bókakafé
Í kvøld, 6. desember, verður bókakafé í Hafnia Lounge
í Havn. Har fer Martin Joensen at siga frá bókini „Lat
meg goyma teg“, Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth
Akursmørk fara at greiða frá bókini „Lætt og leskiligt 2“,
og Hedvig Westerlund fer at siga frá „Einum jólaævintýri“
og jólasjónleiki. Eisini verður okkurt spennandi frá Riti &
Ráki. Bókakaféin í Hafnia Lounge byrjar klokkan 20.
Kinesisk list
Leygardagin læt ein heldur sjáldsom listaframsýning upp
í býráðssalinum í Runavík. Tað er kinesiska listakvinnan
Yan Jingrui, sum sýnir fram. Á framsýningini hevur hon
20 vatnlitsmyndir við myndaevnum úr kinesisku náttúruni
umframt ymsar hondgjørdar kinesiskar prýðislutir.
Framsýning hennara er opin gerandisdagar frá kl. 10 til 16
og leygardagar og sunnudagar millum kl. 14 og 20. Opið
er til tann 17. desember.