Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 6. desember 2006 19 tíðindi Føroya Banki stuðlar Javna Felagið Javni hevur latið gera ein kalandera fyri 2007, sum verður seldur um alt landið. Føroya Banki stuðlar átakinum við slagorðinum ”Vit eru øll ymisk.”. Í kalendaranum er ein málningur avmyndaður og knýttur at hvørjum mánaði, og tey, sum ogna sær kalendaran, hava møguleika at vinna málningarnar í 2007. Javni, sum virkar fryri at útvega teimum menningartarnaðu javnbjóðis rættindi, fer at lýsa í bløðunum, hvør vinnur. Sama hvalakvota Norsku myndugleikarnir hava gjørt av, at hvalabátarnir fáa somu kvotu næsta ár, sum teir hava havt í ár. Tað ber í sær, at hvalabátarnir sleppa at skjóta 1.052 sildrekar næsta ár. . Men kvotan er broytt. Í fjør kundu hvalabátarnir skjóta 443 sildrekar við Jan Mayen, men teir fingu ikki ein. Tí er kvotan har lækkað niður í 152 í ár, men samstundis er kvotan við norsku strondina økt munandi, so í 2008 kunnu 900 sildrekar skjótast har. – Menn eru nú í holt við at tøma tangan, og vit vóna, at bilbukt er fingin við lekanum, soleiðis at tangin ikki lekur meira. Vit vóna eisini, at stabila støðan, sum nú vísir seg at vera, ikki broytist til tað verra, sigur Sommer Joensen, sðslumaður í Suðuroy Oljuleki Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo myndir: Dagfinn Olsen Sommer Joensen, sýslu­ maður í Suðuroy, heldur, at hendingin við oljulekanum á Vágsverkinum í morgun hevur verið á markinum til eina náttúruvanlukku – um vit so kunnu siga. Sum skilst, var so nógv olja likin úr stóra tanganum, at innari tangagarðurin var vorðin fullur. Oljan fór oman í niðara garðin, sum er úr moldtilfari, haðani olja seyraði niður í jørðina og út á sjógvin. – Eg haldi kortini ikki, at stórvegis nøgdir av olju vóru at síggja á sjónum, sigur Sommer Joensen, sum var á staðnum í morgun. Hann sigur, at løgreglan í Suðuroy fekk boðini um lekan klokkan gott 8 í morgun. Tettu leka – Øll bjálvingin er tikin uttan av hesum stóra tang­ an­um fyri at finna út av, hvar lekin er. Ein leki er stað­festur, og roynt hevur verið sum frægast at tetta hann. Í løtuni vita vit ikki, um nakar annar leki er – og um olja framvegis lekur út í tangagarðin. Sommer sigur, at hóast tangaskipið, sum læt SEV oljuna, framvegis liggur á Vági og roynir at taka olju umborð aftur – og roynt eisini hevur verið at pump­ að olju í tangan, sum er við síðuna av tanganum, ið lekur, so er hetta ikki so líka til kortini. – Hetta er tungolja, og tá ið hon kólnar, er tað ikki bara sum at siga tað at pumpa hana úr aftur stóra tanganum, ei heldur uppaftur úr tangagarðinum. Hann sigur, at tíbetur eydn­­­aðist tað í morgun at taka oljuna, sum lak úr tang­­anum, so mikið undan, at óbetýðiligar nøgdir eru farnar á sjógv. Helst sveisingar – Vit hava tosað við Bruna­ umsjón Landsins, sum heldur, at hol er komið á sveisingar á tanganum. Teir hava ikki verið á staðnum enn, men kenna líknandi trupulleikar frá øðrum tangum á sama slagi. Brunaumsjónin er á veg suður, og vit vænta, at teir kunnu staðfesta, hvør trupulleikin er. Sommer leggur tó dent á, at enn er tó einki endaliga staðfest. – Menn eru nú í holt við at tøma tangan, og vit vóna, at tangin ikki lekur meira. Vit vóna eisini, at stabila støðan, sum nú vísir seg at vera, ikki broytist til tað verra. Sýslumaðurin sigur, at vísir tað seg, at stabila støðan heldur, verður farið undir at rudda økið aftur. – Jú, vit kunnu ásanna, at hetta hevur verið á markinum til eina dálkingarvanlukku, um verri vildi til, sigur Somm­er Joensen, sðslu­mað­ ur at enda. Á markinum til dálkingar- vanlukku