mikudagur 6. desember 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
5 tær bestu – Ári Rouch
Fyri Ára Rouch er hansara
iPod, eitt tað besta keypið
hann hevur gjørt. Hesin lítli
hvíti mp3 spælarin hevur
skúgva fløgurnar hjá Ára til
viks. Vit hava biðið Makrel
oddamannin um at velja
tey fimm bestu løgini av
teimum 5833, ið eru á
iPoddinum.
Bo Kaspers
Orkester við
Lisu Ekdahl:
Svårt at
säga nej
Ein frálík duett millum hesi
bæði. Mær dámar sera
væl Bo Kasper serliga
hans ara eldru fl øgur. Hann
skrivar frálíkar tekstir ofta
við einum óvæntaðum
“twist”. Hann hevur eyga
fyri smálutunum í okkara
gerandisdegi, sum vit
sjáldan leggja merki til.
Lagið er á hansara upp-
samling “Hittils”, sum eg
átti, men nú havi lagt inn á
iPoddin.
The Knife:
Pass This
On
Eg eri totalt fallin fyri The
Knife. Deiliga annarleiðis
skeivur svenskur poppur.
Hoyrdi tey fyrstu ferð á
myspace.com, har lagið
fl oreraði millum nógvar
profi lar. Havi síðan tað
fi ngið mær allar tríggjar
útgávurnar hjá teimum á
mín iPod, allar keyptar á
iTunes.
Mogwai:
Hunted by
a Freak
Av Happy Songs for Happy
People, sum eg eigi á fl øgu
og havi lagt á iPoddin. Het-
ta er eitt lag, sum eg kann
hoyra umaftur og umaftur
og er eftir mínum tykki tað
besta hjá bólkinum. Ikki
nógv meira at siga um tað.
Sigur Rós:
Bíum Bíum
Bambaló
Hetta lagið er av sound-
trackinum til íslendska fi lm-
in Alheimsins Englar. Hetta
er eftir mínum tykki eitt av
bestu løgunum hjá Sigur
Rós, sum teir tó sjáldan
spæla live. Ein yndislig
tulking av einari barnarímu,
sum í endanum brýtur út
sum eitt stórt íslendskt
eldgos. Lagið er keypt á
iTunes fyri 8 kr!
Deftones:
Hole in the
Earth
Av nýggju fl øguni hjá
Def tones, Saturday Night
Wrist. Tungur melodiskur
rokkur. Hevur koyrt á iPod-
dinum nú í eina tíð. Eg havi
keypt útgávuna yvir iTunes
skjótt og nemt, áðrenn
tað kemur í handlarnar.
Hoyrdi lagið av fyrstan tíð á
myspace, áðrenn tað kom
út. Eg mátti bara hava tað
beinanvegin, eri Deftones
fan!
Finnur nýggjan tónleik
á netinum
Ári Rouch er best kendur sum
oddamaður og óvanliga egin
sangari í Makrel. Hann hevur eitt
stórt fløgusavn, men seinasta árið
eru fløgurnar skúgvaðar til viks, og
mp3 formatið hevur tikið teirra
pláss, sum høvuðs tónleikakelda
hjá Ára.
Hálvfullur iPod
- Eg eigi ein 60GB hvítan iPod,
sum er nøkunlunda hálvfullur,
5833 løg liggja á honum fyri at
vera nágreiniligur. Størsti partur av
hesum er mín egna fløgusamling,
sum eg havi lagt inn á hann. Hin
parturin er tó skjott vaksandi, løg
eg havi tikið niður av netinum,
hemmhemm, men eisini nógv
keypt á iTunes, greiðir Ári frá
Tað er eitt gott ár síðan Ári keypti
iPodin, og hetta er sambært Ára
eitt av bestu keypunum, ið hann
hevur gjørt.
- Eg keypi fáar fløgur longur. Tað
skal helst vera okkurt serligt ella
okkurt sum mær dámar serliga væl
um eg skal keypa tað á fløgu ella
plátu. Gjarna eitt spennandi cover
eisini, greiðir hann frá.
Finni tónleik á netinum
– Eisini nýti eg nógv myspace.com
til at finna nýggjan og spennandi
tónleik. Á Myspace verða løgini á
ein hátt spjadd við sama princippi,
sum við “word of mouth”, sum ofta
er ein meira erligur máti at finna
tónleik uppá, heldur enn at vera
bombarderaður við lýsingum fyri
ein vissan bólk ella einstakling.
Tann “góði” tónleikurin kemur á
ein hátt betri til sín rætt. Hann
nýtist ikki at hava eitt stórt
plátufelag í rygginum, sigur Ári.
Bestu løgini
Vit hava biðið Ára um, at fara
niður millum tey 5833 løgini á
iPoddinum og velja tey fimm, ið
honum dámar allar best. Ikki nøkur
løtt uppgáva, men hóast tað ein
uppgáva, ið Ári hevur megnað at
loyst.
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Mynd: Símun Jóannesarson