Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Føroyska listakvinnan Annika Jensina á Lofti sýndi herfyri fram í Vetrarurtagarðinum á Glypto teki- num í Keypmannahavn. Vit fingu orð á listakvinnuna inni í tropiskt kenda urtagarðinum, ið blómar alt árið. 400 myndir av fýrakantum Í ein um hornið millum plantur og blómur stendur listaverkið. Eitt sjónvarp, ið vísir eina myndarøð við 400 myndum, fýrakantum úr gerandisdegnum vístir við eini ferð á 4 myndir um sekundi, uttan avbrot, umaftur og umaftur. Ferðin, ið myndirnar verða vístar við, er somikið høg, at hvørja ferð, tú hyggur at sýningini eru nýggjar myndir, ið tú leggur til merkis. Har eru myndir av, nógvum ymiskum skeltum, einum pakka av kakao mjólk, einum koyrikorti, alskyns merkiseðlum, einum tendrara, ymiskum eskjum, einum dvd spælara, eini durðatelefon, einum sjúkratryggingarkorti og nógvum øðrum, alt víst á einum fýrakantaðum sjónvarpsskíggja. Formurin er eftir Annika greiðir frá, at hon valdi at vísa myndirnar í somikið høgari ferð, at fýrakantaði formurin gjørdist tað avgerandi. Tá tú sært ein lut, hevur hann nógvar ymiskar týdningar í tínum høvdi, men við at myndasýningin gongur so skjótt, fær hon í ein ávísan mun tikið meiningina frá lutinum og eftir er formurin. Annika Jensina á Lofti hevur áður sýnt fram á t.d. Ólavsøkuframsýn- ing um, men talan hevur verið um vanliga myndlist, málningar og lista myndir. Hetta er hennara fyrsta framsýning av eini lista installatión. Hugskot undir dýnuni - Eg fekk hugskotið ein morgunin, tá eg lá í songini og ballaði meg. Eg hugsaði um øll djórini, sum eisini lógu og ballaðu seg í sínum holum. Alt var so runt og hugnaligt, so hugdi eg upp á mítt fýrakantaða loft, úr míni fýrakantaðu song, LIST Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo – SJÁLVT HEIMIN HAVA VIT GJØRT FÝRAKANTAÐAN Okkara tørvur at fáa alt at passa inn í fýrakantaðar rammur er somikið stórur, at sjálvt heimskortið hava vit gjørt fýrakantað. Okkara alskur fyri tí fýrakantaða er høvuðshugsjónin handan listaverkið hjá Anniku Jensinu á Lofti, ið herfyri varð sýnt fram í Glyptotekinum í Keypmannahavn. Mynd: Símun Jóannesarson