mikudagur 6. desember 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
dýnan og koddin vóru fýrakantað,
vindeyguni vóru fýrakantaði, vegg-
irnir vóru fýrakantaðir og hurðin
var fýrakantað, sjálvt teppið á
gólvinum var fýrakantað. Eg fór
upp og út í køkin, aftur fýrakantar
allasastaðni køliskápið, komfýrurin,
skápini, bøkurnar, myndirnar á
vegginum, stólar, borð, hillar alt
fýrakantað.
– Eg hugdi út gjøgnum vindeyga,
fýrakantaðir vegir og alla staðni
fýrakantaðir bygningar. Eg hugsaði,
hvat er tað sum ger, at vit skulu
hava alt at passa inn í fýrakantaðar
karmar. Eg veit væl, fólk siga, tað er
effektivt og praktiskt, men tað er
snedigt, at vit gera tað við alt.
Heimurin er rundur, tað er tann
organiski formurin, men sjálvt
heimin hava vit gjørt fýrakantaðan,
tá vit hava teknað heimskortið,
sigur Annika og heldur fram.
– Eg fór út, eg búgvi á Oryasunds-
kollegiinum. Aftur fýra kantar, alla-
staðni á gongini fýra kantaðar
hurðar við fýrakantaðum durða-
skeltum, fýrakantaði vindeygu og
fýrakantaðar flisar á gólvinum. So
inn gjøgnum fýrakantaðu dyrnar á
elevatorinum, ið eisini er fýra-
kantaður. Uttan fyri aftur teir beru
fýrakantar.
Fýrakantaði eygu
– Eg avgjørdi tí, at fara at avmynda
teir fýrakantarnar, sum eg síggi ein
dag og vísa teir í einum sjónvarpi.
Tað virkaði passandi, tí eitt sjónvarp
er fýrakantað, og tú fært eisini
fýrakantaði eygu av at hyggja at
sjónvarpi, sigur Annika.
– Eg vildi gjarna sýna tað fram her
inni á Glyptotekinum, greiðir hon
frá.
– Vetrargarðurin er organiskur og
vakur, og tí var tað eitt væl hósk-
andi stað at vísa hesa framsýngina.
Men samstundis er Glyptotekið
fýrakantað, bæði so og so, og danir
kunnu eisini gott vera eitt sindur
fýrakantaðir, so á tann hátt er tað
eisini hóskandi.
Debut í Glyptotekinum
Men hvussu ber man seg at við at
debutera á einum so nógv virdum
framsýningarhølli sum
Glyptotekinum?
– Hetta er ein verkætlan, ið eg havi
gjørt í sambandi við skúlan hjá
mær, og í hesari havi eg sam starv-
að við nøkur lesandi á Universiteti-
num í Keypmannahavn. Tey skriv-
aðu og sendu umsóknina um at
sleppa inn her at sýna fram. Eg ivist
í, at eg sjálv hevði klárað at skrivað
eina nóg góða umsókn, greiður
Annika frá.
Langdrigið arbeiði
Upprunaliga hevði Annika tikið
umleið 1000 myndir av fýrakantum,
ið hon hevði rent seg í. Hesar eru
kókaðar niður til tær umleið 400
bestu. Men klippingin og saman-
setingin av øllum 400 myndum
hevur verið strævið og langdrigið
arbeiði.
Tuborg Fonden dámdi somikið væl
hugskotið, at fondurin valdi at
stuðla sýningini fíggjarliga, og
hevur gjørt hana møguliga.
Annika varð í summar liðug við eitt
ára lesturin á lista myndaskúlanum
Fatamorgana. Men fekk so eitt
praktikkpláss á skúlanum og verður
tí verandi har til árskiftið. Ætlanin er
tó, at halda fram við at arbeiða við
listini.
Á installatiónini verða fýrakantarnir vístir við
somikið høgari ferð, at teir missa sína mein-
ing og gerast bert formur.
myndir: Annika J. á Lofti
Installatiónin hjá Anniku varð víst í einum fýrakantaðum sjónvarpi mitt í organiska umhvørvinum í Vetrarurtagarðinum.
Mynd: Símun Jóannesarson