Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. desember 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Mikudagin var mótasýning í hølunum hjá Deres í Handils kjarnanum. Allir handlarnir í Handils- kjarnanum luttóku. Eitt sindur av fólki var møtt til sýningina, sum vísti, hvat handlarnir fara at selja í vetur. Vit hava tosað við Ísak Petersen, sum er varaleiðari í Harradeildini. Hann letur heilt væl at mótasýningini. – Eg haldi, at tað gekk væl. Tað møttu ikki heilt so nógv fólk upp, sum vit høvdu væntað, men tað vóru heilt fitt kortini. Tað var ein hugnalig løta. Modellirnar vóru ikki allar líka royndar, men tey kláraðu tað øll væl eftir umstøðunum. Vit hava fingið nógva vøru síðstu tíðina, so vit høvdu nógv at vísa fram, sigur Ísak. Móta sýningin vísti nøkur tíðilig rák innan klædna- mótan. – Hjá monnum er mótin nokkso vetrarsligur. Tú skalt vera væl ílatin. Vit hava nógvar frakkar, og tað riggar væl at brúka handskar, húgvur og turrikløð til. Hjá kvinnum er rákið eisini tað sama. Tað skulu nógv løg av klæðum uppá, sum kunnu fjálga kroppin. – Rákið vendir sær frá teimum frískligu litunum. Nú er tað meira modernað at brúka svart, hvítt og grátt. Hesir litirnir fara at halda langt inn í summarið. – Annars er mótin meira fínur. Eisini tá ið tú ert av - slappaður, skalt tú vera nokkso fínur. Til dømis brúka dreingir fínar lakk skógvar til jeans og t-skjúrtu. Tað eru ofta skógvar við einum bleytum botni, so at teir eru góðir at ganga í. Eisini eru teir ikki eins høgir og teir ordiliga fínu svørtu skógv- arnir. Nógvir skógvar eru uttan lissibond., sigur Ísak Petersen frá Handils kjarna- num. MÓTI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Svart, hvítt og grátt eru litirnir í vetur. Tú skalt vera væl ílatin í vetur við frakkum, húgvum, turrikløðum og handskum, og tað er loyvt at vera fínur til gerandis. Hetta er niðurstøðan eftir mótasýningina í Handilskjarnanum mikudagin Væl ílatin og fín í vetur u